Jan Müller
Hetta sigur fyrrverandi danski løgmálaráðharrin og fólkatingsformaður Erling Olsen við Tíðindablaðið Sosialin, nú eftir at rættiligt orðaskifti hevur tikið seg upp um ríkisfelagsskapin og framtíðar støðu Føroya og Grønlands.
Erling Olsen vísir á, at broyting varð seinast gjørd í grundlógini í 1953, og skal hon broytast aftur, so verður tað ikki bert fyri at broyta uppá Ríkisfelasskapin. Tá verða tað eisini aðrar broytingar, sum verða tiknar við, eitt nú um kvinnuligan arvarætt og mannarættindi.
Til ta tíð heldur Erling Olsen, at tað er rætt at varðveita føroysku fólkatingsumboðanina. Men er tað so upp til føroyingar, hvat hesi umboð vilja leggja seg út í. Hann metir tað tí vera realistiskt, at føroyingar fara at hava tvey umboð á fólkatingi í eini 10-15 ár aftrat.
Nettup tí at tað fer at taka so drúgva tíð at fremja broytingar í grundlógini, so er tað heilt náttúrligt, at føroyingar hava umboð á fólkatingi undir hesi prosessini.
Annars vísir Erling Olsen eisini til avtaluna, sum varð gjørd millum Danmark og Føroyar herfyri, har tað verður lagt upp til at fremja broytingar innan fyri verandi karm í grundlógini.
Sjálvur sær hann helst, at tær broytingar, sum skulu gerast næstu árini, verða gjørdar innan fyri henda karmin, og skuldi tað tí verið óneyðugt við eini grundlógarbroyting til tess at fremja hesar umrøddu broytingar. Hann dylur ikki fyri, at hann er samdur við nógvum av tí, sum føroyski javnaðarflokkurin hevur mælt til, nevniliga at føroyingar skulu taka fleiri uppgávur á seg innan fyri verandi karmar.
-Tað mest realistiska nú er ikki at tosa um broyting av sjálvari grundlógini men heldur um, hvussu vit fáa fleiri og fleiri uppgávur lagdar yvir á føroyingar.
Rímiliga skipan við blokklækking
Erling Olsen heldur annars ikki, at spurningurin um sjálvstýri ella fullveldi skal avgerast út frá einum posa av pengum ella ikki. Hetta er eitt nógv størri má enn so, og tí er tað nakað, sum hevur við kenslur og virðing og ikki minst søgulig og mentanarlig bond at gera.
-Er tað tí eitt ynski frá føryskari síðu at taka fulla stigið til fullveldi, so eiga danir eisini at vera sinnaðir til at tosa um eina skipan um at lækka blokkin og sum kann ganga yvir nógv ár. Tað verða tit sjálvir, sum gera av, hvat skal henda. Vit skulu ikki leggja tykkum forðingar í vegin. Tit mugu finna út av, um tit kunnu klára tykkum sjálvar. Og halda tit, at hetta ber til, so mugu vit í Danmark eisini finna ein rímuligan hátt til tess at lækka blokkin.
Annars heldur Erling Olsen, at spurningurin um sjálvstýri og fullveldi má eisini verða tengdur at, hvussu búskaparliga útlitið fer at verða fyri føroyska búskapin.
-Um toskurin hvørvur enn einaferð, so fer tað at vara leingi til tit kunnu taka fulla stigið. Um oljan streymar upp, so kann tað ganga skjótari.
Men heldur Erling Olsen, at Danmark í framtíðini fer at hava ábyrgd mótvegs Føroyum, um toskurin svíkur og t.d. eingin olja verður funnin?
-Koma Føroyar tá aftur í svára kreppu, so rokni eg við, at tað verður Danmark, sum aftur kemur at taka um endan, m.a. út frá søguligum orsøkum.
Stóra virðing fyri føroyingum
Erling Olsen, sum var ein av teimum, sum var við til at skaffa Føroyum eina góða avtalu við Danmark nú eftir kreppuna og bankamálið, hevur stóra virðing fyri føroyingum og dámar sera væl Føroyar.
Hann telist millum teir danir, sum halda, at hvat enn hendir á tí politiska økinum, so eiga tey mentanarligu og søguligu bondini millum londini ikki at verða kvett.
-Eg haldi, at føroyingar skulu sleppa at avgera, hvat teir vilja politiskt, meg seti mítt álit til, at mentanarliga samvinnan fer at halda fram og verður útbygd. Hvat viðvíkur ynskinum um sjálvstýri ella fullveldi, so heldur Erling Olsen, at tað má bera til at hava eina langa tillagingartíð, og hvussu long hon skal vera má so byggja á, hvussu ein metir um útlitini fyri at kunna klára seg sjálvan.
Sjálvur heldur Erling Olsen, at føroyingar og danir í felag eiga at semjast um eina ella aðra skipan, soleiðis at felagsskapurin landanna millum kann halda fram. Men tó við teirri treyt, at hetta er eitt ynski frá báðum síðum.
-Er tað eitt ynski frá føroyskari síðu at kvetta heilt við Danmark, so eiga danir í hvussu er ikki at tvíhalda um Føroyar.
Erling Olsen varð fyrstu ferð valdur á fólkating í 1964. Hann sat til 66, aftur frá 71 til 73 og síðani frá 75 til 98. Hann ynski ikki at stilla uppaftur til fólkatingsvalið í ár. Erling Olsen hevur útbúgving sum búskaparfrøðingur.










