Hetta, at spurningurin um evstu ábyrgd á vanlukkustaðnum og evstu yvirskipaðu ábyrgdina, er ein sera álvarsamur spuriningur, sum myndugleikarnir nú eiga at fyrihalda seg til. Tað er einki at ivast í, at vit hava sera dugnaligt, djarvt bjargingarfólk á sjógvi og landi, tá vanlukka hendir, ella tá skip koma í havsneyð. Alt tað vit vita um er talan um menn og kvinnur, sum sýna stórt áræði og leggja sera nógv fyri, enntá seta lívið í váða, til tess at koma neyðstøddum til hjálpar. Hetta er galdandi fyri øll tey, sum hava til arbeiðis at veita hjálp, eitt nú manningarnar hjá Vaktar- og bjargingartænastuni, sløkkiliðsmenn, tey, sum manna sjúkrabilarnar og sjúkrahúsini. Hetta er eisini galdandi fyri øll tey, sum sjálvboðin taka lut í bjargingararbeiði, eitt nú limirnir í bjargingarfeløgunum. Samfelagið hevur nógv at takka hesum pørtum fyri, og vit høvdu mangan verið illa stødd uttan hesi dugnaligu, djørvu og beinasomu fólk.
Tað kann tí ikki góðtakast, at arbeiðið og avrikið hjá øllum hesum verður darvað av vantandi samskipan og iva um evstu ábyrgd. Tað ber ikki til, at hesin vantandi liður í versta føri møguliga skal ganga út yvir neyðstødd fólk og kosta materielt tap. Tað tykist, sum alt tað verkliga í sambandi við stórar vanlukkur, virkar væl, meðan ein ávísur ivi er um evsta fyriskipandi liðið. Tað er sostatt ivi um, tann politiska partin av okkara tilbúgving, og man hetta eisini vera ein orsøk til, at atfinningar og ivamál av og á stinga seg upp í kjalarvørrinum á stórum vanlukkum á sjógvi og landi. Hetta ber í longdini ikki til, sum greitt varð víst á í nevndu tíðindasending. Her mugu skapast púra greiðar linjur og tryggir karmar. Avvarandi myndugleikar eiga tí alt fyri eitt at taka neyðug stig til at fáa til vega lóggávu, ið ásetur evstu ábyrgd av stórum og smáum bjargingartiltøkum á sjógvi og landi. Henda lóggáva skal samstundis tryggja neyðturviligt tilfeingi og tryggja, at hetta tilfeingi, tað verið seg fólk ella útgerð, verður gagnnýtt til fulnar.
Sosialurin