Rúni Øster skal verja FM-heitið

Í dag byrja innleiðandi dystirnir í tvímansleiki

Savnsmynd: Heidi Lava Elgeirsdóttir

BSF skrivar:

 

- RÚNI ØSTER SKAL VERJA FM HEITIÐ

Í finaluni í einmansleiki komandi leygardag skal Rúni Øster verja heitið sum føroyameistari ímóti Christian Berg Petersen. Talan er sostatt um eina endurtøku av finaluni frá í fjør, tá teir báðir eisini tá vunnu sær pláss i finaluni. 

 

ÚR GUNDADALI Á EYSTURBRÚGV OG AFTUR

Finalistarnir eru báðir úr Havnar Badmintonfelag, men dagliga venur og leikar Rúni við KBK á Eysturbrúgv, tá hann lesur í danska høvuðsstaðnum. Í vetur hevur Rúni leikt fast við næstbesta liðnum hjá KBK til liðdystir, men hann hevur eisini spælt liðdyst við besta liðnum. 

Besta liðið hjá KBK er júst rykt upp í liga, sum er besta deildin í Danmark. Umframt Rúna spæla føroyingarnir Miriam i Grótinum, Árant á Mýrini og Jónas Djurhuus eisini við KBK. 

Christian Berg Petersen hevur í vetur vunnið eina GrandPrix kapping, har Markus Bjarnason annars gjørdist samlaður GrandPrix meistari hjá monnum. Í hálvfinaluni mánadagin spældi Christian tó ein branndyst ímóti Markus og sigraði við settunum 21-10, 21-10. 

 

FINALURNAR VERÐA LEYGARDAGIN

Finalan hjá monnum í einmansleiki í KONTRAST FM verður í Høllini á Hálsi leygardagin áleið klokkan 15:30. Finalurnar seinnapartin verða sýndar í sjónvarpinum hjá KVF, men øll eru sjálvandi vælkomin í høllina at heppa og hyggja eftir finalunum í judo, borðtennis og badminton.

Innleiðandi dystirnir í tvímansleiki verða leiktir hósdagin frá klokkan 16, meðan seinastu finalistarnir í blandaðum tvímansleiki verða funnir fríggjadagin frá klokkan 16. Innleiðandi dystirnir verða leiktir í Badmintonhøllini. Skrivar BSF.

 

Savnsmynd: Heidi Lava Elgeirsdóttir