Framhaldandi kanningar av ferðingarmynstrinum hjá sildini

Tann 7. oktober 1998 varð semja gjørd millum strandalondini Føroyar, Ísland, Noreg, Russland og ES um eina skipan um fyrisiting av várgýtandi norðhavssildini fyri 1999. Partarnir samdust um at avmarka teirra veiði úr sildastovninum í 1999 til í mesta lagi 1.300.000 tons. Uttanlandsnevndin tekur undir við uppskotinum

Í viðmerkingunum til uppskoti, sum Finnbogi Arge legði fram vegna løgmann, verður m.a. sagt, at norðhavssildin er vaksin og tykist at taka upp sítt vanliga ferðingarmynstur. Fyri 1996 komu tey 4 strandalondini Ísland, Føroyar, Noreg og Russland ásamt um eina heildarveiðu, men ES ásetti sær sjálvum eina sildakvotu.

? Í desember 1996 varð ein 5-landa avtala gjørd millum strandalondini Føroyar, Ísland, Noreg, Russland og ES um fyrisiting av fiskiskapinum í 1997. Hesi somu lond gjørdu í oktober 1997 avtalu um fyrisiting av fiskiskapinum í 1998.

? Avtalan frá 7. oktober 1998 ásetir fyriskipanir um fiskiskapin eftir norðhavssild í 1999. Semja var um somu heildarveiðu sum fyri 1998 við somu sínámillum avtalum sum í 1998, verður sagt í viðmerkingunum.


Ferðingarmynstrið kannað

Upplýst verður eisini í viðmerkingunum, at í 1998 er ferðingarmynstrið hjá stovninum kannað, og í hesum ári kom sildin eisini í íslendskan sjógv. ICES hevur givið tilmæli um, hvussu nógv kann veiðast burtur úr stovninum, ið byggir á fyrivarnismeginregluna (Precautionary Approach). Avtalan tryggjar, at fiskiskapurin í 1999 verður á leið á hædd við kvotuna, sum, ICES hevur mælt til, ikki skal fara upp.

? Henda avtala verður mett at vera góð fyri stovnin, tí hon m.a. tryggjar, at fiskiskapurin fer fram undir eftirliti og skynsamari stovnsrøkt.

? Avtalan ásetir ikki endaliga býtið av rættindunum til norðhavssildina millum strandalondini, men partarnir eru samdir um framhaldandi at kanna ferðingarmynstrið hjá sildini, og at nýta ferðingarmynstrið sum ein part í ásetingini av býtinum millum londini. ST-avtalan um ferðandi fiskastovnar verður eisini nýtt sum grundarlag fyri umsitingini av stovninum, verður sagt í viðmerkingunum.


Veiðistøðið

Partarnir samdust um at halda fram við arbeiðinum at finna eina umsitingarætlan fyri norðhavssildina yvir eitt longri ella miðal tíðarskeið við búskaparligum og øðrum avleiðingum í mun til tilráðingarnar hjá ICES. Frágreiðing skal vera liðug í seinasta lagi 15. september 1999.

Í samband við ásetta MLV?ið fyri 1999 samdust partarnir um at taka hóskandi stig í framtíðini til tess at tryggja, at veiðistøðið tey komandi árini verður sett í mun til eina heildarætlan fyri stovnin, og at veiðistøðið, um neyðugt, verður minkað í mun til verandi heildarveiðu.

Partarnir samdust um sum grundarlag at áseta MLV (mest loyvdu veiðuna) fyri norska várgýtandi sildastovnin (atlanto-skandisku sildina), hereftir nevnt sild, til 1.302.000 tons í 1999.


1.3 mió. tons

Havandi hetta í huga samdust partarnir um at avmarka teirra veiði úr sildastovninum í 1999 til í mesta lagi 1.300.000 tons við hesum kvotum: E S 109.000 tons, Føroyar og Ísland 273.000 tons, Noreg 741.000 tons og Russland 177.000 tons

Partarnir samdust um at »Arbeiðsbólkurin at meta um hóskandi ætlanir fyri gagnnýtslu av stovninum fyri eitt miðal og longri tíðarskeið« skuldi koma saman aftur fyri at taka hædd fyri búskaparligum og øðrum avleiðingum av tilráðingunum hjá ICES. Frágreiðingin hjá arbeiðsbólkinum skal vera liðug innan 15. september 1999. Niðurstøðan hjá ICES til fyrispurningin í punkt 4 skal havast í huga fyri at nýta ætlanir yvir eitt miðal og longri tíðarskeið í samráðingunum um fyrisiting av stovninum.


Skipan

Eftir 1. viðgerð 17. november varð málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 26. november legði fram álit, har nevndin tekur undir við at samtykkja uppskotið, men nevndin heldur, at landsstýrið átti at lagt fram aftur fyri tingið sáttmálan um eina skipan um fyrisiting av várgýtandi norðhavssildini fyri 1998, sum landstýrið legði fram í vár, men sum fall burtur orsakað av løgtingsvalinum.