Musikkskúli nýggjar karmar

Á Tvøroyri hava tey avgjørt at geva Musikkskúlanum góðar karmar

Mikudagin var móttøka í niðastu lon í skúlanum á Tvøroyri. Har er kjallarin nevnliga gjørdur í stand og avsettur til nýtslu hjá Musikkskúlanum, ið sostatt hevur hølir at virka í, ið eru skræddaraseymað til endamálið.

Otniel Nygaard, leiðari, fegnaðist um hetta, tí sum hann segði, so hevur Musikkskúlin verið ein skúli uttan nakað ítøkiligt høli. At hetta er broytt ger góðan mun. Og longu nú sæst úrslit, segði hann, tí nú koma børn at forvitnast at vita, hvat tað er sum fyriferst í hesum hølunum, ið sostatt draga at sær, og tískil slepst undan at fara út at leita eftir næmingum í so stóran mun sum áður.Á samkomnuni var eisini tonleikur at hoyra og kunngjørt var, at ein navnakapping verður útskrivað, og at nærri verður kunngjørt um hetta seinni.