Oddagrein· Tónlistarligir ambassadørar

Leingi fyri ikki at siga nærum altið hevur føroyski búskapurin verið bundin at eini vøru, eini framleiðslu. Leingi var tað landbúnaðurin. So kom fiskivinnan. Eftir tað kom so eisini alivinnan. Nú verður so tosað um aðrar vinnur at byggja framtíðar vinnubygnaðin á, eitt nú ferðavinnu, KT-vinnu, oljuvinnu og nú eisini tónleikavinnu.

Hugaligt var at síggja seinasta nummarið av Kvinnu, har tað verður kunngjørt, at tað hevur eydnast blaðnum at savna tríggjar av okkara fremstu tónlistakvinnum á einum og sama palli í summar. Eivør, Guðrun og Lena skulu syngja í Keypmannahavn í juni.

Vit kunnu bert taka hattin av fyri stigtakarunum til hetta tiltak, tí tað er júst slíkar vissiónir og veruleikar vit hava brúk fyri. At savna tríggjar av okkara fremstu tónlistakvinnum á einum stórum palli í útlandinum er í tráð við tað, sum vinnulívsfólk, politikarar og onnur hava tosað um, nevniliga hetta at vísa umheiminum, at Føroyar eru ikki bert fiskur og eitt reint hav. Føroyar eru eisini so nógv annað. Eitt nú yndisligar og hugvekjandi kvinnurøddir, sum kunnu vera við til at vekja áhugan fyri okkara lítlu tjóð og fólki.

Eitt er at menna ein útflutning við føroyskum tónleiki. Eitt annað er at brúka okkara frægu tónlistafólk sum ambassadørar fyri okkara tjóð. Vit eru so von við at hoyra, av røttum, hvussu góðir ambassadørar føroyska fótbóltslandsliðið er fyri land okkara. Eivør, Guðrun og Lena eru og kunnu so sanniliga eisini vera góðir ambassadørar fyri tjóð okkara, men kanska fyrst og fremst fyri tað tær sjálvar standa fyri og duga.

Vit eru øll fegin um at eiga fræg tónlistafólk sum hesi trý, og tað er okkara alra ynski og vón, at tað tey hava sett út í kortið, og sum skal geva ríkiligan ávøkstur, bert er ein byrjan. At her liggur eitt hav av møguleikum fyri framman: at gerast kend, at ríka heimin við teirra tónleiki og sangi, at skapa virði til sín sjálvs og land okkara og harvið loksins at vera við til at fjøltátta okkara búskap, soleiðis at hann fær fleiri bein at standa á. Gott í tykkum á blaðnum "Kvinnu" og tykkum tríggjar songstjørnur okkara, at tit í felag hava fingið hetta í lag. Tað er so eitt stig á leiðini at geva umheiminum smakk uppá, hvat føroysk tónlistafólk goyma í sær og hvussu hesin skattur kann koma flest møguligum til góða.

Sosialurin