Ringt summar á sjónum

Sigling: - Eg plagi at hava gott samband við veðurguðarnar, men í summar hevur sambandið verið stak vánaligt, sigur skiparin á norsku ferjuni Atlantic Traveller, sum siglir millum Bergen og Hanstholm

Finn Esben Hansen, skipari, er dani. Hann hevur siglt í skandinaviskum sjógvi í 50 ár, og hann sigur seg ikki hava upplivað so vánaligt veður á sjónum nakað summar sum í ár.

 

- Hetta minnir mest um vánaligt vetrarveður, sigur hann við Bergens Tidende.

 

Atlantic Traveller hevði ein ringan túr úr Hanstholm til Noregs í síðstu viku, og tá skipið skuldi leggja at bryggju í Bergen seinasta fríggjadag, steðgaði motorurin. Hetta var annað óhappið í summar. Tað fyrra var í juni, tá eitt vindblak sendi skipið inn í ein mola í innsiglingini í Hanstholm. Tá lá skipið eina viku til umvælingar.

 

Reiðaríið gevur skiparanum rætt í tí, sum hann sigur um veðrið í summar.

 

- Hetta svarar til, at tað var mjørki á flogvøllinum í Bergen allan juli mánað, sigur Harald Thorstensen, reiðari.