Kanska eitt víkingaskip

Tveir menn hava funnið fleiri silvurmyntir, partar av einum svørði og einum skjøldri í jørðini í Yorkshire í Onglandi, og nú verður gitt, at hetta kanska er eitt víkingaskip ella ein víkingagrøv.

Fleiri víkingagravir eru funnar í Skotlandi og Írlandi fyrr, men hetta er tað fyrsta fundið av sínum slagi í Onglandi, skrivar NTB. Simon Holmes, fornfrøðingur hjá Yorkshire Museum, sigur við The Guardian, at er hetta veruliga eitt víkingaskip, er talan um tað týdningarmesta víkingafundið á Bretsku Oyggjunum nakrantíð. Kanningar hava longu víst, at teir funnu lutirnir stava frá 9. øld, og sambært Simon Holmes vita fornfrøðingar og søgufrøðingar lítið um tað, sum víkingarnir høvdust at í Onglandi tá.

Norskir og danskir víkingar fóru á sínar fyrstu ránsferðir til Onglands í 9. øld, og fleiri handilsmenn úr hesum londunum búsettust har.