til endamálið. Otniel Nygaard, leiðari, fegnaðist um hetta, tí sum hann segði, so hevur Musikkskúlin verið ein skúli uttan nakað ítøkiligt høli. At hetta er broytt ger góðan mun. Og longu nú sæst úrslit [...] tonleikur at hoyra og kunngjørt var, at ein navnakapping verður útskrivað, og at nærri verður kunngjørt um hetta seinni.
og hann sigur seg ikki hava upplivað so vánaligt veður á sjónum nakað summar sum í ár. - Hetta minnir mest um vánaligt vetrarveður, sigur hann við Bergens Tidende. Atlantic Traveller hevði ein ringan [...] skipið eina viku til umvælingar. Reiðaríið gevur skiparanum rætt í tí, sum hann sigur um veðrið í summar. - Hetta svarar til, at tað var mjørki á flogvøllinum í Bergen allan juli mánað, sigur Harald T [...] síðstu viku, og tá skipið skuldi leggja at bryggju í Bergen seinasta fríggjadag, steðgaði motorurin. Hetta var annað óhappið í summar. Tað fyrra var í juni, tá eitt vindblak sendi skipið inn í ein mola í
merkja, um Tjóðveldi er við upp á hetta Stóri sigursharrin á kommunuvalinum í Havn, Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum, ætlar sær fyrst og fremst at tosa við samgongufelagarnar í Tjóðveldi. Hetta sigur [...] í 1984, tá hesin fekk góðar 1300 atkvøður. Sjálvt um Javnaðarflokkurin við fimm umboðum hevur fingið nógv tað besta úrslitið nakrantíð, so merkir hetta ikki per automatikk, at flokkurin fær valdið í Tórshavnar
mentamálanevndini í Fuglafirði var hetta málið til viðgerðar fyrst, men nevndin var samd um at heita á fíggjarnevndina og býráðið um ikki at luttaka í byggingini. Orsøkin til hetta er, at kommunan sjálv stendur [...] dagar seinni tók fíggjarnevndin undir við tilmælinum. Nevnt varð, at eingin peningur er avsettur til hetta á fíggjarætlanini komandi ár. Tá málið kom til viðgerð á býráðsfundi, tók býráðið somuleiðis undir
til 9. flokki at kappast, og verður hetta í Ítróttarhøllini á Hálsi. - Hetta er eisini fri at vísa á, at ítróttur umfatar meira enn bara fótbólt. Vit royndu hetta í fjør, og tað eydnaðist framúr væl, [...] fleiri skúlum at arbeitt eftir. Eitt nú kundi tað verið eitt fínt hugskot, um besti liðini hjá einstøku skúlunum seinni kappaðust um eitt veruligt skúlameistaraheiti innan ymsu greinarnar.
formaður í Reyða Krossi. Hóast onkur kann halda, at hetta ikki er so stór upphædd í okkara heimi, so kann tað, sum hesin peningur kann geva, verða ein spurningur um lív ella deyða fyri mong menniskju. Felagsskapurin [...] Felagsskapurin sendir sjálvur 50.000 kr. til hetta neyðhjálpararbeiðið, og vónar, at aðrar 50.000 kr. kunnu verða savnaðar inn kring landið. Hetta verður gjørt við serstøkum bússum, sum eru settar runt ymsastaðni [...] Allur bati bøtir . Soleiðis kann ein eisini siga um innsavningina hjá Reyða Krossi Føroya í sambandi við hungursneyðina í afrikanska landinum Niger. Innsavningin byrjaði beint eftir ólavsøku, og longu
Yorkshire í Onglandi, og nú verður gitt, at hetta kanska er eitt víkingaskip ella ein víkingagrøv. Fleiri víkingagravir eru funnar í Skotlandi og Írlandi fyrr, men hetta er tað fyrsta fundið av sínum slagi í [...] Simon Holmes, fornfrøðingur hjá Yorkshire Museum, sigur við The Guardian, at er hetta veruliga eitt víkingaskip, er talan um tað týdningarmesta víkingafundið á Bretsku Oyggjunum nakrantíð. Kanningar hava [...] funnu lutirnir stava frá 9. øld, og sambært Simon Holmes vita fornfrøðingar og søgufrøðingar lítið um tað, sum víkingarnir høvdust at í Onglandi tá. Norskir og danskir víkingar fóru á sínar fyrstu ránsferðir
glaða popprokkinum meðan amerikumaðurin Kanye West tekur sær av rappinum. Hetta eru trý av størstu nøvnunum innan sína genru, og hetta boðar frá einum frálíkum festivali. Hvørt ár ferðast nógvir føroyingar [...] undantak. Frammanundan ganga leysasøgur um at Radiohead, Kashmir, Kaizers Orchestra, Who Made Who, Calexico, Depeche Mode, George Clinton og The Strokes fara at spæla, hetta er tó alt fullkomiliga óváttað. Men [...] fyri Roskilde Festivalin, og almannakunngjørdi tey trý fyrstu nøvnini á ársins festivali. Talan var um harðan rokk, glaðan popprokk og amerikanskt rapp. Amerikansku Tool standa fyri harða rokkinum, skotsku
løgreglan fráboðan um hetta, men av tí at upplýsingarnir ikki vóru so nágreiniligir, fekk løgreglan ikki hendur á bilføraranum, verður sagt av løgreglustøðini í Klaksvík. Ongin ivi er um, at slík ábyrgdarleys [...] sunnudagin. Veðrið var avbera gott, og mong nýttu høvi at ganga ein túr norður í Ánirnar og tann vegin. Hetta strekkið er landsvegur, so bilarnir koyra skjótari har. Men ein bilur bar av fyri mongum at síggja [...] er vandamikil, men samstundis áttu fólk, sum ganga eftir hesum vegastrekkinum, at havt í huga, at hetta er ein landsvegur, og tískil kanska ikki tað skilabesta staðið at fara gongutúr.
Spurdur um hann helt hetta vera besta dystin, sum hann hevði leikt hetta kappingarárið, svaraði Petur, at tað visti hann nú ikki. - Tað hava verið nakrir góðir dystir. Í dag havi eg nakrar bjargingar [...] Seinasta ár var hann ein av kyndilsleikarunum, sum í seinastu løtu mistu gullið á gólvið, og spurdur um hetta eisini hevði sítt at siga, var íslendingurin sera avgjørdur. - Í fjør kláraðu vit tað akkurát ikki