SOSIALURIN HITTIR NYRUP: - Eg komi til Føroya at lurta og tosa

Tað eru nógv felags mál at tosa um, men danski forsætisráðharrin vil eisini vissa føroyingar um, at danska stjórnin stendur aftanfyri føroyingar í undirgrundarmálinum, eins og hann vil vitja føroyska Javnaðarflokkin

Tað var ein heldur lættur og hugagóður forsætisráðharri, sum Sosialurin fekk í hornið í gjár.

Poul Nyrup Rasmussen hevði fyrrapartin latið frætta, at hann kom á vitjan í Føroyum, umframt at hann eisini hevði tosað við Jóannes Eidesgaard, formann í Javnaðarflokkinum.

Forsætisráðharrin fegnast um, at tað nú verður møguleiki at koma til hendavegin, í fyrsta umfari á Ríkisfund, men seinni á almenna vitjan, sum Landsstýrið hevur bjóðað Nyrup og konuni seinni í ár.

- Á dagsskránni fyri fundin 6. januar, sum ikki er liðug enn, verður talan um breiða kunning um øll felagsmál innan ríkisfelagsskapin, sigur Nyrup í telefonini úr Keypmannahavn.

- Vit fara fyrst og fremst at tosa um felags áhugamál, og um framtíðina, innan búskapligu og vinnuligu menningina.

- Eg vil eisini fegin tosa um undirgrundarmálið við føroyingar og vissa teir um, at danska stjórnin stendur aftanfyri, og stuðlar teirri strategi, sum føroyingar hava valt at føra, sigur Nyrup Rasmussen.

Hann vil eisini fegin fáa høvi at tosa við føroyingar, fyrst og fremst, og hann leggur dent á at hann vil lurta eftir, hvat føroyingar siga og halda um ymisk viðurskifti, men vil kortini ikki vil koma nærri inn á tað.

- Eg havi júst tosað við Jóannes Eidesgaard, formann í Javnaðarflokkinum, og vit avtalaðu at seta ein dag av til at vitja flokkin, sigur Nyrup Rasmussen.

Forsætisráðharrin kemur við Atantc til Føroya 6. januar. Síðani verður Ríkisfundurin 7. januar, og væntandi verður farið aftur til Danmarkar 8. januar.

- Nú er ætlanin, at vit skulu koma aftur á vitjan seinni í ár. Eg kundi hugsað mær, at hetta kundi verið í summatíðini, so vit kunnu njóta náttúruna og ferðast kring landið, sigur Nyrup Rasmussen.

Spurdur, um kona forsætisráðharran Lone Dybkjær kemur við á almennu vitjanini, sigur Nyrup Rasmussen, at tað vilja tey bæði fegin, og vóna, at tað ber til at áseta eina tíð fyri vitjanina, har tað liggur fyri hjá teimum báðum at koma hendavegin.

- Hetta skulu vit fyribils tosa við Landsstýrið um, fyri at vita, nær tað liggur best fyri at taka ímóti okkum, sigur forsætisráðharrin.