Tí var tað, at eg í nøkur ár ikki luttók í FM kappingini fyri einstaklingar. ? Tann støðan vísti eisini, at kappingin í sjálvum toppinum ikki var nóg stór. Í fjør luttók eg aftur í FM kappingini, og tá [...] Falster í fremstu deildini, og nú umboðar hann eitt felag í Aarhus, sum eisini er í bestu deildini. ? Jú, soleiðis er tað. John Arni Nilssen og eg búgva báðir í Keypmannahavn, og vit telva báðir í 1. deild [...] fyri óvæntaðum úrslitum í nógvum umførum. Soleiðis var tað í kappingini í ár. Tað er spennandi, og so leingi, sum henda kenslan er til staðar, so er tað stuttligt at taka lut í FM kappingini, sigur nýklækti
(1815-1868), úr Kaldbak. Tey giftust í 1838 og tóku í fýratiárunum við sum uppsitarar á Fútagarðinum í Hoyvík. Í 1868 gevast tey sum uppsitarar. Eftir at Johanna er deyð, flytur Johan Henrik við húski oman [...] skifti í Kirkjubø. Inga varð fødd í Hoyvík 27. august 1851 og var um 17 ára gomul, tá ið flutt varð oman til Havnar. Í Havnini hittir Inga Jens Paula Jacobsen (1854-1883), ið var ættaður av Húsum í Havn [...] arbeiddi. Hetta var í fjørutiárunum. Eldri havnamenn plagdu at stytta sær stundir í fýrrúminum. Ein teirra, sum kom inn ein yrkadag, Jákup var har, var Mourits Rubeksen. “Mourits er í pussinum í dag,” heldur
og eg fóru niður í maskinrúmi at arbeiða uppá hana. Símun Michael var farin fram í lugarið, Poul, skiparin, var einsamallur í stýrhúsinum. Vit vóru akkurát komnir niður í maskinrúmið, tá ið vit fingu [...] motorin í gongd aftur. Men hann bleiv skjótt í ólagi aftur. Provianturin var farin at ganga undan hjá okkum, so vit tosaðu um, hvussu vit kundu koma fram í lastina. Ikki bar til at fara niður í lastina [...] Vit fingu motorin aftur í gongd, men tá høvdu vit fingið ein sjógv, sum breyt hurðina í stýrhúsinum. Vit royndu at andøva, men sjógvurin bara versnaði. Lensipumpan var ikki heilt í ordan, so Thorvald og
eisini eru sloppin at tosa í Útvarpinum. Tey skulu eisini hava ein møguleika at luttaka í samfelagnum og í miðlunum. Kreppan var krevjandi Í truplu krepputíðunum í Føroyum í 1990’unum royndi Elis veruliga [...] tíð flutti Elis Poulsen frá at verða plátuvendari í Útvarpinum til at gera innsløg og at práta við fólk. Elis hevði í oktober í 1989 fingið fótin inn um í Útvarpinum. Hann gjørdi eina leygarkvøldssending [...] blivið burtur í øllum tí positiva, eg havi upplivað. Eg minnist í grundini bert eina keðiliga hending. Tað var í SMS einaferð, har ein maður gav mær ein flatan undir vangan orsaka av onkrum í útvarpinum.
Skilaleys framleiðsla í heila øld Grundað á omanfyristandandi, so ivast amerikanski serfrøðingurin ikki í, at verandi kreppan í oljuídnaðinum við methøgum prísum bert er byrjanin í so máta. - Tað er eingin [...] hvør sum helst. Sum nevndarformaður í einum íløgufeløg, sum hevur servitan innan orkuídnaðin, hevur hann eitt ógvuliga stórt innlit í ídnaðin, og hartil hevur hann í fleiri umførum verið partur av ymsum [...] partur av eini samrøðu í tíðindasendingini, Financial Sense, og snýr hendan samrøðan seg í stóran mun um oljuprísir. Hvussu hesir verða stýrdir, og - ikki minst - hvussu hesir í veruleikanum eru alt ov
ættfólk í Oyndarfirði og aðrar staðir, um vinirnar í Betestda, um Reyða Símin, um Jákup Wentzel í Kollafirði, um Victor Danielsen, Dávamennirnar, Godfred Thomsen í Gøtu, um Garðamenninar, um brøðurnar í Havn [...] var føddur í Oyndarfirði 19. august 1918, elsti sonur Magninu og Jústinus Ejdesgaard. Tey bygdu upp á Marknagili í Oyndarfirði og fluttu inn sum nýgift í 1916. Húsini stóðu einsamøll uppi í bønum og her [...] síni samvitsku og kallan. Sólin var ikki farin niður klokkan átta í kvøld uttanfyri í tí spírandi urtagarðinum í nýggju húsum okkara í Hoyvík, sum Andrias ongantíð vitjaði, tí hann legðist fyri ein vind
hann. Niels var eisini í 1916 við í royndunum at fáa sett á stovn eina handverkaradeild í Havnar Arbeiðsmannafelag. Hann var eisini í fleiri ár nevndarlimur í felagnum. Heiðursgrein í Dimmalætting 4.10. 1950 [...] kallaður Niels í Dali. Í Bankabókini, 50 ára ritinum hjá Sjóvinnubankanum, greiddi Niels Juel Arge frá grannahúsunum hjá Sjóvinnubankanum niðri í Gongini. Eitt av hesum húsum var tey »í Dali«. Søgan [...] var eisini munur á reiðskapum. Her komu íslendingar at læra av føroyingum. Niels fór í politistaliðið í Havn og var har í fýra ár. Teir møttu tveir og tveir tíggjunda hvørt kvøld. Vaktin var so til morgunin
minnismerkið Karyatida avdúkað í Miðstaðarlundini í Fuglafirði. Hetta er tað einasta av sínum slag í heiminum, tí onga aðrastaðni eru minnismerkir yvir kvinnur, sum eru deyðar í barsilssong. Tað eru Brynhild [...] eg skuldi práta um tað, fekk eg klump í hálsin og tár í eyguni. Eg dugdi ikki at skilja, hví eg skuldi fáa tað soleiðis, tí eg havi ikki mammu ella ommu sum er deyð í barsilssong, men tað er gingið upp fyri [...] sjúkrasysti, ella hevur annað starv í heilsuverkinum, og tá eg fortelji teimum um minnismerkið, gerast hesi serliga rørd, sigur Kristina Gry Berg leiðari í Kunningarstovuni í Fuglafirði. Ferðafólk gerast ofta
Effersøe, tí fyrsta Effersøe í Føroyum og konu hansara Susanna Olesdatter, var Elisabeth Gurið Vestina f. 16. juni 1819 í Vestmanna og deyð í Havn 26. juli 1887. Hon giftist í 1843 í Vestmanna kirkju við h [...] ferð fekk eitt loyvi frá kommuni í Keypmannahavn at sigla sum skipari har. John giftist í 1884 heima við hús Onnu Helenu Claudinu (1851-1931), sum var av Holmættini í Kvívík. Tey fingu børnini: Johannes [...] ude i pakhuse og gårdpladsen.« Hospitalsstjóri Elin Súsanna Jacobsen greiðir frá í bókini »Slóðir í heilsuverkssøguni:« Í oktober 1874 varð Johannes Joensen úr Havn settur sum hospitalforstandari. Hann
áttu at koma í halgidómin til í frið og náðum at halda bøn og vera saman við Gudi. Ein av ólavsøkutekstunum er úr Jóhs. 12,24-26, eini talu, Jesus helt um dýrmetan av menniskjusoninum. Her er í fyrstu syftu [...] kenna tað um eplið, sum vit settu niður í vár og nú liggur deytt undir liðini á teim ljósu, nýggju eplunum, vit um stutta tíð fara at taka upp. Tað stóð Jesusi í boði í sínum foldarlívi at verða dýrmettur [...] halgimenni. Tað kemur so vakurt fram í bókini »Kristin Lavransdóttir« eftir Sigrid Undset. Hon letur Kristin standa í Nidaros dómkirkju framman fyri silvurskríninum, har Ólavur lá í. Kristin kemur at hugsa um,