Amerikanski forsetin, Donald Trump, er á veg til Ísraels í kvøld. Her svarar hann spurningum frá tíðindafólkum, áðrenn hann fer umborð í forsetaflogfarið, Air Force One

Trump á veg til Ís­ra­els: Vápna­hvíld­in fer at halda

- Øll eru glað samstundis, og tað er ongantíð hent áður. Vanligt er, at um annar parturin er glaður, er hin tað ikki, sigur amerikanski forsetin

Amerikanski forsetin, Donald Trump, er á veg til Ísraels í kvøld. Her svarar hann spurningum frá tíðindafólkum, áðrenn hann fer umborð í forsetaflogfarið, Air Force One

Í kvøld er amerikanski forsetin, Donald Trump, á veg til Ísraels, og á veg í flogfarið sigur hann við tíðindafólk, at vápnahvíldin í Gazageiranum fer at halda.

 

Spurdur, um stríðið millum Ísrael og Hamas er av, sigur forsetin sambært Reuters, at kríggið í Gazageiranum er liðugt.

 

Hamas skal eftir ætlan lata seinastu gíslarnar leysar tíðliga í morgin, okkara tíð, men í kvøld segði amerikanski forsetin, at kanska verða gíslarnir leyslatnir eitt sindur fyrr.

 

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, verjumálaráðharrin, Pete Hegseth og CIA-stjórin, John Ratcliffe, eru sambært Hvítu Húsunum eisini við forsetaflogfarinum.

 

Donald Trump skal eftir ætlan koma til Ísraels stutt eftir, at gíslarnir eru latnir leysir.

 

Amerikanski forsetin skal halda røðu í ísraelska tjóðartinginum, Knesset, áðrenn hann fer til Egyptalands til ein stóran friðartoppfund saman við landsins forseta, Abdel Fattah al-Sisi.

 

- Øll eru glað samstundis, og tað er ongantíð hent áður. Vanligt er, at um annar parturin er glaður, er hin tað ikki, sigur Donald Trump.

 

Amerikanski forsetin leggur aftrat, at hetta er fyrstu ferð, at øll eru ovfarin og fegin, og tað er ein æra at vera partur av hesum, sigur hann í kvøld sambært Reuters.

 

 

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, er á veg til Ísraels í kvøld. Her svarar hann spurningum frá tíðindafólkum, áðrenn hann fer umborð í forsetaflogfarið, Air Force One