Fyrstu nøvnini á Roskilde Festivalinum

Størsti danski tónleikafestivalurin Roskilde Festivalurin almannakunngjørdi í dag fyrstu nøvnini á ársins festivali.


Í fyrrapartssendingini í morgun hjá størstu donsku útvarpsrásini P3, luttók eitt umboð fyri Roskilde Festivalin, og almannakunngjørdi tey trý fyrstu nøvnini á ársins festivali. Talan var um harðan rokk, glaðan popprokk og amerikanskt rapp.
 
Amerikansku Tool standa fyri harða rokkinum, skotsku Franz Ferdinand fyri glaða popprokkinum meðan amerikumaðurin Kanye West tekur sær av rappinum. Hetta eru trý av størstu nøvnunum innan sína genru, og hetta boðar frá einum frálíkum festivali. Hvørt ár ferðast nógvir føroyingar til festivalin á Dyreskuepladsen í Roskilde. Í ár verður ivaleyst einki undantak.
 
Frammanundan ganga leysasøgur um at Radiohead, Kashmir, Kaizers Orchestra, Who Made Who, Calexico, Depeche Mode, George Clinton og The Strokes fara at spæla, hetta er tó alt fullkomiliga óváttað.  Men váttað er altso, at Tool, Kanye West og Franz Ferdinand luttaka.