Oddagrein· Eitt valaverk sum fólkaogn

Í vikuni varð lagt fram eitt satt bókmentaligt valaverk um stóra listamálara okkara Mikines. Tað er íslendska forlagið Nesútgávan, ið gevur út og navnframi íslendski listasøgufrøðingurin Aðalstein Ongólfsson hevur skrivað tekstin. Eisini okkara egni Bárður Jákupsson hevur medvirkað til, at henda bók er vorðið eitt framúr gott og prýðiligt valaverk

Mikines var okkara fyrsti yrkislistamaður, og hann hevur meira enn nakar annar av okkara myndlistafólkum gjørt Føroyar kendar uttan fyri landoddarnar. Í ár hevði hann verið hundrað ár, og hevur íslendska forlagið gjørt av at heiðra hendan føroyska listamannin við hesi bæriligu bók. Hetta tænir íslendingum til miklan sóma. Tað skal her vera nevnt, at føroyskir stovnar og fyritøkur hava stuðlað bókaverkinum fíggjarliga, og hetta eiga øll at fegnast um.

Landsstýrismaðurin gjørdi í síni røðu við framløguna vart við, at Mikines hóast hann sum ungur listamaður møtti bæði vælvild og virðing ímillum manna, bar ikki til hjá honum at støðast í Føroyum. Her var ikki eitt listaligt umhvørvi, hann kundi trívast í, og ongar avbjóðingar, hann kundi mennast av. Sum frá leið fór hann at kenna seg einsamallan og avbyrgdan. Endin varð, sum kunnugt, at hann gjørdi av at fara av landinum aftur og búseta seg í stórbýnum, og fjórðingsøld skuldi ganga, áðrenn eitt rættiligt listaligt umhvørvi fór at mennast her í Føroyum. Tað er tó eingin, sum ivast í, hvaðani íblásturin til myndirnar kom frá. Her var tað ikki stórbýurin men “periferiin”, sum var avmyndað á løriftinum, segði landsstýrismaðurin í røðu síni.

Landsstýrismaðurin gjørdi annars vart við, at mentapolitikkur snýr seg m.a. um at skapa karmar og umstøður so góðar sum til ber, til tess at listin ikki bert kann kveikjast men eisini búnast og mennast. Hetta er av størsta týdningi fyri eina og hvørja tjóð, at tær kreativu kreftirnar kunnu trívast. Fyri land okkara er tað umráðandi, at so mong listafólk sum møguligt kunnu og vilja støðast her heima.

Hetta eru orð, sum øll eiga at kunna taka undir við, og nú eiga øll at fegnast um, at tað hevur eydnast frændum okkara fyri vestan hav at tryggja, at okkara helst mæstasti listamaður hevur fingið eitt framúr sømiligt og prýðiligt eftirmæli og minni. Bókin um Mikines eigur at gerast fólkaogn í Føroyum. Sosalurin hevur stórt ummæli av bókini í týsdagsútgávuni.


Sosialurin