Bjarni er okkara

- Eg havi ongantíð hugsað, at onkur annar eigur Bjarna. Heldur hugsi eg, at vit hava fingið eina stóra gávu, og Bjarni ein nýggjan møguleika, sigur Joan Danielsen, ið fyri kortum hevur ættleitt saman við manni sínum.

Tað regnar illa uttanfyri og komi tískil brestandi inn í durin hjá Joan Danielsen og Signari Johannesen. Joan kemur alt fyri eitt ímóti mær og biður meg ikki larma, tí lítli átta mánaðar gamli Bjarni er júst sovnaður.
Tóku avgerð um at ættleiða í 2003
Á sumri 2003 fóru Joan Danielsen og maður hennara Signar Johannesen at hugsa um at ættleiða, eftir at hava roynt tríggjar ferðir við reagensglasi:
- Vit hugsaðu aftur og fram um hetta í eina tíð, men í novembur 2003 tóku vit endaligu avgerðina og settu okkum í samband við AC, ið er ein ættleiðingarmiðdepil í Danmark, sigur Joan, meðan hon skeinkir mær te í krússið.
Eftir hetta sendu Joan og Signar eitt umsóknarblað til stovnin, og síðan skuldi ríkisumboðið góðkenna tey sum foreldur:
- Tað er rættiliga ymiskt, hvat ættleiðingarlondini krevja. Eitt nú skalt tú vera giftur, hava eina blanka revsiváttan o.s.fr.
Vanliga plagar tað ikki at taka so langa tíð at verða góðtikin av ríkisumboðnum. Hjá Joan og Signar gekk eitt hálvt ár:
- Vit vórðu góðkend í mai 2004.
Velja land
Tá umsóknin hjá Joan og Signari endiliga varð góðkend, fingu tey boð um at velja, hvat land tey ynsktu at ættleiða úr:
- Vit høvdu langt síðan avgjørt at velja Etiopia, tí har var bíðilistin ikki langur, og børnini lutfalsliga smá, tá ein fær tey í uppskoti. Men ta tíðina vit høvdu bíðað eftir at verða góðkend, var bíðilistin vaksin munandi. Og í Etiopia eru somuleiðis tíðarskeið, har tað ikki hendir so nógv.
Á ættleiðingarmiðdeplinum AC siga tey, at vanliga tekur tað 1½-2 ár frá, familjan er góðkend, og til hon kann fara eftir barninum. Ì Danmark skal familjan vanliga gjøgnum trý ymisk stig, áðrenn hon verður góðkend, men í Føroyum er bert tað eina stigið:

- Familjan fær vitjan av einum sosialráðgeva, ið skrivar eina frágreiðing til ríkisumboðið, ið síðan tekur støðu til, um familjan er egnað ella ikki til at fáa barn. Men hesa vitjan skal ein als ikki ræðast, tí í roynd og veru er tað bara eitt hugnaligt prát, heldur Joan fram.
Bíðitíðin long
Joan ásannar, at frá teirri tíð, at familjan er góðkend, og til hon fær meira at vita um barnið, er næstan einki at gera uttan at bíða:
- Tað er eitt sera strævið tíðarskeið. Men heimasíðan hjá AC hjálpir tær ein heilan hóp. Har er ein bíðilisti, ið verður dagførdur 14. hvønn dag. Og tað hjálpir ómetaliga nógv at síggja, at tú veruliga flytur rætta vegin upp eftir listanum.
Meðan Joan og Signar bíðaðu, fyrireikaðu tey seg til at gerast foreldur og at búgva seg til sum frægast. Eitt nú prátaðu tey nógv um, hvat fyri forðingar teirra barn møguliga fór at fáa í Føroyum. Tað kemur jú frá einum øðrum landi og hevur annan húðalit, sigur Joan og skoytir uppí, at tað er sera umráðandi at vera opin fyri teimum nærmastu um ættleiðingina, so alt verður so natúrligt, sum tað yvirhøvur kann verða, tá barnið kemur til landið:
Vanliga plaga føroyingar at ættleiða úr Korea, Kolumbia og India. Og tá vit fortaldu familju og vinum okkara, at vit ætlaðu okkum at ættleiða úr Etiopia, vóru reaktiónirnar ymiskar. Onkur segði eitt nú: Áh ja, spennandi, men har eru børnini jú so myrk, men hetta tóku vit als ikki illa upp, staðfestir Joan.
Stovnaðu mammubólk
Meðan Joan og Signar bíðaðu eftir sínum barni, kom Joan á eini kjakheimasíðu í samband við eina aðra kvinnu, ið somuleiðis hevði valt at ættleiða úr Etiopia:
Vit fóru at práta saman og hildu ein dagin, at tað hevði verið stuttligt at stovnað ein mammubólk fyri aðrar mammur, ið vóru í somu støðu sum vit. Vit stovnaðu bólkin, og alt fyri eitt komu fleiri og fleiri mammur við. Síðan tá hava vit átta mammur annan hvønn mánað hugnað okkum saman við morgunmati, sigur Joan og skoytir uppí, at mammubólkurin hevur verið til sera góða hjálp:
Mammubólkurin hevur verið ein góð fyrireiking, hjálp og stuðul. Tað er jú sera tryggjandi at práta við aðrar kvinnur, ið eru í somu støðu sum ein sjálvur.
Barnið til reiðar
Í januar 2006 fingu Joan og Signar í einum brævbjálva endiliga at vita, at í Etiopia lá eitt barn og bíðaði eftir teimum:
Tá ein fær slíkt at vita, verður tað kallað eitt uppskot. Familjan skal síðan taka støðu út frá eini mynd og nøkrum fáum upplýsingum, um hon ynskir at góðkenna hetta barnið. Men vit ivaðust onga løtu og góðkendu á standandi fót.
Í brævbjálvanum fingu Joan og Signar somuleiðis at vita, at barnið var ein drongur, hvussu stórur hann var, at hann dugdi at spæla, flenna, liggja á búkinum og var koppsettur:
Um eg í brævinum hevði fingið at vita, at hann eitt nú var sjúkur, hevði eg í roynd og veru havt møguleika at avvísa hann, men eg kann veruliga ikki ímynda mær, at eg nakrantíð hevði gjørt tað, sigur Joan við brosandi eygnabrá og heldur fram, at tað bæði var ein fantastisk, men somuleiðis undarlig kensla brádliga at fáa ein mynd upp í hendurnar av einum fremmandum barni:
Eg kendi tað júst, sum hevði eg kent hetta lítla barnið so leingi, bara uttan at vita, hvussu tað sá út. Eg hevði jú borið tað í hjartanum í tvey og eitt hálvt ár, og tá eg so fekk myndina, vóru kenslurnar púra ektaðar. Eg elskaði hann veruliga frá fyrstu løtu.
Til Etiopia
Eftir hetta fingu Joan og Signar at vita, at tey kundu koma til Etiopia eftir beiggjanum ein mánað seinni. Og tann 6. februar 2006 upprann so dagurin, tá lítli beiggin Bjarni Zerubabel Signarson fyri fyrstu ferð slapp at síggja síni nýggju foreldur:
Hóast vit vóru sera spent, vóru vit somuleiðis púra rólig, tá vit endiliga sluppu at síggja Bjarna. Hann lá í síni song og bíðaði. Tað var so ófatiliga stórt at síggja hann, at vit í roynd og veru at kalla ikki registreraðu løtuna kanska nøkur tár trillaðu oman eftir kjálkunum, uttan vit vistu av teimum. Men tað kendist framúr, eisini tí hann var so glaður fyri at síggja okkum. Tað var rætt og slætt sera forloysandi endiliga at sleppa at síggja Bjarna, sigur Joan.
Blíðskapur í hásæti
Joan greiðir frá, at hóast tey vóru í Etiopia og alt var so fremmant, var tó sera heimligt og hugnaligt á barnaheiminum:
Øll starvsfólkini vóru fitt og blíð og bjóðaðu okkum kaffi og poppkorn, ið er sermerkt matskrá í Etiopia. Vit høvdu somuleiðis nakrar smáar persónligar gávur til øll starvsfólkini og blæur og leikur til børnini, og hetta vóru øll sera takksom fyri.
Aftur í Føroyum
Joan metir, at tá ein endiliga er komin heim til Føroya við barninum, er sera týðandi at vera heima við hús í frið og náðum:
Tað loysir seg ikki at resa runt, tí tað er sera týðandi fyri barnið at binda frið og læra nýggja, trygga umhvørvið at kenna soleiðis, at barnið at enda kann kenna seg heima og mennast. Somuleiðis er tað umráðandi at gera gerandisdagin so einfaldan, sum til ber. Bjarni trívist betur og betur her heima hja okkum fyri hvønn dag, ið gongur, men hann var jú eisini so lítil, tá hann kom til okkara, at ættleiðingin kanska ikki hevur ávirkað hann so nógv. Men hóast Bjarni hevur verið heima hjá okkum í Føroyum í tríggjar mánaðir, fara vit tó ikki enn í stórar føðingardagar, veitslur o.a. við honum.
Ov illa upplýst
Joan heldur, at ættleiðing er ov illa upplýst í Føroyum, men fegnast tó um, at eitt ættleiðingarfelag fyri kortum er sett á stovn:
Tey flestu, ið ikki fáa børn á vanligan hátt í Føroyum, royna fyrst og fremst við reagensglasi. Hetta kemst helst av, at í Føroyum hoyra vit ikki so nógv um ættleiðing, men tað er framúr, at eitt ættleiðingarfelag er sett á stovn, tí so kunnu ættleiðingarfamiljurnar skapa eitt net saman. Í roynd og veru skulu vit ikki ræðast at ættleiða. Tað er rætt og slætt ikki so trupult, sum nógv halda, sigur Joan.
Úr durinum hoyra vit spjálkran. Joan reisist alt fyri eitt og kemur lítla løtu seinni inn í køkin við Bjarna, ið er glaður fyri at vera vaknaður og sendir mær við tað sama eitt stórt bros. Átta mánaðar gamli Bjarni sær tryggur og væl nøgdur út í føvninginum á nýggju mammuni. Vit sita eina løtu við køksborðið og práta við Bjarna, ið sýnist at vera kvikkur og væl fyri í allar mátar. Eftir eina løtu leggur Joan hann á eitt spæliteppi á gólvinum. Bjarni tekur alt fyri eitt í eina leika og hugnar sær óført.