Allur bati bøtir.
Soleiðis kann ein eisini siga um innsavningina hjá Reyða Krossi Føroya í sambandi við hungursneyðina í afrikanska landinum Niger.
Innsavningin byrjaði beint eftir ólavsøku, og longu nú eru tær fyrstu 3100 kr. komnar inn á kontoir hjá felagsskapinum, upplýsir Súni Vinther, formaður í Reyða Krossi.
Hóast onkur kann halda, at hetta ikki er so stór upphædd í okkara heimi, so kann tað, sum hesin peningur kann geva, verða ein spurningur um lív ella deyða fyri mong menniskju.
Felagsskapurin sendir sjálvur 50.000 kr. til hetta neyðhjálpararbeiðið, og vónar, at aðrar 50.000 kr. kunnu verða savnaðar inn kring landið.
Hetta verður gjørt við serstøkum bússum, sum eru settar runt ymsastaðni í landinum, eins og møguleiki er at flyta peningin inn á kontoir hjá Reyða Krossi í peningastovnunum.