FORMULA DEILDIN
9. UMFAR
So er fyrsti triðingurin av kappingarárinum 2006 lagdur afturum. Í vikuskiftinum verður sjøtul settur á næsta triðingin ella á ta orduliga kappingina, sum tað hevur verið tikið til. Sipað hevur tá verið til, at tað eru níggju tey fyrstu umførini, sum eru komin afturat gomlu kappingini.
9. umfarið varð merkt av út av lagi vánaligu verður líkindunum. Sunnudagin vóru líkindini eftir øllum at døma brúkilig í Vági og í Gundadali. Á Skála, á Toftum og í Klaksvík vóru tað ikki líkindi at spæla fótbólt. Á Skála tóku teir skilagóðu avgerðina at útseta. Í hinum báðum plássunum treiskaðust teir, hóast líkindini versnaðu.
Í kjalarvørrinum av sunnudegnum hevur skilst á tosinum, at tað skal hava spælt inn, tá ið dómararnir hava umhugsað støðuna, at eitt ella fleiri mál vóru komin. Hetta er púra burturvið. Um dómarin eftir t. d. 1. hálvleik heldur, at tað ikki eru líkindi at spæla, so eru tað ikki líkindi at spæla. Uttan mun til um støðan er 0-0 ella 4-0.
Í Føroyum er tað einki nýtt í, at tá ið veðrið leikar í ein dag, sum tað gjørdi sunnudagin, so er tað púra víst, at næsti dagurin ella annar dagurin eftir verður fínur.
Mánakvøldið vóru fín fótbóltslíkindi á Skála, og soleiðis var tað eisini á Toftum og í Klaksvík. Tað hevði verið ólíkað, at HB vitjaði á Svangaskarði mánakvøldið, og at GÍ vitjaði í Klaksvík sama kvøldið. So høvdu spælararnir havt góðar fyritreytir at víst, hvør dugur er í teimum. Tað høvdu teir ikki sunnudagin.
Samferðslukervið er so gott nú, at tað hevur ongan týdning, um gøtufólk skulu eina ferð eyka undir Leirvíksfjørð, og at HB legan eina ferð eyka skal inn á Toftir.
Sunnudagin var veðrið so vánaligt í Klaksvík undan dystarbyrjan, at ábyrgdarpersónarnir mettu tað vera beinleiðis óforsvarligt, at bóltdreingirnir fóru út í ódnarveðrið. Í 3-2 mánakvøldið sá tað heilt burtur við út, at spælararnir skuldu standa og kroka undan ættini, tá ið teir av røttum skuldu havt hitað upp og savnað seg um stóru avbjóðingina.
Nú verður fundast so ofta og um so nógv. Her er nakað, sum allur fótbóltsheimurin átti at havt meiri skilagóða felags fatan av, enn hon tóktist at vera sunnudagin.
Óvanliga tætt
Stigatalvan bendir á, at kappingin er sera tøtt. Frá HB á næstfremsta plássinum og aftur til NSÍ á sætta plássi eru trý stig. EB/Streymur hevur stungið seg trý stig framum HB og KÍ. Sunnudagin skal EB/Streymur spæla í Gundadali móti HB. Um heimaliðið tá verður omaná, so verður tað púra javnt. Um samansetta liðið aftur sleppur úr Gundadali við øllum stigunum (teir vunnu 3-2 á útivølli móti HB í 2. umfari), so kann tað fara at verða so skjótt, at EB/Streymur fer at tiltuska sær langt tjóður.
KÍ hevur framvegis ikki tapt. Merkisvert er tað, at bæði klaksvíkingar og meistararnir úr B36, sum leygardagin hittast í Klaksvík, hava havt so ilt við at fáa fulla úrtøku á heimavølli. B36 hevur vunnið ein av fimm heimadystum, og KÍ hevur vunnið ein av fýra heimadystum.
Í botninum er eisini tætt. Við tveimum sigrum á rað hevur ÍF prógvað, at tað ber til at fáa úrtøku, hóast tað leingi hevur gingið illa, og hóast venjarin ikki er skiftur út og nýggir spælarar ikki eru komnir afturat. Tað kann verða motivatión hjá bæði Skála og B68, sum sunnudagin fara at spæla absolutta botnuppgerð á Skála.
KÍ og B36 fara at spæla leygardagin. Sunnudagin sær skráin soleiðis út: NSÍ-ÍF, Skála-B68, HB-EB/Streymur og GÍ-VB/Sumba. So er at vóna, at veðrið verður til vildar. Um tað ikki verður til vildar, so eiga hyggjuráðini at vera at útseta, inntil veðrið verður betri.
Sunnudagin fekk KÍ í hálvleikinum boð um, at bóltdreingirnir skuldu út í ódnina. Sovorðið er óðamannaverk. Felags fatan eigur at verða av, at undir sovornum umstøðum verður eingin fótbóltsdystur bríkslaður at byrja, og um hann er tað, so eigur hann at verða bríkslaður av, tá ið veðrið er so vánaligt. Uttan mun til um støðan er 0-0 ella um mál eru skorað. Veðrið má sær sjálvum ráða.