Í kvøld klokkan 19 byrjar X-Factor finalan, har Linda Andrews úr Havn fer at royna at syngja seg til ovasta sessin.
Men tað verður ikki bara í DR-býnum og heima í stovunum, at X-Factor verður á skránni. Eisini hjá Kringvarpinum, sum hevur leitað sær á Hvonn til endamálið. Tí í finaluni, hevur DR valt at vitja ymisku býirnar, haðani finalistarnir eru. Í Havn verður Sigrún Brend vertur, og Sosialurin hevur tosað við hana um tiltakið.
- Per Zachariassen ringdi til mín, og so tók eg av, tí hetta er ein sera spennandi uppgáva, sigur Sigrún Brend, sum var hjá frisøri til endamálið, fyri at gera seg til reiðar til brakið.
Onki tvætl
Vanliga kenna vit Sigrúna Brend frá Degi og Viku hjá Kringvarpinum, har hon er verturin, sum fortelur okkum, hvussu politiska støðan er og so framvegis. So er spurningurin, hvat hon heldur um at vera við í eini sending, sum løgtingsmaður hevur kallað, lágmentanarliga imperialsmu frá dønum og onnur hava kallað eina tvætlisending.
- Hetta er onki tvætl. Hetta er ein stuttlig og glað sending, sum øll hava eina meining um, so tað er als ikki ein tvætlisending, sigur føroyska vertinnan í X-Factor.
Fleiri umførð
Sendingin verður skipa á tann hátt, at tað verður upp til 10 ferðir, at DR sendir beinleiðis av Hvonn. Men hetta veldst alt, hvussu langt Linda kemur.
- Tað fer at ganga skjótt fyri seg. Vit sleppa ígjøgnum í stutt tíðarbil. Kanska fimm sekund onkuntíð, og 20 sekund aðrar tíðir, so tað verður heilt spennandi at vera við í eini so stórari produktión, staðfestir Sigrún Brend, X-Factor vertinna.
Li til 1212
Hóast Sigrún Brend fer at hava nógv um oyruni í kvøld, so fer hon at atkvøða.
- Eg fari at skriva Li inn á telefonina, tí so náði eg at senda tað til 1212, sigur Sigrún Brend, sum ongan iva letur vera um, at hon fer at atkvøða fyri føroysku Lindu Andrews.