Í bakspeglinum kann kanska vera spurt, hví almenningurin ikki fekk ein størri part, men leisturin var nú einaferð tað, sum tingið hevði samtykt. Hetta merkir, at samgongulimir og andstøðan, Miðflokkurin undantikin, standa spillnakin í hesum máli. Tingið fekk tað, sum var umbiðið. Størsti andstøðuflokkur royndi enntá í viðgerðini at gera størri ognaravmarking enn tann, sum nú er galdandi. At tinglimir so ikki hava sett seg ordiliga inn í, hvat teir samtykkja er harmiligt, men tað er kanska ein lærupeningi til eina aðru ferð.
Tó hevur andstøðan grein í sínum máli í hvussu er viðvíkjandi einum. Hvar er Løgmaður? Sjálvandi er tað so, at ein landsstýrismaður varar av økinum, sum talan er um, men hann er partur av einari samgongu við einum samgonguleiðara. Tá so eitt mál, sum samgongan hevur framt í fullari semju við stuðuli frá nærum allari andstøðuni, elvir til ábreiðslur vendar móti landsstýrismanni og samgonguleiðslu, so eigur Løgmaður at traðka fram sum samgonguleiðari og melda út, heldur enn at lata landstýrisfólk, embætisfólk og nevndarlimir í Fíggingargrunninum standa og fáa ákoyringar fyri nakað, sum varð framt í fullari politiskari semju. Teimum tørvar nú uppbakking frá Løgmanni.
Tað hevði hóskað seg einum statsmanni at melda út, at hatta var tað, sum var samtykt, og tikið tað á sínar herðar sum samgonguleiðari. Ein útmelding frá løgmanni beinanvegin hevði eisini verið við til at forðað fyri, at almennur ivi bleiv sáðaður um sølutilgongdina. Einki hevði farið av Løgmanni, um hann gjørdi hetta, tí ein og hvør, sum hyggur at málinum sær, at ein stórur meiriluti av tinglimum fingu júst tað, teir bóðu um. Løgmaður stendur á odda fyri samgonguni, eisini tá samgongan við dyggum stuðuli frá andstøðuni hevur framt nakað, sum aftaná kann tykjast ópopulert.
At samgonga og andstøða so hava lært nakað av hesum málinum, kann væl vera, men tað kann so ikki brúkast í einum máli, sum er avgreitt. Skotið er upp at fáa kannað alt málið. Kann slík kanning geva svar uppá tann iva, sum er sáddur, so eigur hon at verða gjørd.
Sosialurin









