Bryggjuvígsla
Næstsíðsta leygardag var hugnaløta niðri á Støð á Bakka, har nýggja træbryggjan á Glyvrum alment varð tikin í nýtslu.
Nógv ymiskt var til undirhalds hendan dagin, og eitt nú settu nakrar ungar gentur sín serstaka dám á løtuna við sínum vøkru genturøddum. Tær sungu bæði solo og saman.
Børn sluppu at rógva og ríða, og eisini havnanevndin í Runavíkar kommunu slapp at royna seg við árarnar. Tey, sum vóru svong ella bara vildu hava sær ein lekran bita, fingu eitt nú heitar pannukøkur og pylsur, sum vóru grillaðar undir opnum himli.
Charles Jacobsen, sum er formaður í bátafelagnum á Bakka, stóð fyri tilrættaleggingini av degnum.
Borin av oljuvirksemi
Tað var formaðurin í havnanevndini í Runavíkar býráð og løgtingsmaðurin, Kári P. Højgaard, sum helt vígslurøðuna.
Hann vísti á, at tað grør um gangandi fót í Runavíkar kommunu.
- Tað er ikki langt síðan, vit tóku nýggja havnalagið við Kongshavn í nýtslu, og
nú er tað so henda nýggja atløgubryggjan her inni á Bakka. Tí kunnu vit eisini siga ?alduskvatl við longdan bryggjukant?.
Kári segði, at nýggja atløgubryggjan helst er fyrsta verkætlan, sum bókstaviliga
er borin av oljuvirksemi í Føroyum.
- Stuðlarnir undir bryggjuni eru nevniliga fóðringsrør, vit fingu í boði, tá ið riggað varð av á útgerðarstøðini. Rørini eru sligin niður í botnin og fylt við sementi, og tað eru hesi, sum bera træbryggjuni uppi, segði formaðurin í havnanevndini.
Hann takkaði teimum, sum høvdu gjørt hetta dygdargóða arbeiði fyri sámuligan pening.
Stóð við stampi
- Sum politikari kanst tú koma út fyri nógvum. Lítið grunaði eg um hesa
uppgávuna í dag, tá ið eg stóð við einum stampi í einum egningarskúri í Saltangará herfyri. Telefonin ringdi; tað var Charles Jacobsen í hinum endanum sum spurdi, um tað var gjørligt at fáa havnanevndina í kommununi at taka brúnna í bátahylinum alment í nýtslu við at rógva inn í hylin og leggja at. Samstundis nevndi hann okkurt um eina mikrofon, og um eg møguliga kundi siga nøkur fá orð.
Kári segði, at tað næsta, hann sá, var eitt stórt skelti í besta amerikanska stíli,
sum var sett upp við Bakkavegin.
- Her varð við stórum stavum greitt frá, hvat henda skuldi niðri á havnalagnum í dag, og at havnanevndarformaðurin skuldi flyta fram røðu - hetta helst fyri at stytta stundina, til grillaðu pylsurnar vóru blivnar nóg heitar!
Megnar arbeiði
Kári vísti á, at hetta við uttanduratiltøkum er blivið alt meira vanligt í Runavíkar kommunu, síðan nýggja býráðið tók við.
- Eg veit ikki, um slagorðið at koma borgaranum nærri, kann nýtast í hesum føri. Men hugnaligt er, tá ið slík tiltøk við laksaborði ella pylsum verða fyriskipað. So leingi, hesi tiltøk verða væl móttikin av borgarunum í kommununi, kann væntast, at tiltøk av hesum slag framhaldandi verða fyriskipað.
- Tað eru ivaleyst mong sum hugsa, at peningur, sum lagdur verður í havnaløg, fyri stóran part er burturspiltur, og at hann kundi verið brúktur til annað fremjandi verk í kommununi.
Kári hugleiddi eisini um umhvørvið við bátahylin.
- Her er vakurt, og møguleikarnir at betra umstøðurnar, eru eisini góðir.
Sunnarlaga í hylinum liggur róðrarneystið og skulu teir, sum fyriskipað kappróður her á staðnum, hava stóra tøkk fyri megnar arbeiði, sum gjørt er fyri at skapa framúr góðar karmar. Tøkk til tykkum sum hava róð og vunnið okkum góð úrslit. Tit hava vunnið heiður og æru til býin. Hægsta ynski okkara er, at hugur og áræði framhaldandi fer at valda millum róðrarfólkið.
Kári legði dent á, at Eystanstevnan í framtíðini eigur at telja við í FM-kappingini á hvørjum ári ? og ikki sum nú; bert annaðhvørt ár.
Spælipláss hjá mannfólki!
- Minnist eg rætt, var tað megnar kvinnan og táverandi kommunustýrislimurin á
Toftum, Jancy Olsen, sum speiðrekandi kallaði bátahyljar fyri spæliplássið hjá mannfólkum. Ivaleyst hevði hon grein í sínum máli, tí eitt er vist: Ótrúliga nógvir tímar verða brúktir til bátin hjá honum, ið hevur hendan sum vinnu ella ítriv. Tá ið hugt verður eftir, hvussu lítið nógvir bátar eru í drift, og hvussu sjáldan hesir loysa frá landi, kann tað tykjast løgið, at so nógv tíð og so nógvur peningur verður nýttur til nakað, sum gevur so lítið fíggjarligt íkast. Ivaleyst hugsa flestu kvinnur, sum varða av, at betri og bíligari hevði verið at keypt nakrar fiskar, og menninir heldur brúktu meira tíð heima.
Og Kári reisti spurningin:
- Hvør maður hevur ikki hoyrt konuna biðja um hjálp í urtagarðinum, at
tetta eina takrennu, vaska bil, taka pensilin í onkustaðni ella ein hjálpandi hond í aðrar mátar. Men gakk. Hetta mátti bíða, tí nú er so góður streymur, havhestarnir eru komnir á sjógvin ? ella, ?eg eri noyddur at royna byrsuna, tí ein bátur fekk 10 fuglar á Tangafirði í gjár!? Jú, undanførslurnar kunnu vera óteljandi, tá hond skal takast í okkurt heima, men hugurin stendur til sjógvin.
Stoltleikin bylgist
Í skemtiliga lagnum, helt Kári fram:
- Men kvinnur, eitt skulu tit vita! Tá ið kvøldið kemur, og maðurin móður og
troyttur kemur aftur til hús við nøkrum tertlingum ella fuglum og tveitir seg á sofuna at hyggja eftir Degi og Viku, tá bylgist stoltleikin í barmi hansara, og hann sigur: ?Tað eri eg, sum forsyrgi míni familju og fái mat í munnin?. Vælsignaðar kvinnur, takið ikki hesa kensluna frá okkum monnum!
Kári vísti nú til sangin sum sigur, at báturin var lívsgrundarlagið undir tí gamla føroyska samfelagnum:
Mítt føðiland tað fátækt er, eg veit tað væl.
Ei gullsand áin við sær ber um fjalladal.
Men meðan líðin elur seyð og havið fisk,
So fæst við Guds hjálp dagligt breyð á føroyings disk.
Gud signi mítt føðiland Føroyar.
- Hesar reglur siga nógv um, hvørjar lívstreytir, forferdar okkara høvdu. Peningur var nærum ikki nýttur, og maturin var fuglur, fiskur, kjøt, eplir og korn. Goymsluhættirnir vóru turt ella saltað. Hóast smá kor, so vóru teir gomlu mangan meira takksamir, enn vit eru í dag í yvirflóð okkara. Fyri teir var bønin í faðirvár: ?Gev okkum í dag okkara dagliga breyð? ikki nøkur sjálvfylgja, tí tað kom meira enn so fyri nógvastaðni, at tey ikki vistu, hvat skuldi fáast til matna komandi dagarnar.
Bornir uppi av dreymum?
Kári vísti á, at forfedrarnir leitaðu higar í smáum bátum, og var tað alt annað enn vandaleyst at sigla tvørtur um Atlantshav, har orkan einans var árar og segl.
- Men teir vórðu allir bornir uppi av dreyminum um at koma til eitt land, har livilíkindini vóru betri, enn tey vóru í landinum, haðan teir fóru.
Hann segði, at frásagnirnar eru ymiskar um, hvaðan fyrstu niðursetumenninir komu, sum settu búgv her, hví teir rýmdu heimanífrá, og hví nakrir hildu leiðina fram til Íslands og Grønland.
- Tann best kenda søgan sigur, at teir. sum ikki kláraðu siglingina vegna sjóverk, blivu settir av í Føroyum, meðna teir dugnaligastu hildu leiðina fram. Mær dámar best tí grønlandsku útleggingina sum sigur, at teir, sum høvdu reinastu samvitskuna og tískil minst at óttast fyri hevndaratsóknum, fóru upp á land í Føroyum, meðan hinir hildu fram. Jú, verri samvitskan var, jú longri burtur leitaðu teir.
Kári ásannaði á træbrúnni á Bakka, at hann nú hevði gloymt tíð og stað, tí tankarnir fóru at sveima so víða.
- Men eg fari at biðja tykkum bera yvir við mær, legði hann aftrat.
Hann segði, at ein hátíðardagur sum hesin, eigur at vera hugnaligur, tí øll kunnu
fegnast um eitt stórt stig til tess at betra um umstøðurnar við bátahylin á Bakka.
- Flest øll eru vónandi samd við mær í, at stig fyri stig loysnin er einasta gongda
leiðin. Verður avgerð tikin um, at bátahylurin framhaldandi skal liggja her, verða ábøtur gjørdar eftir tørvi og fíggjarorku. Nú bátafelag á Bakka er stovnað, vónar havnanevndin, at ynskir og hugskot koma frá felagnum um, hvussu skynsamiligast kann farast fram.
Eingin loysir
Í røðuni nam Kári við søguna, hann herfyri hoyrdi ein kollfirðing siga frá einum
veljarafundi í Kollafirði:
- Her hevði eitt av valevnunum orðið og greiddi so livandi frá, hvat gerast skuldi
komandi valskeið. Eisini greiddi hann frá, hvat framt var í skeiðnum, sum farið var. Eitt nú segi hesin, at nú høvdu kollfirðingar fingið ein góðan bátahyl ? ja, hetta var so nógv tann besta í landinum. Ja, hylurin var so góður, at ongin av bátunum, sum var komin at liggja í bátahylinum, fór útaftur.
At enda takkaði havnanevndarformaðurin øllum, sum virkað hava fyri, at hesin dagurin gjørdist veruleiki.
- Eg vóni, at nýggja bátahúsið saman við betraðum umstøðum kring og í
hylinum fara at skapa góðan trivna og nøgdsemi, segði Kári P. Højgaard.