Turkur í góðveðrinum

Lítið skil var á fótbóltsspælinum, og málmøguleikarnir vóru fáir og smáir, tá ið ÍF styrkti um sína støðu í kappingini at sleppa undan niðurflyting, og KÍ misti í kappingini um fremstu plássini

Fótbóltur

Tað er ilt at taka dagar ímillum, og kanska er HM orsøk til, at krøvini til føroyskan fótbólt gerast ov høg. Men tað skal vera heilt undarligt, um hetta ikki mundi vera eitt tað vánaligasta fótbóltsavrikið, sum hevur verið at sæð í Føroyum í ár.
ÍF er manningarliga illa spert. At fyritreytirnar hjá teimum eru verri enn tær áttu at verið í Klaksvík sæst aftur í, at tveir spælarar, sum ikki eiga rúm millum átjan teir fremstu hjá KÍ, nú royna seg millum teir fyrstu ellivu í Fuglafirði.
Tórður Lervið var vinstri vongverji. Setningurin hjá honum var at taka sær av Hjalgrími Elttør, sum higartil í ár hevur verið mest eyðsýndi klaksvíkingurin, og ta uppgávuna megnaði Tórður Lervig so mikið væl, at landsliðsspælarin ongantíð legði innfyri frá baklinjuni.
Hesa ferð var størsti stríðsmaðurin á ÍF miðvøllinum, Eyðun Ryggshamar, ikki við, og í fyrstu atløgu hevði venjarin valt at lata Bartal Eliasen vera í miðverjuni saman við Símuni Eliasen.
Fuglfirðingar sýndu góðan hugburð. Teir stríddust, og fyrstu løtuna, tá ið teir á miðvøllinum vunnu flestu nærdystirnar, var bólturin meiri á KÍ hálvuni, enn hann var hinumegin.
Tað eydnaðist tó ikki hjá ÍF at spæla seg til málmøguleikar.
Fyritreytirnar hjá teimum fremstu vóru ikki serliga góðar. Neyvleikin í samanspælinum var ikki nóg stórur, og tað kom sjáldan fyri, at álopsspælararnir vendu rætt, tá ið teir fingu bóltarnar serveraðar í alt annað enn góðari hædd.
Sum 2. hálvleikur leið, tóktist tað sum um, at ÍF venjarin helt møguleikarnar vera betri fyri, at tað skuldi eydnast hansara monnum at vinna, heldur enn at teir skuldu missa øll stigini. Tá ið hálvur tími var eftir, varð Bartal Eliasen fluttur fram í álopið. Tað bar størri tyngd við sær, uttan at nakað spurdist burturúr enn drápuligir nærdystir við fuglfirðingin á KÍ liðnum, Høgna Madsen, sum sýndi framúr hugburð og mundi vera tann drúgvasti millum teir bláu.

Flogið er burtur
Klaksvíkingar eru púra dotnir burtur í einki. Venjingarligi fyrimunurin, sum teir tóktust hava tíðliga í kappingini, er burtur. Flytingarnar eru fáar og smáar, skjótu menninir fáa ikki ferð á, áðrenn teir fáa bóltin, og tað er ilt at síggja nakra samanhangandi ætlan í tí, sum gongur fyri seg.
Oftast verður tað sparkað høgt og langt  og skeivt. Viðhvørt royna summir at spæla, men tað tykist kennast sum stór fyritøka, tí bóltførleikin er ikki, sum hann áður hevur verið hjá fleiri av spælarunum. At einfalt avleveringsspæl ikki eydnast ber við sær, at sjálvsálitið minkar, og at hugburðurin ikki verður tann, sum skal til. Tað sást aftur í, at klaksvíkingar taptu nógvar nærdystir á miðvøllinum.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki umskipaðu teir, og teir høvdu betri fatur á trýstinum, tá ið Marek var farin í vinstra borð, Harley í høgra borð og Símun Joensen á miðvøllin.
Paul Clapson og Christian Lundberg vóru í fremstu røð. Clapson sást yvirhøvur einki til. Hann var stutt sagt blindur ferðamaður. Christian Lundberg hevði ein málmøguleika. Sjey minuttir undan steðginum sendi hann eftir innlegg úr høgru við høvdinum og í handara stólpan. Harvið hvarv møguleikin fyri yvirskrift, sum kundi ljóðað, at Christian kom, sá og sigraði.
Møguleikin kom ongantíð aftur, og hóast danski hjálparmaðurin tyktist hava góðan hugburð, so er spurningurin, um møguleikin fer at koma aftur at gera mál. Sunnudagurin, tá ið tað varð lossað fram í høvdið á Bartali Eliasen og Símuni Eliasen, bar ikki boð um, at KÍ skal spæla seg til kjansir og harvið hava møguleikar at gera mál.
Mikukvøldið fer HB at vitja í Klaksvík. Hóast havnarmenn munnu vera troyttir eftir væl eydnaða Intertoto Cup ferð, so skal nógv vera øðrvísi hjá KÍ mikukvøldið, enn tað var sunnudagin, um tað skal eydnast at fáa nakað sum helst burturúr móti HB, sum spælir væl, og sum hevur greitt konsept. Sovorðið finst ikki í Klaksvík í løtuni.
Javnleikurin bar við sær, at KÍ misti í toppstríðnum, og at ÍF styrkti eitt sindur um sína støðu í kappingini fyri at sleppa undan niðurflyting. Sunnudagin skal ÍF á vitjan í Gundadali, har B36 bíðar.