Eli Hentze
Skopunar bygdarráð leggur í hesum døgum seinastu hondina á fíggjarætlanina fyri 1999, ið javnvigar við knøppum 10 milliónum krónum. Fíggjarætlanin fyri inniverandi ár javnvigaði við 8.6 milliónum. Gerhard Lognberg fegnast um økingina, ið fyri tað mesta stavar frá virkseminum á flakavirkinum, sigur hann.
Men tó at arbeiðið aftur er til nógvar vinnuførar hendur í Skopun, mugu Skopuningar enn lata sær lynda av hægsta skattaprosentinum, ið er 23 prosent. Kirkjuskatturin er 0.16 prosent og barnafrádrátturin er 2500 kr. Høga skattaprosentið er álagt bygdarráðnum orsaka av stóru skulduni, ið er góðar tríggjar álíkningar ? góðar 34 milliónir kr.
Gerhard Longberg heldur at til ber at klára skerini í góðum tíðum við trimum álíkningum. Skopunar bygdarráð hevur sett 1.3 milliónir av á fíggjarætlanini at gjalda skuld niður við. Sambært kommunuavtaluni eiga vit at gjalda 703.000 kr., men vit hava lagt eina millión afturat á borðið fyri at vísa ein góðan vilja.
Allir peningurin verður tó ikki brúktur til at gjalda skuld fyri. Átrokandi neyðugt er at fáa eitt reinsiverk í bygdini. Vit hava sett knappa millión av á fíggjarætlanini, tó at peningurin neyvan strekkir, men hetta er so ein byrjan, sigur formaðurin. Ein onnur millión fer til egningaskúrarnar at gera teir lidnar. Annars er tað alt víkalíkahaldið og aðrar skyldur, bygdarráðið hevur so sum skúli, IRF o.a.
Betraðu arbeiðsviðurskiftini í bygdini seinasta árið hava lokkað nøkur at venda aftur til Skopun. Fólkatalið í bygdini er beint oman fyri 500. Men tað er lítið aftur ímóti teimum gott 600 Skopuningunum fyri nøkrum fáum árum síðani. Áhugin at byggja hús hevur verið steindeyður í nógv ár. Hinvegin hava fleiri av teimum nyggju húsunum, ið fólk rýmdu frá, fingið nýggjan eigara. Men tað gongur tann rætta vegin, tí vit hava fyri stuttum selt eitt grundstykkið, sigur Gerhard.
Í Skopun eru 15 børn í barnaansingarskipanini. Loftið er 20 pláss. Øll sum hava biðið um pláss hava higartil fingið játtandi svar.
Hóast Skopun stendur í stórari skuld, fegnast formaðurin um íløgurnar undanfarin ár, sum í dag skapa neyðugan trivnað í bygdini. Høvdu vit ikki havt sett pengar í flakavirkið gjøgnum nógv ár, hevði verið øskukalt har í dag. Nógvir pengar eru farnir í havnalagið o.s.fr. Eftir mínum tykki eru pengarnir væl farnir, og um tíðirnar laga seg, skal tað nokk fara at ganga, sigur Gerhard.
Hann heldur tað vera óheppið, at kommunurnar í skuldarspurninginum ganga í tveimum bólkum. Heldur áttu vit at tikið hendur saman og talað felags søk. Viðvíkjandi spurninginum um kommunusamanlegging er Gerhard ikki í iva um, at verandi skipan er tann rætta.










