Trump vil trýsta Putin við tomahawk-rakettum

- Eg fari at siga russiska forsetanum, at um hann ikki endar kríggið, fari eg at umhugsa at senda Ukraina langtberandi rakettir, sigur amerikanski forsetin

 

Í dag endurtók amerikanski forsetin, Donald Trump, at hann ukhugsar at lata Ukraina langtberandi tomahawk-krússararakettir.

 

- Eg fari at siga russiska forsetanum, at um hann ikki endar kríggið, fari eg at umhugsa at senda Ukraina tomahawk-rakettir.

 

Hetta segði Donald Trump sambært Reuters umborð í Air Force One-flogfarinum við tíðindafólk, nú hann var á veg til Ísraels.

 

Hann segði eisini, at hann fer at tryggja Ukraina eina nýggja sending av vápnum eftir ynski frá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj.

 

##med2##

 

Tomahawk eru langtberandi krússararakettir, sum eru framleiddar í USA, og sum kunnu røkka neyvum málum langt inni í Russlandi.