Sum liður í at fjøltátta ítróttarundirvísingina á Venjingarskúlanum skipar skúlin í morgin fyri stórari flogbóltskapping. Frá klokkan 8 á morgni fara allar næmingarnir í 6. til 9. flokki at kappast, og verður hetta í Ítróttarhøllini á Hálsi.
- Hetta er eisini fri at vísa á, at ítróttur umfatar meira enn bara fótbólt. Vit royndu hetta í fjør, og tað eydnaðist framúr væl, og umframt flogbóltin fara vit eisini at skipa fyri serstøkum kappingardøgum í øðrum ítróttagreinum seinni í ár, sigur Marilyn Danielsen, sum er ein av lærarunum handan kappingina.
Marilyn heldur annars, at júst ein slíkur leistur vildi verið upplagdur hjá fleiri skúlum at arbeitt eftir. Eitt nú kundi tað verið eitt fínt hugskot, um besti liðini hjá einstøku skúlunum seinni kappaðust um eitt veruligt skúlameistaraheiti innan ymsu greinarnar.