Tryggingarfelagið Føroyar hevur avgjørt at broyta kommunulánini. Jens Petur Arge, stjóri á Tryggingarfelagnum Føroyar sigur, at tað í 1995, tá ein 5 ára avtala varð gjørd við kommunurnar, vóru tveir møguleikar í at velja. Kommunurnar skuldu antin gjalda 9 prosent fast og uttan avdrátt
ella tær kundi gjalda 10 prosent við avdrátti.
- Tá var variabla rentan á leið tann sama, sum fasta rentan, sigur Jens Petur Arge.
- Vit søgdu upprunaliga frá, at vit vildu brúka báðar skipanirnar, men tað var ringt gera av, hvør skuldi hava hvat, og endin var, at næstan øll lánini tóku føstu rentuna uppá 9 prosent. Síðani hava verið frammi fyrispurningar frá kreditorum um møguleikan at skifta og um teir hava nakað ímóti tí, tí tá bant man seg til tað eina og hevur ikki loyvi at skifta uttan víðari, sigur Jens Petur Arge.
Vilja skifta
Tryggingarfelagið Føroyar skrivaði síðani til Landsstýrið um loyvi at skifta. Felagið vísti á, at teir vistu at teir høvdu ikki loyvi, men at ætlanin upprunaliga var at nýta báðar skipanirnar. Felagið vildi skifta skipan frá 1. januar 1999, um tað var møguligt, uttan at nøkur avtala varð brotin.
Avtalutíðarskeiðið er í 5 ár, frá 1. december1995 til 1.december ár 2000.
Eftir hetta eru upprunligu lániavtalurnar aftur galdandi.
- Vit fingu svar úr Landsstýrinum í september, at teir høvdi fingið at vita frá kreditorunum, at eingin mótmælti, um onkur skifti í hesum fimm ára skeiðnum. Vit hava sagt kommununum frá, at vit fegnir vilja skifta og boða frá, at skipanin er so, at neyðugt er við viðmæli frá kommununum, sigur Jens Petur Arge.
- Vit rokna við, at allar kommunur vilja broyta, tí sjálvt um tær skulu gjalda meira, 10 prosent ístaðin fyri 9 prosent, so er ein partur avdráttir og ein partur renta, sigur Jens Petur Arge.
Tryggingarfelagið hevði í summar fund við limirnar í býarfelagnum og teir gingu allir inn fyri hesum og vildu hava broytingina, upplýsir Jens Petur Arge.
Fyri kommunurnar hava broytingarnar við sær, at tær nú við 10 prosentum gjalda bæði rentur og avdráttir við teimum 10 prosentunum. Harav er rentan 6 prosent.
Jens Petur Arge sigur, at teir hava havt gott samstarv við kommunurnar. Tær hava lænt pening frá tryggingarfelagnum, tí rentan altíð hevur verið eini 2 til 3 prosent lægri, enn tann hjá bankunum.