Í Føroyum hoyra vit somuleiðis í heilum um óhapp við hoppiborgum. Eitt nú var eitt álvarsamt óhapp á eini hoppiborg í Klaksvík leygardagin seinnapartin, í sambandi við at Norðoyartunnilin lat upp. Ein 11 ára gamal drongur varð so illa fyri, at hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið við sjúkrabili.
Familjan er sjálvandi skelkað av hendingini og sigur við Sosialin, at í hoppiborgini í Klaksvík vóru alt ov nógv børn bæði stór og smá - og eftirlitið var sera vánaligt.
Á Landssjúkrahúsið
Drongurin var saman við einari lítlari gentu í Kringlugarði í Klaksvík, har tvær hoppiborgir vóru settar upp. Gentan fór inn í einu hoppiborgina at stuttleika sær saman við fleiri øðrum børnum. Men brádliga varð hon bangin og setti seg niður. Drongurin sá alt fyri eitt, at gentan ikki megnaði at koma út aftur úr hoppiborgini sjálv, og fór tískil inn eftir henni. Men tá hann kom inn í borgina, var hann áhalsin og datt. Meðan 11 ára gamli drongurin royndi at reisa seg upp aftur, fekk hann enn ein stoyt, og hesaferð kom onkur av óvart til at hoppa á høvdið á dronginum. Drongurin royndi síðani sum skjótast at koma út aftur úr hoppiborgini. Men tá hann endiliga kom út, var hann í ørviti, og pápabeiggin, sum var saman við dronginum, avgjørdi at ringja eftir sjúkrabilinum. Tá sjúkrabilurin kom á staðið, fekk drongurin ógvisligar krampar og misti vitið. Á sjúkrahúsinum í Klaksvík gjørdu tey skjótt av og sendu drongin við sjúkrabili til Landssjúkrahúsið í Havn. Júst tá skuldi nýggi tunnilin lata upp fyri almenninginum, men ýlandi sjúkrabilurin slapp gjøgnum tunnilin fyrst av øllum. Á Landssjúkrahúsinum varð drongurin alt fyri eitt kannaður, og tað varð síðani staðfest, at hóast heilt illa stóð til, fingu tey boð um, at drongurin helst fór at koma seg skjótt. Drongurin lá til observatión á sjúkrahúsinum í eitt samdøgur og hevur tað nú eftir umstøðunum gott.
Úr Klaksvík frætta vit, at hoppiborgin varð tikin niður alt fyri eitt eftir óhappið.
Hoppiborgir vandaleysar
- Um vit bera okkum rætt at, eru hoppiborgir vandaleysar, sigur Jóhan á Plógv, ið síðan 1998 hevur leigað hoppiborgir út til føroyingar kring alt landið.
Jóhan á Plógv sigur seg ongantíð hava frætt um nakað óhapp í sínum hoppiborgum:
- Eg gevi altíð greið boð um, at øll børnini, ið eru í hoppiborgini í senn, skulu vera í nøkulunda sama alduri. Eitt nú mugu trý ára gomul børn ongantíð verða saman við 12 ára gomlum inni í hoppiborgini í senn. Og tá mínar hoppiborgir eru við á stevnum, er altíð aldursmark sett á borgina, sigur Jóhan á Plógv.
Men Andras Nybo, ið vanliga lænir hoppiborgir og tílíkt til stevnir í Hósvík frá Jóhan á Plógv, sigur, at hann hevur ongantíð fingið nakrar reglugerðir um, hvussu tey skulu ansa eftir:
- Hvørja ferð vit hava lænt eina hoppiborg, hava vit altíð bara mett sjálvi, hvussu vit skulu bera okkum at. Men higartil hava tíbetur eingi óhapp verið hjá okkum, sigur Andras Nybo.
Jóhan á Plógv ásannar, at hann kanska onkuntíð hevur gloymt at sagt, hvørji fyrivarni skulu verða tikin við hoppiborgum, og váttar somuleiðis, at tað ongantíð ber til at siga við vissu, at tað ikki er vandamikið at fara inn í eina hoppiborg:
- Tað er sera umráðandi at vaksin alla tíð hava eftirlit við, hvat fer fram inni í eini hoppiborg. Eg læni hoppiborgir út til næstan allar stevnurnar í summar, og har fáa øll greið boð um, hvussu tey skulu bera seg at. Men í høvuðsheitum eiga fólk við viti og skili at gáa eftir, nær tað kann gerast vandamikið. Um børnini koma undir onkran, tá tey hoppa, so eru ov nógv børn inni í hoppiborgini, sigur Jóhan á Plógv og leggur afturat, at tær hoppiborgirnar, har luft ikki sleppur úr, eru sera hættisligar:
- Um tvey hoppa í senn á slíkari hoppiborg verður tað sera óróligt í hoppiborgini. Men í mínum hoppiborgum sleppur luft í og úr alla tíðina. Men, tá tað er ókeypis at sleppa inn, er tað ofta trupult at halda skil á børnunum, tí tá vilja øll sleppa inn í senn, sigur Jóhan á Plógv at enda.
--
Børn vilja hoppa
Í løtuni er heilt stóra hittið hjá børnum at hoppa í hoppiborgum og á trampolinum. Alt fleiri keypa sær eisini slíkar leikur at nýta heima í garðinum. Hetta økir sjálvsagt um vandan fyri óhappum, og vit eiga at vera varin og at ansa væl eftir børnunum, tá tey stuttleika sær við tílíkum.
Yvirlitið
Sjúkrahúsini í Glostrup, Herlev, Frederikssund, Esbjerg og Randers eru við í hesum yvirlitinum. Yvirlitið fevnir um 17% av øllum sjúkrahúsunum í Danmark. Vit hava síðan falda øll tølini seks ferðir fyri at fáa eitt yvirlit, ið fevnir um alt Danmark. Somuleiðis skal leggjast afturat, at tølini bert fevna um fólk, ið hava vent sær til eitt sjúkrahús. Òhapp, ið eru viðgjørd við hús ella hjá egnum lækna eru tískil ikki við í hesum yvirlitinum. Vanliga verður sagt, at um donsk tøl verða býtt við 100, svara tey til føroysk viðurskifti.
--
Fyri at síggja yvirlitið - sí blaðið.