Oddagrein· Fíggjarmálaráðið gongur ímóti Visión 2015

Í farnu viku kom út eitt pressuskriv frá Fíggjarmálaráðnum, har greitt verður frá nýggja lógaruppskotinum um skrásetingaravgjøld á bilum. Uppskotið er skorið eftir europeiskum leisti, og ein partur av skrásetingaravgjaldinum skal framyvir vera grundað á CO2 útlátið. Hetta er gott, og Figgjarmálaráðið ger við hesum í tráð við politiska viljan um, at vit skulu uppfylla treytirnar í Kyoto avtaluni, og handlar harvið eisini í tráð við Visión 2015, tá tað kemur til umhvørvið. Fyri hetta hevur Fíggjarmálaráðið rós uppiborið.

Men, og her er eitt stórt men, sum heldur ivasamt, ikki verður nevnt í rættuliga ljósareyða pressuskrivinum. Fíggjarmálaráðið hevur skoytt eina lítla stramming uppí í mun til verandi lóggávu. Tað verður ikki gjørligt longur at hava ein bil við sær heim til Føroya sum flytigóðs. Hetta má man lesa noturnar til lógaruppsktið fyri at síggja. Hví vil Fíggjarmálaráðið avtaka henda møguleika? Er tað politiski viljin?

 

Tað tykist løgið at gera tað truplari at flyta heim til Føroyar í einari tíð, har politikarar kropp á kroppi standa og kæra sina neyð um allar teir mongu túsund útisetarnar, sum burdu komið heim aftur til Føroya. Visión 2015 gongur eisini út uppá at gera tað attraktivt hjá føroyingum at venda aftur til Føroya, og tað hjálpir hetta uppskotið ikki uppá. Heldur tvørturímóti. Fíggjarmálaráðið ger tað eitt lítið sindur meiri tvørligt at koma aftur, og tá skal sigast, at tað ikki júst eru tey stóru vælkomin skeltini, sum standa frammanundan.

 

At argumentera við, at soleiðis er í grannalondum, sum í sær sjálvum er ein heldur ópresis lýsing, sum ráðið ikki burdi sloppið avstað við at brúkt, er ikki nóg gott. Grannalond hava ikki eina nettofráflyting, sum vit hava, og grannalond hava ikki trupulleikar at tiltrekkja ung vælútbúgvin fólk. Tað hava vit, og tí má Føroya Landsstýri íroknað Fíggjarmálaráðið arbeiða fyri, at tað skal vera so ómakaleyst og innbjóðandi sum møguligt at koma aftur til Føroya hjá útisetum.

 

Tað kann væl vera, at tað er eitt smámál í mun til so nógv onnur, at fólk framyvir ikki sleppa at hava bilin við sær sum flytigóðs, tá tey flyta aftur til Føroya, men signalvirðið er ikki at taka feil av. Signalið er, at útisetar, um teir ditta sær at koma aftur til Føroya, kunnu vera vísir í, at Toll og Skatt stendur í smáum skóm og tekur ímóti teimum á keiini. Ikki í tráð við andan í Visión 2015.

 

Sosialurin