Jebb Bush, guvernørur, ætlar ikki at lata seg taka á bóli, nú ársins fyrsta tropiska ódn ber við land í Florida í kvøld. Hann hevur tí givið fólki boð um at fara burtur frá strondini og av nøkrum smáum oyggjum, og sambært løgregluni hava umleið 21.000 fólk fingið boð um at flyta.
Í gjár herjaði Alberto vestara part av Kuba. Vindferðin var upp í góðar 70 kilometrar um tíman, og tað regnaði av grimd, so stór øki standa undir í vatni. Amerikonsku veðurmanninir høvdu væntað, at vindurin fer at veksa, áðrenn Alberto ber við land í Florida, men í dag var líkt til, at vindurin var minkandi. Veðurmenninir stúra kortini meiri fyri tí óvanliga nógva regninum, sum Alberto hevur við sær.
Tað árliga tíðarskeiðið við tropiskum stormum og ódnum er frá juni til 30. november, og amerikanska veðurstovan segði herfyri, at hon væntar minst 13 ódnir í ár. Í fjør vóru ikki færri enn 28 ódnir skrásettar, og tað var met.