Nýggja fløðilinjan, ið fyri stuttum varð tikin í nýtslu á virkinum hjá Føroya Fiskavirking í Vestmanna, verður mett at koma at hava avgerandi týdning fyri føroysku flakavinnuna framyvir. Hon er gjørd soleiðis, at hon kann betra um møguleikarnar fyri tilrættarlegging av samlaðu framleiðsluni, betra um arbeiðsumstøðurnar hjá arbeiðsfólkunum, økja um framleiðsluførleikan, økja um úrtøkuna av rávøruni, lúka altjóða heilsufrøðilig krøv til matframleiðslu og vera trygg í nýtslu og løtt at røkja.
Samstarv
Hóast nýggja fløðilinjan er føroysk burturav, er talan tó um góð sambond úti í heimi. Linjan er nevniliga gjørd í tøttum samstarvi millum Føroya Fiskavirking, føroysku Nomatek og Formula Xerox og íslendska felagið Marel. Hetta íslendska felagið er ikki ókent úti í heimi. Tað er eitt altjóða viðurkent felag, ið framleiðir teldustýringar o.a. líknandi innan matvøruframleiðslu kring allan knøttin. Og ætlanin er, at hetta felagið skal marknaðarføra nýggju fløðilinjuna úti í heiminum.
Samstarvið millum hesar fýra fyritøkurnar hevur verið uppbygt soleiðis, at P/F Nomatek hevur staðið fyri øllum tí mekaniska partinum, meðan Fomula Xerox og Marel hava staðið fyri forritan til stýringar o.a. Tó hevur íslendska felagið mest tikið sær av at gera eina sera framkomna vektarskipan til linjuna. Føroya Fiskavirking hevur ikki beinleiðis staði fyri nakrari framleiðslu av maskinuni, men hevur bílagt hana og tískil verið virkið í sjálvari menningarætlanini.
Á samkomu hjá Føroya Fiskavirking í Vestmanna í gjáramorgunin handaði umboð fyri íslendsku fyritøkuna Føroya Fiskavirking eina gávu, ið skuldi vera ímynd fyri tøttum samstarvi. Talan var um tvær grótsúlur, ið ávíkavist skuldu ímynda Ísland og Føroyar. Millum hesar súlur var fest ein plata, ið skuldi ímynda tætta sambandið. Meinard Jacobsen frá Føroya Fiskavirking tók ímóti gávuni við teim orðum, at hon ikki skuldi sentraliserast til Havnar, men slapp at standa á virkinum í Vestmanna afturfyri, at arbeiðsfólkið hevði tikið so væl ímóti nýggju linjuni.
3. ættarlið av flakalinjum
Nýggja fløðilinjan verður roknað sum 4. ættarlið innan flakalinjur. Tað fyrsta ættarliðið eru bakkalinjurnar, har fløkini koma í bakkum eftir einum flutningsbandi framvið reinskerarunum. Hendan skipanin byggir á, at reinskerarin tekur sær ein bakka av fløkum, reinsker tey og sendir bakkan víðari. Men hesin framleiðsluháttur líkar ikki teim kønu innan virking av feskum fiski. Tey siga nevniliga, at tá ið fløk liggja í rúgvu, hefta tey saman og gerast trevsut, tá ið tey verða tikin sundur. Hetta, siga tey kønu, mikar munandi um góðskuna.
Harafturat fer bakkaskipanin við nógvum plássi og heldur nógvan gang. Men tó hevur hon tann fyrimunin, at til ber at halda skil á, hvussu væl og hvussu nógv hvør einstakur reinskerari sker.
Annað ættarliðið, tær fyrstu fløðilinjurnar, líkjast burturfrá bakkalinjunum á tann hátt, at fiskurin kemur eftir bandi til reinskerararnar. Hon gevu harumframt betri úrtøku enn bakkalinjan, men við henni ber ikki til at halda skil á góðskuni og mongdini hjá tí einstaka reinskeraranum.
Tær edv stýrdu fløðilinjurnar hava tann fyrimun, at tær kunnu skráseta góðsku og mongd hjá hvørjum einstakum reinskerara, hóast fiskurin verður fluttur eftir bondum. Aðalmunurin er, at hvørt skeriplássið hevur sokallaðar lummar, haðani skorna flakið verður flutt út á pakkilinjuna við jøvnum millumbilum. Tó er vansin við hesum fløðilinjum tann, at teir reinskerararnir, ið standa fremstir, taka til sín tey størstu og bestu fløkini. Hetta ger, at skerarnir longur afturi á bandinum fáa eina rúgvu av smáum fløkum sendandi, ið teir ikki megna at arbeiða seg uppundan.
Tann nýggja føroyska fløðilinjan hevur eina loysn fyri øllum vansunum á hinum sløgunum av flakalinjum. Hon er ikki uppbygd soleiðis, at reinskeraranum ikki nýtist at taka fløkini av fløðilinjuni. Teldustýringin býtir fløkini út til teir einstaku reinskerarnar. Tann einstaki reinskerarin verður sostatt ikki longur nervaður av at eygleiða fløðilinjuna, og hann sleppur samstundis frá at rætta seg yvir bandið eftir flaki, eins og hann sleppur undan at leggja seg eftir at fáa hendur á tey størstu fløkini.
Í mun til hini ættarliðini av flakalinjum, verður á hesari ikki bert vigað út frá hvørjum einstakum skerara, tá ið hann hevur skorið; tað verður eisini vigað inn til hvønn einstakan skerara. Innvigingin ber í sær, at tað nú - umframt nøgd og góðsku - eisini ber til at skráseta úrtøkuprosentið.
FaroeMar-linjan ger tað møguligt at býta skorna flakið sundur í fýra høvuðsframleiðslur og tvær farsframleiðslur. Flytingin av skornu nøgdini út á bandið til pakkilinjuna er gjørd nógv einfaldari í FaroeMar-linjuni, enn í øðrum linjum, ið finnast á marknaðinum: Teir, ið hava framleitt linjuna siga, at teir nýta eitt einfalda mekaniska skipan, ið við jøvnum millumbilum koppar skorna flakið út á bandið til pakkilinjuna. Hesa skipanin sigst vera sera løtt at halda við líka og at halda reina.