Klokkan 16:40 í gjár steðgaði løgreglan einum bili í Klaksvím. Hetta var í einum vanligum eftirliti. Tað vísti seg, at førarin hevði drukkið og nógv, og hann verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Í gjárkvøldið leyp ein seyðu út áv vegin fyri ein bil í Kollfjarðadali. Bilførarin kláraði at steðga, men tað kláraði bilurin aftanfyri ikki. Hann rendi tí í tann fremra bilin.
Vakleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at har var eingin fólkaskaði, men at bilarnir fingu skaða.
Vaktleiðarin hevur ikki tað stóra at siga frá náttarlívinum, men tó er helst eitt harðskapsmál, sum verður kannað.
Um nógva vindin, sum veðurvánirnar boðaðu frá, sigur løgreglan, at tey onga skaðafráboðan hava fingið um nakran nevniverdan skaða.