Sjúklingar verða tryggjaðir

Nú verður lættari hjá sjúklingum at fáa endurgjald, tá teir hava verið fyri læknafuski

Í nógv á hevur tørvur verið á eini trygging til sjúklingar, sum eru feilviðgjørdir í føroyska sjúkrahúsverkinum. Nú hevur landsstýriskvinnan í almenna- og heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, lagt uppskot fram um »Lov om patientforsikring«, soleiðis at henda eisini verður galdandi í Føroyum.


Núverandi støðan

Í dag er tann sokallaða culpa-ábygdin galdandi innan føroyska sjúkrahúsverkið. Tað vil siga, at sjúklingurin sjálvur skal prógva at ein feilur er hendur. Hetta er sera óheppið, av tí at tað er sera torført hjá sjúklinginum at prógva, at ein feilur er gjørdur, sigur Helena Dam á Neystabø.


Soleiðis fer at vera

Endamálið við nýggju lógini er at víðka um rættin hjá sjúklinginum til at fáa endurgjald, og at tryggja eina skjótari og lættari viðgerð enn nú.

Endurgjaldsábyrgdin umfatar allar skaðar av kanning, viðgerð ella líknandi, sum sjúklingurin kundi sloppið undan, annaðhvørt við einum lækna við fleiri royndum ella størri vitan, ella við øðrum viðgerðarhættum. Eisini skaðar, hendir vegna feilir í tekniskum tólum ella órímiligar infektiónir av viðgerðini, fara at geva endurgjald í framtíðini, um Løgtingið velur at seta lógina í gildi í Føroyum.


Donsk lóg

Bæði endugjaldsábyrgd og heilsuverkið eru felagsmál sambært heimastýrislógini. Tí skulu klagur sendast til »Patientforsikringsforeningen« í Danmark. Avgerðir kunnu kærast til »Patientskadeankenævnet«.

Helena Dam á Neystabø sigur, at ein klaga sostatt fær eina holla viðgerð í skipanini, tí hon byggir á drúgvar royndir innan endurgjald til sjúklingar. Eisnini sigur hon, at tað vildi verið sera dýrt, at sett eina slíka skipan í verk í Føroyum, og fyrisitingin hevði verið óneyðuga stór. Harumframt hevði tað verið trupult, at bygt upp ein líknandi serkunnleika á økinum, sum í Danmark.


Eingin

føroysk umboðan

Ætlanin við uppskotinum er at gera føroysku umsitingina so einkla og lítið kostnaðarmikla sum gjørligt, stendur í uppskotinum, tí skal einki føroyskt umboð sita í »Patientforsikringsforeningen« og »Patientskadeankenævnet«. Hetta hevði kravt ov nógva arbeiðsorku og harafturat hevði tað verðið ov dýrt í ferðaútreiðslum, sigur Helena Dam á Neystabø. Sundhedsministeriet metir at umboð úr Føroyum, kunnu vera við til stýrisfundir sum eygleiðarar, t.d. eina ferð um ári.

Tá endurgjaldskrav verður sett til føroyska heilsuverkið, skulu føroysku myndugleikarnir hava møguleika fyri at verða hoyrdir og at siga sína meting í málinum.

Uppskotið er lagt fram fyri Sjúkrahússtjóran, Landslæknan, Tryggingarsambandið og danska heilsumálastýrið. Hesi eru samd um at lógin skal setast í gildi í Føroyum við kongaligari fyriskipan. Tó metir Tryggingarsambandið, at vit seinni eiga at gera eina serføroyska lóg um sjúkratrygging.