atfinningar og ivamál av og á stinga seg upp í kjalarvørrinum á stórum vanlukkum á sjógvi og landi. Hetta ber í longdini ikki til, sum greitt varð víst á í nevndu tíðindasending. Her mugu skapast púra [...] at fyrihalda seg til. Tað er einki at ivast í, at vit hava sera dugnaligt, djarvt bjargingarfólk á sjógvi og landi, tá vanlukka hendir, ella tá skip koma í havsneyð. Alt tað vit vita um er talan um menn [...] og sjúkrahúsini. Hetta er eisini galdandi fyri øll tey, sum sjálvboðin taka lut í bjargingararbeiði, eitt nú limirnir í bjargingarfeløgunum. Samfelagið hevur nógv at takka hesum pørtum fyri, og vit høvdu
Í kvøld klokkan 19 byrjar X-Factor finalan, har Linda Andrews úr Havn fer at royna at syngja seg til ovasta sessin. Men tað verður ikki bara í DR-býnum og heima í stovunum, at X-Factor verður á skránni [...] leitað sær á Hvonn til endamálið. Tí í finaluni, hevur DR valt at vitja ymisku býirnar, haðani finalistarnir eru. Í Havn verður Sigrún Brend vertur, og Sosialurin hevur tosað við hana um tiltakið. - Per [...] ganga skjótt fyri seg. Vit sleppa ígjøgnum í stutt tíðarbil. Kanska fimm sekund onkuntíð, og 20 sekund aðrar tíðir, so tað verður heilt spennandi at vera við í eini so stórari produktión, staðfestir Sigrún
so ikki hava sett seg ordiliga inn í, hvat teir samtykkja er harmiligt, men tað er kanska ein lærupeningi til eina aðru ferð. Tó hevur andstøðan grein í sínum máli í hvussu er viðvíkjandi einum. Hvar er [...] in undantikin, standa spillnakin í hesum máli. Tingið fekk tað, sum var umbiðið. Størsti andstøðuflokkur royndi enntá í viðgerðini at gera størri ognaravmarking enn tann, sum nú er galdandi. At tinglimir [...] heldur enn at lata landstýrisfólk, embætisfólk og nevndarlimir í Fíggingargrunninum standa og fáa ákoyringar fyri nakað, sum varð framt í fullari politiskari semju. Teimum tørvar nú uppbakking frá Løgmanni
koma aftur til Føroya, kunnu vera vísir í, at Toll og Skatt stendur í smáum skóm og tekur ímóti teimum á keiini. Ikki í tráð við andan í Visión 2015. Sosialurin [...] eitt stórt men, sum heldur ivasamt, ikki verður nevnt í rættuliga ljósareyða pressuskrivinum. Fíggjarmálaráðið hevur skoytt eina lítla stramming uppí í mun til verandi lóggávu. Tað verður ikki gjørligt longur [...] tey stóru vælkomin skeltini, sum standa frammanundan. At argumentera við, at soleiðis er í grannalondum, sum í sær sjálvum er ein heldur ópresis lýsing, sum ráðið ikki burdi sloppið avstað við at brúkt
teirra hava fingið brell og vilja fara upp í herflotan. Peter Harvey sigur, at tað er ikki tvingað hermannatænasta í Bretlandi, og tað hevur tað ikki verið í 40 ár. Tí verður roynt at fáa tey ungu at velja [...] og tí hesi standa fyri. Hesi ungu fáa henda møguleikan longu í skúlatíðini, og duga tí eisini betur at skilja, hvat milliterið í Bretlandi í veruleikanum stendur fyri. Tey eru 16,17 og 18 ára gomul. Peter [...] 44 ungir bretar, kadettar og umboð fyri herflotan verið á legu í Føroyum. Vitjað hevur verið kring alt landið, har ungfólkini, hava gingið í fjøllunum, kavað á firðunum og tjaldað. Leygardagin var samkoma
sigur, at tað í Danmark eru um 262.000 lesarar av mánaðarritinum Det Bedste. Men tað er bara ein dropi í havinum. Det Bedste - ella Readers Digest, sum tað eitur á heimsmáli - kemur út í 48 útgávum á 19 [...] Í vikuni fekk Jutta T. Petersen handað kekkin uppá tær 200 túsund krónurnar, sum hon vann í eini kapping hjá Det Bedste. Tað var blaðstjórin Yngve Skovmand sjálvur, aum var komin til Føroya at handa Juttu [...] føroyingur vinnur ein av teimum stóru vinningunum í kapping hjá Det Bedste, og blaðstjórin var sera fegin um, at tað endiliga eydnaðist at finna ein vinnara í Føroyum. Eg eri stoltur yvir at sleppa at handa
i, sum Sosialurin fekk í hornið í gjár. Poul Nyrup Rasmussen hevði fyrrapartin latið frætta, at hann kom á vitjan í Føroyum, umframt at hann eisini hevði tosað við Jóannes Eidesgaard, formann í Javnað [...] nú verður møguleiki at koma til hendavegin, í fyrsta umfari á Ríkisfund, men seinni á almenna vitjan, sum Landsstýrið hevur bjóðað Nyrup og konuni seinni í ár. - Á dagsskránni fyri fundin 6. januar, sum [...] Danmarkar 8. januar. - Nú er ætlanin, at vit skulu koma aftur á vitjan seinni í ár. Eg kundi hugsað mær, at hetta kundi verið í summatíðini, so vit kunnu njóta náttúruna og ferðast kring landið, sigur Nyrup
mennast her í Føroyum. Tað er tó eingin, sum ivast í, hvaðani íblásturin til myndirnar kom frá. Her var tað ikki stórbýurin men “periferiin”, sum var avmyndað á løriftinum, segði landsstýrismaðurin í røðu síni [...] eftirmæli og minni. Bókin um Mikines eigur at gerast fólkaogn í Føroyum. Sosalurin hevur stórt ummæli av bókini í týsdagsútgávuni. Sosialurin [...] Landsstýrismaðurin gjørdi í síni røðu við framløguna vart við, at Mikines hóast hann sum ungur listamaður møtti bæði vælvild og virðing ímillum manna, bar ikki til hjá honum at støðast í Føroyum. Her var ikki
verður Sandoy ella Sandoyarsýsla nokk forfylgd av tildømis Landsverk. Hoyrdi í Kringvarpinum í kvøld at Landsverk hevði eina ætlan í sjúrtuermuni, har Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin skulu tengjast saman [...] projekt í 2017. Hetta er tilráðing frá PLS Rambøll sambart Landsverk. Ber tað til, at Landsverkstjórin og undirstjórar hansara liggja við sjuldari dagsskrá fyri at einki skal henda í Sandoy? Í míni verð [...] øðrum. Eg havi fleiri dømi, har Landsverk provokerar, til dømis í Dali at leggja eina tunnilsføring uttan mál og mið fyri at provokera í staðin fyri stytstu leið, sum kostar einar 50 mió minni. Ella Skúvoy
savna tríggjar av okkara fremstu tónlistakvinnum á einum og sama palli í summar. Eivør, Guðrun og Lena skulu syngja í Keypmannahavn í juni. Vit kunnu bert taka hattin av fyri stigtakarunum til hetta tiltak [...] soleiðis at hann fær fleiri bein at standa á. Gott í tykkum á blaðnum "Kvinnu" og tykkum tríggjar songstjørnur okkara, at tit í felag hava fingið hetta í lag. Tað er so eitt stig á leiðini at geva umheiminum [...] vit hava brúk fyri. At savna tríggjar av okkara fremstu tónlistakvinnum á einum stórum palli í útlandinum er í tráð við tað, sum vinnulívsfólk, politikarar og onnur hava tosað um, nevniliga hetta at vísa