Veðurstova Føroya:
Sum sæst á permumyndini omanfyri, so lá eitt lágtrýst beint vestan fyri Skotland um mánaðarskiftið august/september og sendi slavna luft inn yvir Føroyar av landsynningi. Eitt samanrunnið brúgvalag var júst farið fram við Føroyum og ferðaðist síðani longur norðureftir, áðrenn tað hæsaði av.
Yvirhøvur var lágtrýstveður um okkara leiðir í september, serliga vestan fyri Føroyar. Lágtrýstini høvdu tó ikki hug at dýpast so nógv, sum tey viðhvørt kunnu gera um okkara leiðir, og ofta stóðu tey annaðhvørt í stað, ella fóru tey suður um Føroyar og inn yvir Bretland. Hetta hevði ofta við sær lágætt við slavnari luft, men brúgvaløgini við regni, sum fylgjur við lágtrýstunum, høvdu sum oftast hug at flyta seg suður um okkum og gera um seg aðrastaðni.
##med2##
Ættin í september sum máld á Veðurstovuni í Tórshavn.
Hóast tað ikki vóru heilt nógv brúgvaløg við nógvum regni, ið fóru fram við Føroyum hetta tíðarskeiðið, so var javnan eitt frískt lot við támi, sirmi, drivi ella onkrum æli. Hetta var orsaka av lágættini og lýggja rákinum í september, og tískil kendist ofta sum, at mánaðurin var vátur. Hetta var serliga galdandi fyri tey støðini, ið liggja beint ímóti ættini. Hinvegin, so var samlaða avfallið fyri september, tá avtornaði bert 66,2 mm. Hetta er nærum sama mongdin sum í september í fjør, tá ið tað komu 68,4 mm niður, og hetta er bert ein góð helvt av veðurlagsmiðaltalinum, ið liggur á 118,1 mm. Hetta er helst orsaka fá brúgvaløg við nógvum regni í senn, ið fóru framvið í september 2025. Vátasti september mánaði var í 2012 – tá komu 279,4 mm av avfalli niður.
Av lágættarveðrinum var miðalhitin í september 2025 11,3 stig. Hetta er eitt gott petti lýggjari enn september í fjør, tá ið miðalhitin var 9,1 stig, og eisini nakað væl lýggjari í mun til veðurlagsmiðaltalið fyri september frá 1991 til 2020, sum er 10,0 stig. Heitasti september mánaði seinastu 30 árini var í 1998 – tá var miðalhitin 11,9 stig. Miðalhitin hevur verið máldur í Tórshavn síðani 1870.
Hóast tað javnan var eitt frískt lot í september, so var eingin veruligur stormur. Tó vóru nakrar løtur við skriði í miðalvindi og stormi í hvirlunum. Ættin merktist hinvegin betri í summum støð. Til dømis var ættin javnt keðilig fyri flogferðsluna, ið viðhvørt mátti avlýsa fyri veður.
##med3##
Fríggjadagin 26. september: Eitt lágtrýst beint sunnan fyri Ísland við kuldabrúgv vestan fyri Føroyar er á veg ímóti Føroyum fríggjanáttina 26. september. Ættin hendan dagin var sunnan við lágari skýhædd og eitt skifti eisini nakað av avfalli. Øll flogferðslan var avlýst hendan dagin.
Dagurin við mesta miðalvindi var 18. september, tá eitt lágtrýst vestan fyri Skotland fór at dýpast og ganga í eystan. Mesta vindin fingu skotar, og tá var ættin vestan. Hinvegin var eisini eitt fitt lot av landnyrðingi yvir Føroyum hendan dagin, har ið mesta hvirlan á Veðurstovuni í Tórshavn var máld til 25,2 m/s.
##med4##
Hósdagin 18. September: Eitt lágtrýst, 985 hPa, beint sunnan fyri Føroya Banka fer í eystan beint suður um Føroyar og hevur við sær regn og vind í Føroyum og Skotlandi hendan dagin.