ARD helt Føroyar áttu sigurin

Størsta týska sjónvarpsstøðin rósti føroyingum fyri teirra avrik samstundis sum teir mettu skotar at vera ússaligar

FØROYAR?SKOTLAND

Størsta týska sjónvarpsrásin eitur ARD. Føroyar og Týskaland eru í bólki saman. Tí hevði ARD mett, at týsku hyggjararnir skuldu hava møguleika at fylgja við í dystinum á Svangaskarði, áðrenn teir seinni leygarkvøldið sóu dystin hjá Týsklandi í Litava.
Eftir tíðindafundin hittu vit teir báðar viðmerkjararnar hjá týsku rásini. Tann, sum var saman við høvuðsfrásøgumanninum, hevur fylgt bretskum fótbólti í nógv ár, og báðir vistu teir væl meiri um føroyska landsliðið, enn tað kanska kann roknast við, at tey gera úti í stóru verð.
? Eg havi ikki sæð skotar spælt so vánaliga nakrantíð fyrr. Berti Vogts segði nú á tíðindafundinum, at tað var væl betri í 2. hálvleiki, enn tað var í 1. hálvleiki. Tað kann vera, at tað var betri, men munurin var ikki stórur. Skotskur landsliðsfótbóltur er avgjørt ikki tað, sum hann áður hevur verið.
Úrslitið?
?Tað er eingin ivi um, at føroyingar skuldu havt vunnið handa dystin. Skotar vóru sera hepnir, at teir ikki fara úr Føroyum við 4?2 tapi. Tað úrslitið hevði verið ein góð mynd av gongdini og býtinum av møguleikum. Og so haldi eg, at tað er hugaligt, at fø'royska liðið spældi seg til tað, sum teir fingu. Áður hava teir fyri tað mesta strítt seg til onkran javnleikin, men hesa ferð spældu teir.
Hvat siga tit so um dystin í Hanover 16. oktober?
? Eingin ivi er um, at áhugin fyri tí dystinum er øktur nógv, eftir at týskarar í dag hava sæð føroyska liðið. Um tað vóru nøkur atgongumerki eftir undan hesum dystinum, so verða tey seld nú beinanvegin.
Og úrslitið?
?Tað hevði verið skeivt at sagt annað, enn at Týskaland er stórfavorittur, og at Týskaland eigur at vinna tann dystin, og tað vænta vit eisini, at teir fara at gera. Men hesin dysturin eigur at læra týsku spælararnar, at sigurin verður ikki lættvunnin. Ivaleyst fara Rudi Völler og hansara menn at hyggja at og staðfesta, hvat teir skulu gera øðrvísi enn skotar gjørdu, var metingin hjá fryntligu týskarunum.