Fleiri fólk í Klaksvík vóru rættuliga ørg inn á ein bilførara, sum lá og koyrdi við øgiligari ferð sunnudagin. Veðrið var avbera gott, og mong nýttu høvi at ganga ein túr norður í Ánirnar og tann vegin. Hetta strekkið er landsvegur, so bilarnir koyra skjótari har. Men ein bilur bar av fyri mongum at síggja. Eygnavitni siga, at hesin bilurin næstan fleyg eftir vegnum. Sum Sosialurin skilir, so fekk løgreglan fráboðan um hetta, men av tí at upplýsingarnir ikki vóru so nágreiniligir, fekk løgreglan ikki hendur á bilføraranum, verður sagt av løgreglustøðini í Klaksvík.
Ongin ivi er um, at slík ábyrgdarleys koyring er vandamikil, men samstundis áttu fólk, sum ganga eftir hesum vegastrekkinum, at havt í huga, at hetta er ein landsvegur, og tískil kanska ikki tað skilabesta staðið at fara gongutúr.










