Jóannes Hansen
HM endaspælið er pallurin, har bardagarnir millum tjóðirnar ganga fyri seg. Europa hevur longu vunnið kríggið móti hinum heimspørtunum. Fýra tey bestu í Týsklandi eru Frakland og Italia, sum sunnukvøldið fara at spæla finalu, og Portugal og Týskland, sum fara at spæla um triðja plássið.
Søgan veit frá óteljandi kríggjum í Europa at siga. Seinni veraldarbardagi tóktist leingi at vera endaliga uppgerðin. Eftir kalda kríggið og kommunistiska fallið var tað leingi heitt á Balkan. Sárini eru øgilig, men nú billa vit okkum aftur inn, at har fer at valda friður. Tjóðirnar hava fingið frælsi, og nú hava teir allar kós móti ES. Tjóðskaparstríðini eru vunnin, og síðani verður valdið handað europeisku elituni.
Á fótbóltsferð í Týsklandi síðsta vikuskifti var skjótt at staðfesta, at trongdin í europearunum at dyrka tjóðskaparligu eyðkennini framvegis er stór. Týskland hevur lagt nógv fyri í strembanini at fyrireika so væl, sum tað ber til. Tað stríðið hava teir vunnið.
Stríðið og skuggarnir
Á nýggja stadion í Gelsenkirchen vóru vit átta, sum sótu í lítlu føroysku koloniini aftanfyri málið, har stóra stríðið millum Ongland og Portugal varð avgjørt. Fryntligi týskarin undir liðini á mær var ættaður úr Hanover. Hann býr og arbeiðir í München, og hann átti atgongumerki til finaluna nú sunnukvøldið í Berlin, sum eftir hálva øld í skugganum av kalda krígnum er komin aftur til heiður og æru. Allur ivi er burtur millum týskararnar um, at tað er Berlin og ikki Bonn, sum er teirra høvuðsstaður, og í europeisku tilvitanini verður tað mett sum veldug styrki, at týski høvuðsstaðurin aftur er vorðin nátúrligt knútapunkt á so mongum økjum millum norður og suður og eystur og vestur.
Nýggja stadion í Gelsenkirchen var liðugt fyri fimm árum síðani. Tað kostaði 186 milliónir evrur at byggja. Tað eru 1,4 milliardir krónur. Tað er vítt til veggja og høgt til loftið. Hetta er fyrsta ferðin, at vit eru til innandura fótbólt. At takið er lagt á er ikki fyri at sleppa undan eitt sindur av nógva hitanum. Sum í so mongum øðrum so er tað eisini í hesum førinum sjónvarpið, ið eigur avgerandi orðið. Fyri at sleppa undan keðiligum skuggum á húsaltarunum kring heimin eru sólarstrálurnar útistongdar.
Týskarin undir liðini vónaði, at stóra finalan nú sunnukvøldið skuldi verða millum Týskland og Ongland. Harvið var møguleikin fyri endaligari hevnd yvir tað, sum gekk fyri seg fyri 40 árum síðani, tá ið Ongland vann HM finaluna móti Týsklandi 4-2. Vit kunnu nevna tað 1. fótbóltskríggj og 2. fótbóltskríggj. Tað seinna varð av ongum. Ella er tað útsett.
Vit eru í Gelsenkirchen eygnavitni til, at Ongland endar undir ímóti einum øðrum av fyrrverandi europeisku hjálandaveldunum. Portugal, sum inntil í 1974 var einaræði og fullkomuliga uttanfyri fólkaræðisligu europeisku familjuna, er stinnari í skotkappingini úr ellivu metrum. Úti á válinum hava teir frammanundan víst, at teir spæla meiri nýmótans kontinentellan fótbólt, enn Ongland ger tað, og teirra spælarar hava hildið seg røttu megin markið. Tað er meiri enn kann sigast um mest umrødda fótin í Europa í ár. Roony verður vístur av vøllinum, og Ongland fellur.
Portugisar fegnast, og uttan fyri stadion syrgja mobilu sjónvarpsliðini fyri at varpa ljós yvir, hvussu nýmótans portugisisk tjóðskaparkensla kemur til sín rætt í stovunum kring allan heimin.
Fyri tíggju árum síðani vóru vit fleiri føroysk eygnavitni á Wembley, tá ið Ongland eisini tapti kríggj úr ellivu metrum. Ta ferðina var tað móti Týsklandi. Deyðatøgn valdaði, tá ið á fullsetta og kendasta leikvøllinum í heiminum, tá ið Aston Villa verjuspælarin, Gereth Southgate, royndi seg úr ellivu metrum. Oliver Kahn, sum í HM endaspælinum hevur staðið ella sitið í skugganum av Jens Lehmann, gjørdist stóra hetjan, tá ið hann tveitti seg rætta vegin og við bringuni ella búkinum bjargaði.
Tað hoyrdist væl, tá ið bólturin brast í málverjan, og so fegnaðust týsku áskoðararnir, meðan teir eingilsku sótu slignir á nevið.
Á gistingarhúsinum í Oberhausen, sum bara er eitt korter burtur eftir motorvegnum, búgva vit saman við nógvum viðhaldsfólkum hjá Onglandi. Púrt einki sæst til ófantaligheitirnar, sum í mong ár var vørumerkið hjá eingilsku fótbólts áskoðarunum. Hesir eru høviskir og siðiligir, men teir eru ógvuliga vónbrotnir. At fótbóltsspælarar verða roknaðir meiri enn vanlig fólk, hava vit sæð uttanfyri stadion, meðan vit saman við onglendingum bíðaðu eftir dystinum. Stan Colymore Stan the Man gamli álopsspælarin hjá eitt nú Aston Villa og Liverpool er saman við vinmonnum millum viðhaldsfólkini. Vit sita saman við næsta borðið á kafe, og tað er eingin endi á, hvussu nógv vilja heilsa upp á fryntliga mannin og at verða avmyndað saman við honum.
Ongland hevur tapt kríggið, og orsøkirnar verða rannsakaðar á gistingarhúsinum og ikki minst heima í Onglandi. The Independent brúkti dystardagin forsíðuna til 20 spurningar, sum bóru boð um, at talan var meiri enn um fótbóltsdyst. Hetta var meiri enn so. Millum spurningarnir vóru hesir: Er tað hysteriskt at rokna tap í hesum dystinum sum boð um, at tjóðin er í kreppu? Fer búskapurin at gera skarvslop frameftir, um vit vinna HM? Eiga skotar og walisar at stuðla Onglandi? Hví eru onglendinar so vánaligir í brotssparkskappingum?
Niðurstøðurnar eru ymiskar eftir tapið fyri Portugal. Eingilska pressan er samd um, at svenski venjarin er ein dummur hundur. Hann hevur mergsogið FA fyri pengar, og hann hevur yvirhøvur ikki megnað at samansett besta ættarliðið av eingilskum fótbóltsspælarum í fjøruti ár til ta stríðseindina, sum hann átti og kundi havt gjørt. Møguleikin er spiltur burtur.
Aðra staðni í heiminum verður sæð heilt øðrvísi upp á eingilska fallið. Í Svøríki helt ein, at Ongland eigur ikki styrkina, sum teir sjálvir billa sær inn, at teir eiga. Eingilskur landsliðsfótbóltur hevur fokus á 1966, tá ið teir á heimavølli vunnu HM. Síðani tá hava teir nýtt ymsar undanførslur um, hví tað ikki hevur gingið so væl, sum tað gjørdi fyri fjøruti ár um síðni.
Tað er skjótt at draga paralell til heimspolitikkin. Hvussu stórur sigurin var hjá Onglandi í 2. heimsbardaga eru tað fleiri áskoðanir um. Eingin ivi var um, at leikluturin hjá Onglandi á heimspallinum hevur verið minni síðani, enn hann var frammanundan. Skilagóður granskari helt fyri í Oxford fyri tíggju árum síðani, at tað sjálvandi ikki kundi roynast væl at fara ígjøgnum lívið við bakinum frameftir. Hann hugsaði um, at í Onglandi hugdu teir meiri aftur á stóru kríggini og heimsveldið, enn teir hugsaðu um nútíðina og framtíðina. Teir vildu ikki vera við til at mynda Europa, men grenjaðu meiri um, at tað var órættvíst, at Europa ætlaði at taka pundið og Union Jack frá teimum, helt hann.
Vinnararnir
Týskland tapt týskvøldið móti Italia. Romano Prodi, italski forsætisráðharrin, stórfegnaðist. Uttan mun til hvussu tað fer at hilnast sunnukvøldið ímóti Fraklandi, kann fótbóltsavrikið brúkast í uppgerðini við Berlusconi og ákærurnar um brot á eitt nú fólkaræði og mannarættindi, sum honum hevur verið fyri, og við mutrið og skandalurnar í italskum fótbólti seinastu tíðina.
Franski forsetin, Jacques Chirac, verður heilt víst á heiðursplássi í Berlin sunnukvøldið. Hann er aðal umboðið fyri franskan tjóðskap og fyri, at sjálvandi eigur Frakland á øllum økjum at vera europeiskur liðformaður. Franskur sigur á Italia sunnukvøldið fer ivaleyst at styrkja um eftirmæli hansara sum franskur forseti!
Angela Merkel dugdi væl, tá ið Týskland týskvøldið leið skipbrot í hesi kappingini. Hon var tignarlig saman við Romano Prodi.
Týskland og Frakland hava seinastu árini havt stórar trupulleikar í ES samstarvinum. Tjóðirnar, sum altíð hava verið roknaðar sum botnurin í europeiska samstarvinum, hava staðið seg illa. Búskapurin hevur verið sjúkur. Undanvindurin hjá týskarunum í HM endaspælinum bæði á og uttanfyri vøllin verður tikin sum gott tekin um, at tað nú gongur rætta vegin. Eysturtýska Merkel fekk í sigursróminum síðsta fríggjakvøld klemm frá Franz Bechenbauer, keisaranum úr München. Skuggarnir frá kalda krígnum eru um at vera burtur, og Týskland hevur í HM endaspælinum staðfest, at teir eru á rættari kós.
Uttanfyri nýggja Volks Park stadion í Hamburg og á matstovu við motorvegin sunnanfyri Hamburg sóu vit síðsta fríggjadag, hvat italsku og týsku áskoðararnir løgdu í bardagan á víðvøllunum, sum bara eru 110 x 65 metrar til støddar, og har tað bara eru ellivu, sum umboða hvørja tjóðina.
Eingin áskoðari nýtti vald ella sýndi óhøviskan atburð, men eingin ivi var um, at kenslurnar um heiður og æru fyri føðilandið vóru tær somu, sum tær altíð hava verið.
Í vikuskiftinum verður avgjørt, um Italia ella Frakland næstu fýra árini verður best í ES og í heiminum, og um Týskland ella Portugal verður triði best í ES og í øllum heiminum. Finalupallurin verður olympiska stadion í Berlin. Her var tað, at Hitler í 1936 undirstrikaði sítt vald. Her hava týskarar síðsta mánaðin staðfest, at teir eru um at koma seg eftir kalda kríggið og samanleggingina av stóra landinum, og nú fara fraklendingar og italiumenn á pallin til próvtøku í ultimativa tjóðskaparkrígnum.