Í HB royna teir at snara hugsanunum frá finaluni ólavsøkudag og ímóti landskappingini, har teir í átta umførunum skulu verja oddasessin, sum teir hava átt síðani fyrsta umfarið. Men tað er ikki bara sum at siga tað at sleppa av við vónbrotið, eftir at liðið hevur verið so tætt við at vinna steypakappingina fyri 26. ferð.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur HB tapt tvær steypafinalur á rað, og fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur HB ikki vunnið steypakappingina í fýra ár. Eftir at teir hava vunnið eitt ísafjarðarbikar, tríggjar súlur og eitt løgmanssteyp til ognar, hava teir ikki fingið navnið á løgmanssteypið, sum tað hevur verið spælt um síðani 1999.
Liðformaðurin hjá HB, Rúni Nolsøe, er vónbrotin, og hann heldur, at hann og hansara bara kunnu takka sær sjálvum fyri, at teir ikki vunnu.
? Teir fingu sigursmálið við brotssparki, sum eg haldi meg vera eitt hundrað prosent vísan í ikki var brotsspark. Eg stóð heilt tætt við, og har var ikki talan um togan í troyggjuna. Vit eru sera harmir um, at hatta skuldi vera alt avgerandi. Men tá tað er sagt, so mugu vit ásanna, at vit kunnu ikki fara aðra staðni enn til okkum sjálvar fyri at finna orsøkina til, at vit ikki megnaðu at vinna. Teir vóru undirmannaðir í ein hálvan hálvleik, og tað áttu vit at fingið gagn av, heldur Rúni Nolsøe.
Hví gjørdu tit tað so ikki kortini?
? Allir spælararnir vóru uppsettir til finaluna, men tað sást ikki á avrikinum, serliga í 2. hálvleiki. Teir vístu rætta hugburðin, men tað gjørdu vit ikki. Vit megnaðu ikki at spæla okkum til málmøguleikar, og vit vóru ikki nóg dyggir í verjupartinum. Tað var alt annað enn gott. Nú hava vit spælt tvær finalur á Tórsvølli, og vit hava tapt báðar (0?1 í 2000 ímóti GÍ, blm.). Úrslitini og avrikini vísa, at vit ikki kenna vøllin sum okkara heimavøll, heldur Rúni Nolsøe.
Og hvussu verður nú í landskappingini?
? Burtursæð frá dystinum á Eiði var finalan vánaligasta avrikið hjá okkum í ár. Í landskappingini ber til at spæla ein vánaligan dyst og kortini koma afturíaftur. Tað ber ikki til í steypafinaluni. Árið hevur roynst væl higartil í landskappingini, og nú mugu vit vísa, hvør dugur er í okkum.










