Eitt nýtt og betri tilboð til brekað børn í Føroyum

Almannastovan leggur alla orku í at menna eina nýggja og betri stuðulsfólkaskipan.
Vit vita, at foreldur kenna seg ótrygg, og tað harmast vit um, men vit kunnu vissa tey um, at alt verður gjørt fyri at fáa stuðulfólkaskipanina umskipaða so skjótt, sum til ber. Størvini í skipanini verða sett í hesum døgum, og vit kenna okkum vís í, at vit við nýggju skipanini fáa eitt betri tilboð til børn, ið bera brek og familjur teirra.

Petra Johnsdóttir Joensen
Stjóri á Almannastovuni

Ein nýggj skipan var tiltrongd
Almannastovan hevur leingi umsitið stuðulsfólk til børn við breki. Stuðulsfólk vóru fyrr sett eftir § 17 í forsorgarlógini, sum ein lógarbundin veiting. Stuðulsfólk vóru sett hvørjum einstøkum barni eftir umsókn frá foreldrunum, um mett var at tørvur var á hesari veiting.

Stuðulsfólkaskipanin hevði partvís til endamáls at vera ein bráfengis hjálp, har sum skipaði tilboð ikki vóru til, t.d. bústovnar ella umlættingartilboð. Eisini skuldi skipanin gera tað møguligt hjá familjum at hava børn við breki búgvandi heima, og stuðulsskipanin var á henda hátt eisini eitt alternativ til onnur skipað tilboð.

Stuðulsfólk vóru til árslok í fjør sett eftir hesi lógargrein. Løgtingið helt tað tó vera neyðugt at broyta lóggávuna av fleiri orsøkum.
"Landsgrannskoðarin metti ikki, at heimild var at rinda lønir eftir § 17 í forsorgarlógini.
"Tá ið stuðulsfólk vórðu sett eftir hesari lógargrein, vórðu tey sett at vera um eitt ávíst barn, og tað bar illa til at samskipa arbeiðið ella flyta stuðulsfólk til aðrar uppgávur, um tørvurin hjá barninum broyttist.
"Tað bar ikki til at fáa til vega fysiskar karmar, har børn við líknandi tørvi kundu fáa tilboð saman, tí lógin bert heimilaði tilboð til hvørt einstakt barn, og verandi stuðulsfólkaskipan kundi tí ikki taka á seg fastar rakstrarútreiðslur.
"Stuðulsfólk vórðu í stórum tali í starvi á dagstovnum, og tað hevði við sær ógreið setanar- og leiðsluviðurskifti hjá hesum stuðlum, tí stuðlarnir starvaðust inni á dagstovnunum, men hoyrdu kortini ikki til starvshópin.

Tvær lógargreinir vórðu tí broyttar. § 5 í dagstovnalógini varð broytt, so at børn, ið kundu integrerast í kommunalum ansingartilboðum, frameftir skuldu vera ábyrgdarøki hjá kommununum. Forsorgarlógin bleiv broytt, so at heimildin at seta stuðlar var flutt úr §17 til eina nýggja §32c, sum ásetur, at stuðulsfólkaskipan skal setast á stovn til børn við heilt serligum tørvi, og at hon verður umsitin av Almannastovuni.
Tey børn, sum eru fevnd av §32c, eru tey, ið hava so víðfevnd brek, at tey ikki kunnu integrerast í kommunalu ansingartilboðini, og tey børn, sum eru farin um tann aldur, sum kommunalu tilboðini fevna um, men sum enn tørvar stuðul vegna brek teirra.
Tá ið hesar lógir vórðu broyttar, var samstundis ein meting gjørd av, hvussu nógv av børnunum kundu integrerast, og hvørji børn áttu at hoyra til skipanina hjá Almannastovuni. Í hesi uppgerð var funnið fram til, at kr. 12,7 mió. skuldu fylgja við til kommunurnar, og at stuðulsfólkaskipanin á Almannastovuni skuldi fáa eina rakstrarjáttan, sum í 2006 er kr. 16,8 mió.

Kunning til foreldur og stuðlar
Broytingarnar eru stórar, og foreldur og stuðlar hava sjálvandi krav upp á kunning um nýggju skipanina. Tí helt Almannastovan í januar og februar kunnandi fundir í Havn, í Klaksvík, í Eysturoynni og í Suðuroy, fyri foreldrum, stuðlum, kommunum og dagstovnum. Á fundunum varð greitt frá lógarbroytingunum, og hvørjar avleiðingar hesar fóru at hava við sær. Tá varð eisini kunnað um, at allir stuðlar fóru at vera sagdir úr starvi, og at lýst fór at verða eftir fólki til nýggju stuðulsskipanina. Allir stuðlar vóru sjálvandi vælkomnir at søkja inn í nýggju skipanina, men tað varð gjørt teimum greitt, at alt økið mátti skipast av nýggjum.

Tøkk til stuðulsfólkini
Almannastovan noyddist at siga 133 stuðulsfólkum úr starvi, skipa økið av nýggjum og manna skipanina av nýggjum. Stuðulsfólkaskipanin veitir stuðul til børn við heilt serligum tørvi- kring alt landið- allar tíðir av samdøgrinum, og uppgávan er tí rættiliga stór.
Samstundis ráddi um at ansa eftir, at verandi fyriskipanir ikki duttu niðurfyri, meðan økið varð umskipað. Við góðari hjálp frá stuðlunum, bar hetta í flestu førum til. Hóast fólk vóru søgd upp og ikki vistu, um vit fingu boðið teimum starv aftur, stóð ikki á at fáa fólk at loysa av og at taka eyka tøk í hesari stravnu tíð. Tað ber boð um, at Almannastovan hevur trúgvar og ábyrgdarfullar stuðlar, og tíbetur hava mong valt at søkja inn aftur í nýggju stuðulsfólkaskipanina.
Tey mongu góðu viðmælini, sum stuðlar hava fingið frá foreldrum, og at foreldrini hava ynskt at varðveita stuðlarnar, bera eisini boð um, at vit hava mong dugnalig og røkin starvsfólk.
Nógvar setanir ganga út 30. juni, og tí er umráðandi, at skipanin nú fæst at virka eftir ætlan. Stuðulsfólkaskipanin hevur havt meginpartin av setanarsamrøðunum, og hildið verður á uttan íhald. Mong fólk eru longu sett í starv, og í endanum av hesari vikuni verður skipanin fullmannað.

Einstakar fyriskipanir vóru raktar
Tíverri vísti tað seg at vera trupult at halda øllum fyriskipanum á sama støði sum higartil í skiftistíðini. Tað hevur í einstøkum førum verið trupult at manna avloysarastørv, til endaliga setanarumfarið hevði verið, og tað harmast vit almikið um. Øll gera tó sítt ýtarsta at fáa viðurskiftini nøktandi sum skjótast, og tí fara allar setanir at vera avgreiddar í hesari vikuni.
Í øðrum førum vita vit, at foreldur hava kent seg ótrygg, hóast stuðulin ikki er minkaður. Tað er somuleiðis væl skiljandi. Eftir stóra kunningarátakið vildu foreldur, sum rímiligt er, vita, hvussu tilboðið fór at vera til júst teirra barn. Tað hevur tó tikið longur tíð at greiða, tí tørvurin er so sera ymiskur, og skal tørvurin nøktast innan fyri játtanina, uttan at tilboðini versna, so krevur tað neyva samskipan og nýhugsan.
Tilboð fara í summum førum at verða broytt, og vit fara tí her stutt at greiða frá teimum ætlanum, sum eru við nýggju skipanini.

Møguleikar og krøv
Skiftið frá lógarbundnari játtan til rakstrarjáttan hevur vakt stúran hjá nógvum foreldrum. Tað er væl skiljandi. Fyrr skuldu ráðgevarnir á Almannastovuni ikki taka fíggjarlig atlit, tá ið stuðulsfólk skuldu setast, men skuldu játta stuðulin, um tey mettu, at hann var neyðugt tiltak. Tørvurin á stuðli er stórur, og útreiðslurnar til stuðulsfólk er eisini vaksnar uml. Kr. 4 mió hvørt ár seinastu árini. Tað er tí náttúrligt at hugt verður at hesum útreiðslum, og eftir møguleikum at tálma teimum. Játtanir skulu haldast, og tí liggur ein stór ábyrgd á Stuðulsfólkaskipanini at bera so í bandi, at øll børn, sum tørvar stuðul úr skipanini, fáa hann innan fyri ta játtan, sum verður henni lutað til.
Tí er tað gott, at stuðulsfólkaskipanin eisini hevur fingið nøkur nýggj amboð at arbeiða við.
Fyrst er at nevna, at stuðlar ikki longur verða settir einum ávísum barni. Tað merkir, at um børn kunnu stuðlast á fullgóðan hátt við minni enn einum stuðli, so verður tað at vera gjørt. Hesa broytingina eru summi foreldur rættiliga stúrin um. Tey eru von at vera við til at gera av, hvør skal setast sum stuðul, og hava mangan sjálv skula gjørt av, hvussu stuðlar hava arbeitt, funnið avloysarar v.m. Nú, stuðulsfólk verða sett í eina skipan, ber ikki til at taka foreldrini við upp á ráð í mun til sjálva setanina, tí setanin hjá stuðulunum er ikki júst tengd at einum ávísum barni. Heldur er skipanin hesum viðvíkjandi, at bera saman við ein stovn, har stovnurin setir fólkini og hevur alla ábyrgdina av at geva eitt gott tilboð á fakliga høgum støði. Hetta er eins og tá ið børn ganga í skúla, barnagarði ella eru á øðrum stovnum. Tá eru foreldur heldur ikki við til at seta starvsfólkini, men tað er stovnsleiðslan, sum hevur ábyrgd av at seta tey fólk, ið verða mett vera best skikkað til starvið.
Nú játtanin er vorðin ein rakstrarjáttan, ber eisini til at hugsa nýggjar tankar, og at gera tiltøk, ið ikki bóru til fyrr, serliga at skapa fysiskar karmar, har partar av stuðulsarbeiðinum kunnu fara fram, og í løtuni er Stuðulsfólkaskipanin farin undir at skipa stuðulsstovur kring landið. Ætlanin er at samskipa tær stuðulsuppgávur, sum kunnu samskipast, á stuðulsstovunum, so at hesi børnini eisini kunnu vera saman við øðrum børnum.

Stuðulstoymi
Arbeiðið fer at verða skipað í stuðulstoymum. Stuðulsfólkaskipanin hevur býtt landið upp í 11 ymisk toymi kring alt landið, so at tey børn, ið hava líknandi tørv, kunnu fáa stuðul frá einum toymi, sum fær møguleikan at menna serligan førleika at taka sær av júst hesum børnum. Tørvurin er sera ymiskur, og tí verða toymini eisini ymisk í stødd og samanseting, men yvirhøvur er galdandi, at stuðlstoymið hevur ábyrgd av øllum børnunum í toyminum, og stuðlarnir skulu kenna og duga at vera um øll børnini í toyminum. Børnini koma tí eisini at kenna fleiri stuðlar, og tað merkir, at um stuðlar gerast sjúkir ella fara í annað starv, eru aðrir, sum barnið eisini kennir og kennir seg trygt við. Hvørt toymi fær ein samskipara, og hesir hava ábyrgd av at samansjóða toymið og at ansa eftir, at stuðulsarbeiðið fer fram sum ætlað. Samskipararnir vera so vítt gjørligt fólk við náms- ella heilsufrøðisligari útbúgving.
Stuðlarnir fáa á henda hátt eisini eitt tryggari arbeiðspláss, við møguleika at menna serligan førleika til ávísan tørv, og á henda hátt vænta vit eitt munandi støðugari og hugaligari arbeiðsumhvørvi hjá stuðlunum.

Ráðgevingin munandi styrkt
Nú Stuðulsfólkaskipanin hevur fingið eina rakstrarjáttan at arbeiða við, ber eisini til at styrkja ráðgevingina til stuðlar og foreldur. Stuðulsfólkaskipanin fer at hava eitt tvørfakligt ráðgevaratoymi, sum skal samstarva við foreldrum, samskiparum og stuðlum um stuðulsuppgávuna, og hava ábyrgd av, at stuðlar vera førleikamentir, so at teir gerast alsamt betur fyri at røkja stuðulsstørvini.

Ein nýggj byrjan
Broytingarnar eru stórar, men vit eru vís í, at tær flestu verða góðar. Vit síggja fram til at kunna bjóða børnunum betri karmar og at fáa umstøður at bjóða stuðlunum førleikamenning, betri ráðgeving og tryggari setanartreytir.
Framvegis fara at henda broytingar, serliga so hvørt sum stuðulsstovurnar koma undir land, og til ber at skipa arbeiðið betur. Stuðulsfólkaskipanin fer at gera sítt besta fyri at kunna foreldrini so hvørt, og at taka foreldrini við upp á ráð, at skipa arbeiðið í stuðulstoymunum, og sjálvandi serliga tá ið um ræður stuðulin til teirra barn.
Tað er tó eisini greitt, at støður kunnu koma, har sum foreldur ynskja øðrvísi, ella víðfevndari tilboð enn stuðulsfólkaskipanin kann bjóða. Almannastovan vónar og sær fram til eitt fruktargott samstarv við foreldrini, so at eisini slíkar støður kunnu greiðast í sátt og semju.