Gamlar avbjóðingar - nýggjar loysnir

Tær føroysku politisku hugmyndirnar av sambandinum millum alment og privat eru merktar av hugsanum, sum vóru í hæddini í Vestureuropa fyri eini 30-40 árum síðani. Londini uttan um okkum hava stórt sæð slept hesum hugsunarháttinum og lagt menningina av vinnulívinum og vælferðarsamfelagnum á annan bógv. Men føroyska tjakið er framvegis fulkomuliga læst fast í hesi gomlu vanahugsan, har tann eini vongurin framvegis vil loyva tí almenna sektorinum at vaksa ótálmaðan, meðan hin vongurin fyrilitaleyst vil skerja tað almenna so nógv sum gjørligt

Gestur Hovgaard

Ronnie Thomassen


Harvið endar alt tjak um samfelagsliga menning í einum vandamiklum snævurskygni, sum ger tað ómøguligt at menna samfelagið við grundarlagi í hugskotum, sum stava frá praktiska lívinum í føroyska samfelagnum. Tí fyritreytin fyri samfelagsmenningini er júst eitt vælvirkandi samband ímillum alment og privat, og hesin spurningurin má tí ovast á dagsskránna

Ofta hava politiskir lærisetningar hug til at hevja seg upp til ein almennan sannleika, sum ikki longur hevur beinleiðis samband við tann samfelagsliga veruleikan, sum hevur skapt teir. Tí er sjálvandi eisini trupult at bróta við gamla politiska vanahugsan, hóast henda í mongum førum økir um samfelagsligar trupulleikar heldur enn at loysa teir.

Í føroyska samfelagnum er eitt tað besta dømi um hesa vanahugsanina teir galdandi politisku lærisetningarnar um almennt og privat: ?Tað privata stendur fyri virðisøking og dynamikki og heldur landinum uppi, meðan tað almenna einans brúkar pengar.?

Men hesin hugsunarhátturin er júst orsøkin til, at so fá nýggj privat initiativ fóta sær í Føroyum. Í nógv teim flestu samfeløgunum, ið minna um okkara, eru almenni og privati sektorurin nevniliga í einum neyvum samanspæli hvør við annan. Og eitt effektivt samanspæl millum alment og privat er júst sjálv grundfyritreytin fyri allari samfelagsmenning!


Tríggjar mytur um almennt og privat

Á pappírinum er uppbýtið millum alment og privat rættiliga einfalt. Men tá litið verður nærri at hesum, gerst greitt, at her lekur álvarsliga ímillum teori og praksis. Vit kunnu t.d. seta okkum spurningin, um hvat ?tað privata? er? Er tað tað einkulta menniskjað, ella er tað familjan? Er tað tann einstaka fyritøkan, ella tað samlaða vinnunlívið?

Og hvat er so ein privat fyritøka? Til dømis er ein partur av partapeninginum í Skipafelagnum almennur, men merkir tað so eisini, at fyritøkan er almenn? Fyri ikki at tala um Føroya Banka, ið nú, tá hann er almenn ogn, roynir at liva upp til tey sunnu privatøkonomisku princippini, sum bankin annars ikki megnaði at virka eftir, tá hann var privat ogn!?

Eitt annað dømi eru barnagarðar. Vanliga halda vit, teir eru almennir? Men teir kunnu jú stovnast av privatfólki og verða annars rindaðir av landi, kommunum og privatum í felag. Eru teir so almennir ella privatir?

Greiða uppbýtið millum alment og privat er sostatt tann fyrsta mytan, tí hetta sæst ikki aftur í tí dagliga samfelagslívinum. Talan er um eitt hugtak, sum ikki er heilt í tráð við veruleikan. Vit kunnu sostatt bert nýta hetta uppbýtið í principiellum spurningum, men ikki til eina nágreiniliga viðgerð av samfelagsligu menningini.

Næsta mytan er, at tað privata altíð er nógv meira effektivt enn tað almenna. Her stavar tað klassiska mótprógvið úr USA, har tað privata sjúkrahúsverkið er nógv dýrari enn tey almennu sjúkrahúsverkini í t.d. teim skandinavisku londunum. Afturat hesum kemur, at tann skandinaviska sjúkratryggingin er fyri øll, meðan bert amerikanarar, ið hava ráð til tað, hava eina veruliga sjúkratrygging.

Í sama viðfangi kunnu vit nevna tær mongu norðurlendsku fíggjargølurnar frá fyrst í 90?unum, sum ikki júst vóru eitt tekin um privat víðskygni. Í 1992 misti danski fíggjarsektorurin uml 20 milliardir, og m.a. tryggingarfeløgini Hafnia og Baltica fóru av knóranum. Úr Noreg og Svøríki kunnu vit t.d. nevna bankagølurnar: Nordbanken, Gota Bank, Fokus Bank, Kreditkassen og Den Norske Bank. Ímillum tær mongu orsøkirnar til hesar fíggjargølur vóru eisini ódygdir, t.d. bureaukrati og vanahugsan, sum vanliga vera heftar at tí almenna sektorinum. Niðurstøðan er tí, at privati sektorurin ikki altíð er meira effektivur enn tann almenni sektorurin, sum mytan annars vil gera hann til.

Triðja mytan er, at uppgávan hjá tí almenna einans er at skipa fyri effektivum tænastum til borgaran. Tí verður ofta hildið, at vit eins væl kunnu privatisera hesar uppgávurnar, tí so kann marknaðurin avgera, hvat ið kann liva, og hvat ið skal falla. Men her verður gloymt, at marknaðurin í sær sjálvum ikki skapar nakað demokrati ella nakra rættartrygd, samstundis sum marknaðurin í princippinum eisini er moralskt blindur.

Hinvegin hevur tað almenna støði í felags virðum, og eitt dømi um hetta kann vera ein felags politisk avgerð um, at øll skulu hava ta bestu sjúkuviðgerðina uttan mun til inntøku og aldur. Her hevði ein marknaðarstýring uttan iva minkað um sjúkraviðgerðina hjá teimum gomlu, tí tey hava jú framtíðina aftan fyri seg.


Uppgávurnar hjá almenna sektorinum

Almenni sektorurin framleiðir vælferð til borgaran, har tær stóru og tungu uppgávurnar eru skúli, heilsa og socialhjálp. Men almenni sektorurin hevur eisini altíð havt stóran leiklut í vinnulívsmenningini. Síðani kríggið hevur hesin leikluturin serliga verið at útbyggja infrastrukturin (tvs. elveitingar, vegir, havnir o.t), ið eru tær ?fysisku? grundfyritreytirnr fyri einum virkandi vinnulívi. Hetta kann eisini nevnast ein passiv og tilrættaleggjandi strategi.

Globaliseringin (ið varð viðgjørd í grein 2) hevur noytt tann almenna sektorin í londunum kring okkum inn í eina nýskapandi og aktiva strategi. Gongdin í almenna sektorinum má stutt og greitt samansjóðast við vinnulívsmeningina, tí spurningar sum teknologi, vitan og samskipan eru avgerandi fyri kappingarførið. Loysnin til hesa avbjóðingina er greiðast lýst í trípunktsprogramminum hjá Tony Blair til endurreising av Stórabretlandi. Programmið hjá honum snúði seg heilt einfalt um: education, education and education.

Harafturat mugu vit eisini minnast til, at tann almenna framleiðslan, sum m.a. fer fram innan sjúkrahúsverkið og útbúgvingarskipanina, er ein beinleiðis útreiðslusparing fyri vinnulívið. Tað almenna tryggjar eina høgt útbúna og effektiva arbeiðsmegi, barnaansing (hóast aktuellu trupulleikarnar í Havnini), sjúkradagpengaskipan, pensiónir o.s.fr. Tað skuldi verið lætt at hugsað sær trupulleikarnar, um privatfólk og vinnulívið sjálvt bæði skuldi røkt og loyst hesar uppgávurnar.

Áðrenn vit byrja at skerja ógvusligt niður innan almenna sektorin, sum okkurt uppskot hevur verið um, so eiga vit at hugsa um teir kappingarfyrimunir, ein vælvirkandi almennur sektorur kann geva føroyska samfelagnum. Í lokala heimssamfelagnum snýr tað seg jú um ikki at missa tað vælútbúna fólkið og ungdómin, og spurningurin er tí, hvussu vit í framtíðini fáa hesar samfelagsbólkar at støðast í Føroyum. Vit kunnu jú ikki kappast við ovurstórum lønum (harvið er als ikki sagt, at láglønarsamfelagið er nøkur loysn), og tí er kapping við vælferðini ein greiður møguleiki. Vit hava nevniliga góðar møguleikar, tá ynskini hjá fólki til dagligu tilveruna eru onnur enn høgar lønir - t.d. tryggleiki, gott nærumhvørvi, javnbjóðis møguleikar o.s.fr. Her hevur eitt lítið samfelag sum tað føroyska stórar fyrimunir í mun til flest onnur øki á europeiska meginlandinum.

Alt hetta krevur nýhugsan viðvíkjandi almenna sektorinum. Vit kunnu ikki halda fram við at fíggja alla okkara vælferð ígjøgnum skattin, og tí mugu vit finna aðrar loysnir. Her er fyritreytin sjálvandi ein politisk semja um, hvørjum støði føroyska vælferðarsamfelagið skal vera á. Eisini má tilfeingið í almenna sektorinum nýtast so effektivt sum møguligt, og tað krevur sjálvandi eina vælvirkandi almenna fyrisiting.

Vit kunnu eisini velja eina aðra loysn og fara til Danmarkar eftir pengunum. Um vit halda tað vera rætt at onnur skulu fíggja okkara vælferð, er hetta helst eisini ein møguleiki. Men hinvegin kunnu vit heldur ikki taka tað fyri givið, at danskarar í allar ævir vilja fíggja tað føroyska vælferðarsamfelagið. Og hervið koma vit aftur til spurningin um vinnulívsmenning, sum vit vóru inni á í grein nr. 2.


Almennur vinnulívsstuðul

Greitt er, at vit ongantíð mugu venda aftur til 80?ara-studningin. Hinvegin er ikki sagt at allur studningur er av tí ónda, men vit mugu duga at skilja ímillum generellar stuðulsskipanir (80?ini) og málrættaðar stuðulsskipanir, sum t.d. ígongdsetarastudningur.

Ein skipan við ígongdsetarastudningi kann nevniliga hjálpa nógvum hugskotum úr vinnulívinum ávegis, men kravið er sjálvandi,at hesin stuðulin byggir á nakrar grundleggjandi fyritreytir:


1.Talan skal vera um nýskapan í vinnuligum og teknologiskum týdning og ikki bara at skifta frá einum fiskaslag til eitt annað, ella frá t.d. línuveiði til trolveiði.

2.Studningur kann bert veitast í eitt ávíst tíðarskeið, t.d. í byrjanini av eini ætlan, til komið er inn á ein marknað.

3.Stuðulin skal miða ímóti veruligari menning (t. d. framleiðsla av nýggjum tólum, marknaðarmenning, førleikamenning o.t.).


Tá ígongdsetarastuðul verður settur í verk, er ógvuliga umráðandi at læra av teimum hugskotunum, ið eru miseydnað. Her kunnu orsøkirnar t.d. hava verið:


1.Vantandi møguleikar vóru fyri at menna hugskotið.

2.Lagaligar fíggingarmøguleikar vóru ikki til staðar í byrjunartíðarskeiðnum av verkætlanini.

3.Ígongdsetarin (entreprenørurin) hevði ov lítlan kunnleika til fyritreytirnar fyri, at ein ætlan skal eydnast (t.d. til marknaðin, møguliga teknologi og aðra ráðgeving o.s.fr.).


Loysnin kundi verið at skipað ein grunn við váðafýsnum kapitali (200 mill.), sum hevur greiðan myndugleika at veita lagaliga fígging og professionella stuðulshjálp. Og vit hava longu nú ein grunn, ið kann nýtast til endamálið. Broyta vit viðtøkurnar fyri Framtaksgrunnin og manna nevndina av nýggjum, er upplagt, at hann kann nýtast til endamálið. Hann skal sjálvandi lagast til tær verandi skipanirnar, men her kunnu royndirnar úr Noregi vera ein góð hjálp. Her hava stovnar sum t.d. Nordnorsk Vekst, SIVA, Distriktenes Utbyggingsfond v.fl., alstóran leiklut í vinnulívsmenningini, og tað skuldi verið lagamanni at fingið nøkur hugskot haðani.

Fremsta uppgávan hjá tí almenna í samband við vinnulívsmenningina er at økja um førleikan og vitanina um t.d. fiskatilfeingið, teknologi og marknaðir. Eitt annað konkret uppskot kundi tí verið at gjørt eina menningarætlan fyri næstu fimm til sjey árini, ið miðar ímóti at nýta og útbyggja førleikan, sum serliga liggur á Fiskirannsóknarstovuni og Heilsufrøðisligu Starvsstovuni. Hesin førleikin kann nýtast sum grundarlag fyri gransking og menning innan trý øki, sum kundi verið: fiskivinnuteknologi (veiðuhættir, framleiðsluhættir, skipabygging), biokemisk vitan og matvøruframleiðsla.

Stuðulsskipanir kunnu eisini nýtast at loysa trupulleikar sum serliga eyðkenna útjaðararøki. Ein vanligur og vaksandi trupulleiki er nevniliga, at ov fáar kvinnur hava hug at búgva í útjaðaranum. Men hinvegin vísa nógvar royndir, at kvinnur eru betri ígongdsetarar enn menn, m.a. tí tær ikki so lætt geva skarvin yvir ella bert hugsa um skjótan vinning (men heldur um arbeiði og vælferð). Tí eru verkætlanir, har kvinnurnar eru sterkt umboðaðar, eisini rættiliga burðardyggar.


Dinosaurar

úr 80?unum

Vit hava fyrst og fremst víst á møguleikarnar fyri eini vinnulívsmenning, ið byggir á eitt skynsamt samband ímillum alment og privat, men sjálvandi er eisini greitt, at forðingar eru fyri hesi gongdini. Tær størstu skulu finnast hjá teim gomlu vinnulívsmonnunum, ið høvdu høvuðsábyrgdina fyri studningsvinnulívinum í 80?unum. Hóast hesir bæði mistu valdið á fiskiídnaðinum á landi (Fiskasøluni og flakavirkjunum) og á fíggjarstovnunum (Sjóvinnubankanum og gamla Føroya Banka), sita teir enn á stórum parti av reiðaravirkseminum í Føroyum.

Og tann gamli vanabundni hugburðurin sæst beinleiðis aftur í trupulleikunum hjá fiskiskipunum, sum ikki megna at gera nýíløgur, hóast fiskiskapurin seinnu árini hevur verið avbera góður, og prísirnir hartil hava verið í topp. Samstundis skulu vit minnast til, at fiskiflotin fær uml 200 milliónir í beinleiðis studningi.

Vit halda tað vera rætt at seta spurnartekin við, um vánaligu úrslitini hjá fiskiflotanum ikki júst eru eitt úrslit av vanabundnum hugsunarhátti hjá reiðarunum, sum ongar aðrar loysnir finna til trupulleikarnar í fiskivinnuni enn at fara í landskassan eftir studningi. Minnast skal til, at hetta eru teir somu menn, sum júka upp í saman, at vit ikki hava ráð til almenna sektorin, tí hann forðar fyri eini dynamiskari vinnulívsmenning. Men samstundis hava teir onki ímóti at fara í landskassan eftir almennum pengum til sín sjálvs. Hvar er so vinnulívsmenningin í hesum, kann ein spyrja?

Tað gav serliga at bíta, tá ein av gomlu dinosaurunum frá 80?ara-vinnulívinum stakk høvdið fram í sosialinum tann 18. november at verja studningin. Tí samstundis var tað sera undrunarvert at lesa, at tað mest umráðandi var at fáa fatur á rávøruni, og ikki at fáa flotan at geva yvirskot ella at skapa eina betri rávøru. Somuleiðis var tann sonevnda ?afturberingin? til fiskivinnuna enn einaferð havd á lofti, hóast hon fyri langari tíð síðani bæði átti at verið deyð og jarðað. Hugtakið ?afturbering? byggir á, at peningurin, sum verður latin í studningi til fiskivinnuna, kemur aftur í umfar í samfelagnum (ein sonevnd ?multiplikatoreffekt?). Men hvør sigur, at vit ikki fáa somu ?multiplikatoreffekt?, um tær 200 milliónirnar fara onkra aðra staðni enn til fiskivinnuna???

Tað hevði tí verið rættiliga hent, um onkur búskaparfrøðingur tók lívið av ?afturberingini? einaferð med alla, tí í veruleikanum fjalir hugtakið bert tað, sum ein fyrrverandi landsstýrismaður einaferð skírdi sum ?at lóggeva niður í sín egna lumma?.

Í hesum sambandi er tó gleðiligt, at serliga Føroya Banki hevur gjørt vart við seg við einum nýggjum útlánspolitikki, sum leggur sjógv ímillum bankan og studningsvinnulívið. Bankin krevur eginpening, áðrenn lán verða givin til vinnulívið, og hetta skuldi ikki undrað nakran. Men gakk - atfinningarnar móti bankanum hava verið ógvuliga harðar, tí bankin setur nøkur heilt sjálvsøgd krøv mótvegis vinnulívinum. Her er ongin ivi um, at atfinningarnar í mongum førum bæði eru ógrundaðar og stava frá einum vinnulívi, ið ikki longur sleppur at tíggja sær, sum tí lystir.

Hinvegin hevði tó verið ynskiligt, um Føroya Banki gjørdi eitt sindur meira við at hjálpa nýggjum vinnulívsætlanum ávegis. Hann er einasti banki í landinum, og tí hevur Føroya Banki eina størri samfelagsábyrgd, enn peningastovnar vanliga hava.


Fiskivinnan er framvegis grundarlagið

Hóast mótstøðuna frá gomlu vinnulívsmonnunum er greitt, at fiskivinnan í mong ár framyvir er høvuðstilfeingið hjá føroyska samfelagnum. Men møguleikin fyri virðisøking liggur ikki í mongdum og standardvørum, men í spesialiceraðum vørum, har tað er kvaliteturin, sum er avgerandi. Enn eru vit ikki komin longri enn til eina størri specialisering innan flakaframleiðslu, men samstundis gerast spurningar um matgóðsku alt meiri avgerandi í globala búskapinum.

Landbúnaðurin í ES hevur stórar trupulleikar av ídnaðarframleiðsluni (fordistiska mongdarframleiðslan - her var tað aftur), sum í veruleikanum styggir ein alt meiri kritiskan forbrúkaraskara. Bestu dømini eru bretska neytaøðin og trupulleikarnar við salmonella.

Fiskakeypararnar seta eisini alsamt størri krøv til eina burðardygga veiðu á haldgóðum grundarlag, og her hevur tann ?passivi fiskireiðskapurin? (gørn, lína), allar fyrimunir.

Men aðrar leiðir eru eisini. Nakrar av skjótast vaksandi fyritøkunum í heiminum eru innan biokemiska ídnaðin, og tær hava stórliga brúk fyri lívrunnum tilfari, t.d. protein og enzymir, sum lættliga kann fáast burturúr fiskaúrdrátti. Tað liggja tí ótaldir møguleikar í at útnytta fiskatilfeingið hjá tí føroyska samfelagnum, og hetta krevur eina sterka og vælvirkandi samskipan millum almennt og privat.


Hvat við oljuvinnuni?

Mangur føroyingur hevur seinnu árini sett framtíðarvónirnar á oljuvinnuna. Lítið sæst tó til nakað tjak um teir samfelagsligu avleiðingar, sum oljuvinnan førir við sær, men her kunnu vit kortini læra av øðrum. Royndirnar við oljuvinnuni í Noregi hava víst, at ein sera sterkur almennur sektorur skal til fyri at kunna stýra einum oljubúskapi. Somuleiðis mugu oljupengar goymast til næstu ættarlið, og hartil mugu sera nógvir pengar nýtast til íløgur í útbúgvingar, gransking og vitan.

Vit tykjast eisini at gloyma teir socialu og mentunarligu avleiðingarnar, sum oljuvinnan førir við sær. Hvat gera vit t.d. við tann skýhøga prís- og lønarvøksturin, tann vaksandi lønarmunin millum fólkið, ið arbeiðir í oljuvinnuni, og tey, sum ikki gera tað? Hvat gera vit við tann vaksandi munin millum føroysku økini, við møguliga dálking, við býti av yviskotinum millum privat og almenn áhugamál o.s.fr.

Somuleiðis er púra greitt, at skulu vit sum samfelag hava nakað burturúr oljuvinnuni, krevur tað, at vit bæði hava ein arbeiðsmarknað og ein almennan sektor, sum uppfylla tey krøv, ið ein nútímans oljuvinna setur. Tað nyttar t.d. lítið, um Tvøroyri ella Klaksvík hava góð havnaviðurskifti og vørutænastur, um ikki sjúkrahúsini hava serfrøðingar innan t.d. brunasársviðgerð og dykkarasjúkur.


Men hvat so við fullveldinum?

Vit hava við vilja latið vera við at komið inn á tann mest brennandi spurningin í Føroyum í dag, og hetta er sjálvandi spurningurin um fullveldið. Høvdu vit nevnt henda spurning áður í greinarøðini, hevði alt annað, ið vit hava viðgjørt, verið sett í samband við fullveldisspurningin. Tað hevið ikki tænt nøkrum endamáli, tí aðalmál okkara hevur verið at viðgera innihaldið í framtíðar føroyska samfelagnum heldur enn karmarnar kring tað.

Men tað ber heilt einfalt ikki til at leggja spurningin heilt til viks, tí karmarnar kring føroyska samfelagið eru altavgerandi fyri øllum framtíðarmøguleikum. Her mugu vit tí læra av søguligu royndunum, tá avgerðirnar skulu takast.

Breið semja er um, at heimastýrisskipanin ikki er nakar tryggur karmur um føroyska samfelagið. Tá kreppan tók seg upp í 1992, setti danska stjórnin heilt einfalt heimastýrisskipanina úr gildi uttan at nerta sjálva heimastýrislógina. Frá 1992 til 1995 vóru Føroyar í veruleikanum stýrdar beinleiðis úr statsministeriunum, Vit minnast eisini, at hetta merkti danska uppílegging á nærum øllum samfelagsøkjum, sum í fleiri førum hevði stórar avleiðingar. Megintreytin fyri nýggju ríkisrættarliga skipanini er tí, at greið vissa má fáast fyri, at hetta ongantíð má endurtaka seg!

Higartil er fullveldisætlanin tað einasta uppskotið um broyting av viðurskiftunum við Danmark, ið kann veita hesa trygd. Verður hon sett í verk, skulu altjóða spælireglur nýtast í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, og tí kann danska stjórnin ikki avtaka skipanina á sama hátt, sum gjørt var í 1992-95. Somuleiðis er kravið til onnur uppskot um ríkisrættarligu støðuna, at tey geva eins góða trygd fyri føroyska samfelagið ímóti danskari uppílegging, sum fullveldisætlanin gevur.


Hugleiðingar til seinast

Við hesum orðum er henda drúgva greinarøðin komin at enda. Vit hava verið víða um í føroyska samfelagnum, men samstundis eru fleiri øki, sum vit ikki hava viðgjørt, hóast tey eisini hava stóran týdning. Til dømis hevur allur spurningurin um mentanina ligið eftir, vit hava ikki nevnt spurningin um blokkstuðulin, og viðurskiftini mótvegis ES eru heldur ikki viðgjørd.

Felags fyri allar teir óviðgjørdu spurningarnar er, at teir bæði krevja eina tíð og rúmd, sum ikki hevur verið til taks í hesum umfarinum. Tað merkir ikki, at vit ikki meta, at hesir spurningarnir hava týdning. Men aðalmálið við greinarøðini hevur verið ein viðgerð av samfelagsmenningini, har dentur varð lagdur á globaliseringina, vinnulívsmenningina og týdningin av almenna sektorinum.

Skuldi greinarøðin ikki gerast drúgvari enn væl er, vóru vit noyddir at frávelja eina ørgrynnu av øðrum spurningum. Okkara vón skal tó vera, at greinarøðin kann stuðla undir føroyska samfelagskjakið, um tær avbjóðingar og teir møguleikar, sum samfelag okkara hevur í einum globalum heimi. Hetta er meira neyðugt nú enn nakrantíð.


Føroyar og framtíðin (4)


Vit eru nú komin fram til seinaýstu greinina í viðgerðini av teim samfelagsligu avbjóðingunum, sum føroyingar eru noyddir at taka støðu til, antin so ella so.

Í fyrstu greinini viðgjørdu vit trupulleikarnar í føroysku vinnulívsmenningini við serligum denti løgdum á tað einsporaða atlitið til framleiðslufaktorarnar, sum sermerkir føroyskan vinnulívspolitikk. Vit viðgjørdu eisini trupulleikarnar, ið standast av eini tvíhaldan um sonevndu ?fordistisku mongdarframleiðsluna?, og setti hetta saman við ætlanunum um endurnýggjan av fiskiflotanum.

Í næstu greinini viðgjørdu vit, hvønn týdning globaliseringin hevur fyri føroyska samfelagið. Vit vístu á vantandi samsvarið millum socialu og mentunnarligu gongdina mótvegis útbúgving og persónliggerðing og tað einstáttaða mongdarframleiðandi føroyska vinnulívsmynstrið. Somuleiðis vístu vit á nakrar gongdar leiðir burtur úr hesum trupulleikunum, og í hesi greinini taka vit eisini afturí nakrar av teimum.

Triðja greinin viðgjørdi broytingarnar í almennu fyrisitingini við serligum denti løgdum á sambandið millum landsfyrisitingina og tær komandi kommunalu fyrisitingarnar. Nýggja kommunuálitið varð viðgjørt, og niðurstøðurnar vóru settar í samband við trupulleikarnar, ið standast av broytingunum í miðfyrisitingini hjá landinum.

Henda fjórða og seinasta greinin tekur saman um greinarøðina, við høvðusdentinum løgdum á sambandið ímillum ?tað almenna? og ?tað privata?. Í greinini verður eisini nortið við ávísar aðrar spurningar, ið vit meta hava týdning í samband við viðgerðina av framtíðini hjá føroyska samfelagnum.