Óvissa um vápnahvíld lyftir undir oljuprísin

Óvissan um vápnahvíldina í Miðeystri merkist eisini á virðisbrævamarknaðunum í Asia

Oljuprísirnir eru hækkaðir nakað aftur, og virðisbrævamarknaðir fella.

 

Orsøkin er ótryggleikin um vápnahvíldaravtaluna millum USA, Ísrael og Iran.

 

- Óvissa er um, hvørt vápnahvíldin fer at halda, skrivar tíðindastovan NTB í morgun.

 

Prísurin á norðsjóvarolju hækkaði í nátt og liggur nú á sløkum 97 dollarum fyri fatið.

 

Óvissan um vápnahvíldina merkist eisini á virðisbrævamarknaðunum í Asia.

 

Í Tokyo og Hongkong vendu pílarnir niðureftir, eftir at optimisman, sum var í gjár, er kólnað nakað.

 

Hetta veit tíðindastovan AFP at siga í morgun.