Um fýratíðina leygardagin var eitt ferðsluóhapp í Bøkjarabrekku. Ein motorsúkkla var áveg niðan eftir Bøkjarabrekku tá ein bussur frá Bussleiðini, sum skuldi av Tinghúsvegnum og út á Bøkjarabrekku, koyrdi út fyri hann.
Bussurin hevði treytaleysa víkiskyldu, men tað helt hann ikki so nógv um tí hann koyrdi bara víðari. Bussførarin helt ikki, at hann hevði ábyrgdina av óhappinum og tí helt hann bara leiðina fram.
- Hetta er greitt brot á grein 26 í ferðslulógini. Hon sigur týðuliga, at ert tú innblandaður í eitt ferðsluóhapp, so skalt tú steðga og hjálpa um nøkur eru skadd, ella hjálpa við at regulera ferðsluna. Tú skalt í øllum førum upplýsa hinum partinum navn títt og bústað.
- Motorsúkkluførarin segði, at bussførarin gjørdist illur um óhappið, og so fór hann bara av stað, men tað hevur hann ikki rætt til. So er líkamikið um hann gerst illur ella ikki, sigur Suni Vinther av løgreglustøðini í Havn.
Suni leggur afturat, at bussførarin verður ákærdur fyri brot á grein 26 í ferðslulógini.
Maður kleimdur í bili
Í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Havn. Tveir bilar rendu saman, og annar førarin sat kleimdur í bilinum. Sløkkiliðið kom á staðið og skar mannin leysan.
Um middagsleitið í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Havn. Á krossinum R. C. Effersøesgøta - Tjaldursvegur rendu tveir bilar saman.
So illa bar á, at annar førarin sat kleimdur í bilinum og slapp ikki út. Tí vóru boð send eftir sløkkiliðinum í Havn, sum hevur útgerð at hjálpa í slíkum støðum.
Tá førarin var skorin leysur og síðani koyrdur á sjúkrahúsið. Av løgreglustøðini verður kortini sagt, at hann ikki fekk stórvegis skaða.
Løgreglan í Havn dugir ikki at siga, hvat tað var, sum hendi, men tað er hugsandi at bilurin, sum kom av Tjaldursvegnum koyrdi út um treytaleysu víkiskylduna og á tann hátt, kom fyri hin bilin.
Tríggjar handtøkur leygarnáttina
Hóast vikuskiftið sum so var friðarligt, so vóru tríggjar handtøkur leygarnáttina
Jólini nærkast og nógv fólk eru í býnum um vikuskiftini. Í hvussu er til øll jólaborðhaldini eru av.
Tað merkist eisini hjá løgregluni at tað er meira "futtur í býnum", men løgreglan letur kortini væl at. Tó so, onkuntíð hendir okkurt kortini.
Leygarkvøldið varð ein maður handtikin við Kommunuskúlan. Búrkroppurin var í holt við at bróta rútar í skúlanum, men hann var steðgaður í gerðini.
Hinar báðar handtøkurnar, sum løgreglan framdi leygarnáttina vóru vegna fyllskap verður sagt av løgreglustøðini í Havn.
Ferðsluóhapp í Klaksvík:
Oyra skrædnaði av
Ein maður í Klaksvík var bæði heppin og ikki um vikuskiftið. Hann var fyri einum ferðsluóhappið har oyra skrædnaði. Men eydnutíð fyri hann kundu læknarnir seyma tað aftur.
Eisini í Klaksvík var lív í býnum. Nógv fólk var til jólaborðhald og tá verður mangan tikið ov nógv innanborða av tí váta slagnum.
Í Klaksvík er einki øðrvísið í so máta. Hjá tveimum teirra var so nógv farið inn um, at teir ikki orkaðu at ganga til hús og tí tók ein løgreglubilur teir við á støðina, har teir fingu loyvi til at sova rúsin út.
Ferðsluóhapp við posthúsið
Annars hendi eitt ferðsluóhapp í Klaksvík um vikuskiftið. Ein maður kom gangandi við posthúsið, men tá hann skuldi fara tvørtur um vegin var hann so óheppin, at hann kom rakti ein bil, sum fór fram við honum.
Skaðin maðurin fekk var, at oyra skrædnaði. Hann var fluttur á sjúkrahúsið beinanvegin og so væl bar til, at læknarnir fingu seyma oyra aftur beinanvegin.










