in meira, hvat øll onnur fóru at halda. Eg tordi øgiliga illa útaftur, tí eg var sannførd um, at øll onnur fóru at halda, at tað var mín skuld. At eg var orsøkin til, at Per gjørdi tað, greiðir Erla frá [...] hon heldur fram, at trúgvin á Gud hevur hjálpt og styrkt hana væl í sváru tíðini aftaná. Stutt tíð var fráliðin, tá Erla byrjaði at hoyra søgur, sum vóru farnar at ganga. Ein var, at Erla skuldi vera við [...] tað var so ljótt av honum. Men eg skilti avgerðina hjá honum hóast alt. Eg veit, at hann hevði nógvar og tungar trupulleikar at dragast við, men eg helt, at hann var ræðuliga sjálvsøkin at taka lívið av sær
flogternu: - Nógv halda, at arbei_i_ bert er grunda_ á at veita tænastu, men ta_ er ta_ rætt og slætt ikki. Í høvu_sheitum eru vit her fyri at tryggja, at alt er í lagi. At vit so eisini bor_rei_a mat og [...] nakrar royndir, á_renn tú fært loyvi at arbei_a umbor_. - Eitt nú eitt trygdarskei_ har tú lærir, hvat tú skalt gera í eini ney_stø_u. So ta_ er ikki bara sum at siga ta_ at arbei_a á einum fer_afólkaflogfari [...] umbor_ á Atlantic Airways. Flogtænari, flogkallur, flogsveinur, flogskarvur, steward ella flogterningur vóru uppskotini, sum vóru á lofti millum flogternurnar, i_ vóru til arbei_is henda túrin: Á Málstovuni
eitt álvarsamt óhapp á eini hoppiborg í Klaksvík leygardagin seinnapartin, í sambandi við at Norðoyartunnilin lat upp. Ein 11 ára gamal drongur varð so illa fyri, at hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið við [...] tunnilin fyrst av øllum. Á Landssjúkrahúsinum varð drongurin alt fyri eitt kannaður, og tað varð síðani staðfest, at hóast heilt illa stóð til, fingu tey boð um, at drongurin helst fór at koma seg skjótt. Drongurin [...] Nybo. Jóhan á Plógv ásannar, at hann kanska onkuntíð hevur gloymt at sagt, hvørji fyrivarni skulu verða tikin við hoppiborgum, og váttar somuleiðis, at tað ongantíð ber til at siga við vissu, at tað ikki
er júst sovnaður. Tóku avgerð um at ættleiða í 2003 Á sumri 2003 fóru Joan Danielsen og maður hennara Signar Johannesen at hugsa um at ættleiða, eftir at hava roynt tríggjar ferðir við reagensglasi: - [...] slapp at síggja síni nýggju foreldur: Hóast vit vóru sera spent, vóru vit somuleiðis púra rólig, tá vit endiliga sluppu at síggja Bjarna. Hann lá í síni song og bíðaði. Tað var so ófatiliga stórt at síggja [...] forloysandi endiliga at sleppa at síggja Bjarna, sigur Joan. Blíðskapur í hásæti Joan greiðir frá, at hóast tey vóru í Etiopia og alt var so fremmant, var tó sera heimligt og hugnaligt á barnaheiminum: Øll
víst, at næsti dagurin ella annar dagurin eftir verður fínur. Mánakvøldið vóru fín fótbóltslíkindi á Skála, og soleiðis var tað eisini á Toftum og í Klaksvík. Tað hevði verið ólíkað, at HB vitjaði á Svangaskarði [...] brúkilig í Vági og í Gundadali. Á Skála, á Toftum og í Klaksvík vóru tað ikki líkindi at spæla fótbólt. Á Skála tóku teir skilagóðu avgerðina at útseta. Í hinum báðum plássunum treiskaðust teir, hóast líkindini [...] skilst á tosinum, at tað skal hava spælt inn, tá ið dómararnir hava umhugsað støðuna, at eitt ella fleiri mál vóru komin. Hetta er púra burturvið. Um dómarin eftir t. d. 1. hálvleik heldur, at tað ikki
hevði bygt sítt álit á, vildi tað annarleiðis. Jógvan og eg møttust fyrstu ferð á einari ungdómslegu í 1969 vesturi á Zarepta. Vit komu at búgva á sama kamari, og tað vísti seg, at vit fungeraðu bara saman [...] plagdu vit at koyra runt og leita eftir sólini. Vit kundu fara eftir oyggjarvegnum til Leynar, Kvívíkar og Eiðis fyri síðani at enda uppi yvir Funningsbotni, har vit sólaðu okkum nakrar tímar og so koyrdu [...] stuttligar løtur uppi á loftinum. Tað var um hetta mundið, at Jógvan byrjaði at kenna seg eitt sindur illa - restina kenna vit tíverri alt ov væl. Bert eina viku áðrenn Jógvan andaðist, vóru vit eina seinastu
Jebb Bush, guvernørur, ætlar ikki at lata seg taka á bóli, nú ársins fyrsta tropiska ódn ber við land í Florida í kvøld. Hann hevur tí givið fólki boð um at fara burtur frá strondini og av nøkrum smáum [...] og sambært løgregluni hava umleið 21.000 fólk fingið boð um at flyta. Í gjár herjaði Alberto vestara part av Kuba. Vindferðin var upp í góðar 70 kilometrar um tíman, og tað regnaði av grimd, so stór øki [...] undir í vatni. Amerikonsku veðurmanninir høvdu væntað, at vindurin fer at veksa, áðrenn Alberto ber við land í Florida, men í dag var líkt til, at vindurin var minkandi. Veðurmenninir stúra kortini meiri
góðan hugburð, so er spurningurin, um møguleikin fer at koma aftur at gera mál. Sunnudagurin, tá ið tað varð lossað fram í høvdið á Bartali Eliasen og Símuni Eliasen, bar ikki boð um, at KÍ skal spæla seg [...] fótbóltsavrikið, sum hevur verið at sæð í Føroyum í ár. ÍF er manningarliga illa spert. At fyritreytirnar hjá teimum eru verri enn tær áttu at verið í Klaksvík sæst aftur í, at tveir spælarar, sum ikki eiga [...] tóktist tað sum um, at ÍF venjarin helt møguleikarnar vera betri fyri, at tað skuldi eydnast hansara monnum at vinna, heldur enn at teir skuldu missa øll stigini. Tá ið hálvur tími var eftir, varð Bartal Eliasen
tí náttúrligt at hugt verður at hesum útreiðslum, og eftir møguleikum at tálma teimum. Játtanir skulu haldast, og tí liggur ein stór ábyrgd á Stuðulsfólkaskipanini at bera so í bandi, at øll børn, sum [...] r hesar fóru at hava við sær. Tá varð eisini kunnað um, at allir stuðlar fóru at vera sagdir úr starvi, og at lýst fór at verða eftir fólki til nýggju stuðulsskipanina. Allir stuðlar vóru sjálvandi vælkomnir [...] aftur, stóð ikki á at fáa fólk at loysa av og at taka eyka tøk í hesari stravnu tíð. Tað ber boð um, at Almannastovan hevur trúgvar og ábyrgdarfullar stuðlar, og tíbetur hava mong valt at søkja inn aftur
spurningar, sum bóru boð um, at talan var meiri enn um fótbóltsdyst. Hetta var meiri enn so. Millum spurningarnir vóru hesir: Er tað hysteriskt at rokna tap í hesum dystinum sum boð um, at tjóðin er í kreppu [...] milliónir evrur at byggja. Tað eru 1,4 milliardir krónur. Tað er vítt til veggja og høgt til loftið. Hetta er fyrsta ferðin, at vit eru til innandura fótbólt. At takið er lagt á er ikki fyri at sleppa undan [...] næsta borðið á kafe, og tað er eingin endi á, hvussu nógv vilja heilsa upp á fryntliga mannin og at verða avmyndað saman við honum. Ongland hevur tapt kríggið, og orsøkirnar verða rannsakaðar á gistingarhúsinum