Vónbrot í Batumi

Tað gongur ongan veg hjá føroyska talvlandsliðnum í EM-kappingini í Georgia.

Martin Poulsen fekk í dag fyrsta føroyska sigurin í EM-stevnuni í Georgia.

Tíðindaskriv:

 

Í dag skuldi tað vera. Vit møttu Írlandi, sum er styrkismett niðast av teimum fjøruti liðunum í kappingini. Men vit taptu. Hóast føroysku telvararnir vóru favorittar á øllum borðum við hægri styrkitali enn mótstøðumenninir, vann Írland kortini dystin 2½ - 1½.

 

Martin Poulsen vann á fjórða borði og Høgni Egilstoft Nielsen telvaði javnt á fyrsta borði í enn einum maratontalvi, har hann skuldi verja seg við rygginum móti múrinum í nakrar tímar.

 

Luitjen Akselsson Apol og Rógvi Egilstoft taptu. Teir hava einki stig fingið enn.

 

Í morgin telva Føroyar móti Finnlandi, sum er styrkismett nummar 32. Finnland tapti í dag 2½-1½ fyri einum sterkum sveisiskum liði.

 

Føroyar, Finnland, Skotland og Portugal eru aftast við ongum stigi eftir tríggjar dystir.

 

Evropameistarnir Serbia eru fremst. Teir hava eins og Grikkaland fult stigatal eftir tríggjar dystir.

 

EM, 3 umfar

 

Írland - Føroyar 2½ - 1½

 

Zalan Nemeth 2212 - IM Høgni Egilstoft Nielsen 2389 ½ - ½

 

Shane Melaugh 2192 - Luitjen A. Apol 2318 1 - 0

 

Anuar Tureshbayev 2285 - Rógvi Egilstoft 2304 1 - 0

 

Alice O'Gorman 1960 - Martin Poulsen 2276 0 - 1

 

Martin Poulsen fekk í dag fyrsta føroyska sigurin í EM-stevnuni í Georgia.