Heðin vil fyrst tosa við Tjóðveldi

Nógv bendir á, at sitandi meiriluti í Havn kann halda fram styrktur. Væl at merkja, um Tjóðveldi er við upp á hetta Stóri sigursharrin á kommunuvalinum í Havn, Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum, ætlar sær fyrst og fremst at tosa við samgongufelagarnar í Tjóðveldi. Hetta sigur hann við sjónvarpið hjá Kringvarpinum í kvøld.

Við sínum 2200 atkvøðum slær sitandi borgarstjóri øll met. Hann hevur fingið næstan tvífalt so nógv atkvøður, sum Poul Michelsen fekk í 1984, tá hesin fekk góðar 1300 atkvøður.

Sjálvt um Javnaðarflokkurin við fimm umboðum hevur fingið nógv tað besta úrslitið nakrantíð, so merkir hetta ikki per automatikk, at flokkurin fær valdið í Tórshavnar kommunu. Tað vísa royndirnar frá nógvum undanfarnum kommunuvalum, har sigursharrin í høvuðsstaðnum í fleiri førum hevur staðið eftir sum sum tapari. Spennandi verður tí at fylgja gongdini komandi døgnið.