enn lata sær lynda av hægsta skattaprosentinum, ið er 23 prosent. Kirkjuskatturin er 0.16 prosent og barnafrádrátturin er 2500 kr. Høga skattaprosentið er álagt bygdarráðnum orsaka av stóru skulduni, ið [...] ber at klára skerini í góðum tíðum við trimum álíkningum. Skopunar bygdarráð hevur sett 1.3 milliónir av á fíggjarætlanini at gjalda skuld niður við. Sambært kommunuavtaluni eiga vit at gjalda 703.000 kr [...] gjalda skuld fyri. Átrokandi neyðugt er at fáa eitt reinsiverk í bygdini. Vit hava sett knappa millión av á fíggjarætlanini, tó at peningurin neyvan strekkir, men hetta er so ein byrjan, sigur formaðurin.
fram aftur fyri tingið sáttmálan um eina skipan um fyrisiting av várgýtandi norðhavssildini fyri 1998, sum landstýrið legði fram í vár, men sum fall burtur orsakað av løgtingsvalinum. [...] ini Føroyar, Ísland, Noreg, Russland og ES um fyrisiting av fiskiskapinum í 1997. Hesi somu lond gjørdu í oktober 1997 avtalu um fyrisiting av fiskiskapinum í 1998. ? Avtalan frá 7. oktober 1998 ásetir [...] ferðingarmynstrið sum ein part í ásetingini av býtinum millum londini. ST-avtalan um ferðandi fiskastovnar verður eisini nýtt sum grundarlag fyri umsitingini av stovninum, verður sagt í viðmerkingunum.
uppskot er greitt nærri frá ætlanum landsstýrisins við einum nýggjum sáttmála. Samskipan av arbeiðinum Undir viðgerðini av løgtingsmáli: Uppskot til samtyktar um ríkisrættarliga støðu Føroya í uttanlandsnevnd [...] spurningarnar, og hesi kunnu leggja fyri við innleggum í almennu hoyringunum. Kostnaður av grundlógararbeiðinum ? Kostnaðurin av arbeiðinum at gera uppskot til grundlóg verður mettur til umleið 2 mió. kr. Her [...] í eina tíð at verða viðgjørdur í grundlógarnevndini í samstarvi við hinar nevndirnar. ? Við hesi skipan verður eisini tryggjað øllum flokkum á tingi fult innlit og ávirkan í fyrireikingararbeiðið til
eru barnagarðar. Vanliga halda vit, teir eru almennir? Men teir kunnu jú stovnast av privatfólki og verða annars rindaðir av landi, kommunum og privatum í felag. Eru teir so almennir ella privatir? Greiða [...] allur studningur er av tí ónda, men vit mugu duga at skilja ímillum generellar stuðulsskipanir (80?ini) og málrættaðar stuðulsskipanir, sum t.d. ígongdsetarastudningur. Ein skipan við ígongdsetarastudningi [...] veitast í eitt ávíst tíðarskeið, t.d. í byrjanini av eini ætlan, til komið er inn á ein marknað. 3.Stuðulin skal miða ímóti veruligari menning (t. d. framleiðsla av nýggjum tólum, marknaðarmenning, førleikamenning
Tað vil siga, at sjúklingurin sjálvur skal prógva at ein feilur er hendur. Hetta er sera óheppið, av tí at tað er sera torført hjá sjúklinginum at prógva, at ein feilur er gjørdur, sigur Helena Dam á [...] endurgjald, og at tryggja eina skjótari og lættari viðgerð enn nú. Endurgjaldsábyrgdin umfatar allar skaðar av kanning, viðgerð ella líknandi, sum sjúklingurin kundi sloppið undan, annaðhvørt við einum lækna við [...] øðrum viðgerðarhættum. Eisini skaðar, hendir vegna feilir í tekniskum tólum ella órímiligar infektiónir av viðgerðini, fara at geva endurgjald í framtíðini, um Løgtingið velur at seta lógina í gildi í Føroyum
um møguleikarnar fyri tilrættarlegging av samlaðu framleiðsluni, betra um arbeiðsumstøðurnar hjá arbeiðsfólkunum, økja um framleiðsluførleikan, økja um úrtøkuna av rávøruni, lúka altjóða heilsufrøðilig [...] hevur íslendska felagið mest tikið sær av at gera eina sera framkomna vektarskipan til linjuna. Føroya Fiskavirking hevur ikki beinleiðis staði fyri nakrari framleiðslu av maskinuni, men hevur bílagt hana og [...] byggir á, at reinskerarin tekur sær ein bakka av fløkum, reinsker tey og sendir bakkan víðari. Men hesin framleiðsluháttur líkar ikki teim kønu innan virking av feskum fiski. Tey siga nevniliga, at tá ið
Petur Arge. - Vit søgdu upprunaliga frá, at vit vildu brúka báðar skipanirnar, men tað var ringt gera av, hvør skuldi hava hvat, og endin var, at næstan øll lánini tóku føstu rentuna uppá 9 prosent. Síðani [...] høvdu ikki loyvi, men at ætlanin upprunaliga var at nýta báðar skipanirnar. Felagið vildi skifta skipan frá 1. januar 1999, um tað var møguligt, uttan at nøkur avtala varð brotin. Avtalutíðarskeiðið er
stytsta freist. Málið varð tikið av skrá, sum skilagott var, men er í dag sett inn sum nummar 6 av eini dagsskrá, sum telur 10 mál. Tað kann geva almenninginum eina fatan av, at hetta er bert eitt minni mál [...] satsning frá samgongunnar síðu á nøkrum av hesum økjum. Tvørturímóti. Útbúgvingarøkið verður skorið niður og vinnuligir satsningar sæðst einki til. Alt hetta kemur ikki av sær sjálvum ella ?grejer sig i sjøen [...] okkum, at sáttmálin um loysingina ikki verður góðkendur við eina fólkaatkvøðu, so er nógv av hesum arbeiði spill av góðum kreftum. Skilabetri hevði verið, at tit bíðaðu, til fólkið hevði talað um sáttmálan
tosa um eina skipan um at lækka blokkin og sum kann ganga yvir nógv ár. Tað verða tit sjálvir, sum gera av, hvat skal henda. Vit skulu ikki leggja tykkum forðingar í vegin. Tit mugu finna út av, um tit kunnu [...] nógvum av tí, sum føroyski javnaðarflokkurin hevur mælt til, nevniliga at føroyingar skulu taka fleiri uppgávur á seg innan fyri verandi karmar. -Tað mest realistiska nú er ikki at tosa um broyting av sjálvari [...] lagdar yvir á føroyingar. Rímiliga skipan við blokklækking Erling Olsen heldur annars ikki, at spurningurin um sjálvstýri ella fullveldi skal avgerast út frá einum posa av pengum ella ikki. Hetta er eitt
ferðsluóhapp í Bøkjarabrekku. Ein motorsúkkla var áveg niðan eftir Bøkjarabrekku tá ein bussur frá Bussleiðini, sum skuldi av Tinghúsvegnum og út á Bøkjarabrekku, koyrdi út fyri hann. Bussurin hevði treytaleysa [...] gjørdist illur um óhappið, og so fór hann bara av stað, men tað hevur hann ikki rætt til. So er líkamikið um hann gerst illur ella ikki, sigur Suni Vinther av løgreglustøðini í Havn. Suni leggur afturat, [...] sjúkrahúsið. Av løgreglustøðini verður kortini sagt, at hann ikki fekk stórvegis skaða. Løgreglan í Havn dugir ikki at siga, hvat tað var, sum hendi, men tað er hugsandi at bilurin, sum kom av Tjaldursvegnum