Oljan er alt ov bílig

Heldur enn at halda talan vera um eina fyribils støðu við høgum oljuprísum, eiga vit at venja okkum við støðuna. Og veruleikin kann væl verða, at dagsins prísir verða bæði fimm- og tíggjufaldaðir

Oljuprísir

Soleiðis sigur Matthew R. Simmons, og hann er ikki hvør sum helst. Sum nevndarformaður í einum íløgufeløg, sum hevur servitan innan orkuídnaðin, hevur hann eitt ógvuliga stórt innlit í ídnaðin, og hartil hevur hann í fleiri umførum verið partur av ymsum ráðum og nevndum, sum onkursvegna eru tengd at oljuvinnuni.
Hann gav fyrr í ár út bókina, Twilight in the Desert, og her viðger hann serstakliga tey oljufund, sum í dag eru hornasteinurin undir alheims oljuframleiðsluni. Og ikki minst, hvussu hann roknar við, at hesi fara at tømast innan alt ov leingi, uttan at onnur fund av tilsvarandi stødd koma ístaðin. Nakað sum uttan iva fer at trýsta oljuprísirnar langt uppeftir.

Avmarkað útboð
Fyri góðum mánaði síðani var Simmons partur av eini samrøðu í tíðindasendingini, Financial Sense, og snýr hendan samrøðan seg í stóran mun um oljuprísir. Hvussu hesir verða stýrdir, og - ikki minst - hvussu hesir í veruleikanum eru alt ov lágir.
- Tað er ótrúligt, men allar simulatiónir av alheims orkutørvinum, taka støði í, at Saudi Arabia framleiðir 25 millónir tunnur av olju um dagin í 2025. Og tað er nú slettis ikki so víst, heldur hann.
- Heldur verður tað so, at vit í 2030 hava eina heimsframleiðslu, sum einans megnar at framleiða millum 10 og 20 milliónir tunnur um dagin, og tað er altso 100 milliónir minni, enn búskaparfrøðin roknar við. So talan er veruliga um eina »major, major, major global issue«, sum hann málber seg.
Hóast oljuídnaðurin er ein av týdningarmestu stuðlunum í dagsins ídnaðarsamfelag, og hóast Saudi Arabia er mest týðandi framleiðarin í hesum, so var tað skelkandi fyri Simmons at koma eftir, at enn hevði eingin kortlagt oljugoymslurnar í landinum. Hetta setti hann sær so fyri at gera fyri fáum árum síðani, og sambært egnari útsøgn, so var niðurstøðan skelkandi. Somikið skelkandi, at hann gjørdi av at skriva eina bók.

Falskar vónir
Ein av teimum trupulleikum, sum Simmons nertir við í bók síni, er, at stóra framleiðslan í Saudi Arabia, og tosið um eina nógv størri framleiðslu í framtíðini, byggir á skeivar fortreytir.
Oljuframleiðslan hjá OPEC-londunum verður partvíst stýrd av, hvussu stórar goymslur - reservar - tað verður roknað við, at undirgrundin goymir. Eitt slag av stýring, soleiðis at virðini ikki verða tikin ov skjótt upp, og at oljufeltini á tann hátt verða tømd ov tíðliga.
Her hava boðini úr Saudi Arabia verið, at talan er um nærum ótømandi goymslur av olju. Sagt hevur verið, at goymslurnar, sum í dag eru 260 milliardir tunnur, lættliga kunnu økjast til 460 mia, og at tað hartil skulu leggjas aðrar 200 mia tunnur, ið er væntað goymsla á feltum, sum enn ikki eru funnin.
Men veruleikin er tó ein annar. Í dag verður bróðurparturin av oljuni í Saudi Arabia vunnin úr fimm stórum feltum. Og tað seinasta av hesum varð funnið í 1967. So hóast leitingin hevur verið meira intensiv seinastu 40 árini, og hóast útgerðin at leita og bora við hevur verið tann besta, sum til ber at finna. So er einki nýtt stórt felt komið undan kavi.
Í hesum sambandi verður eisini víst til eina kanning, sum franska oljumálaráðið gjørdi fyri eini 20 árum síðani. Sum eitt slag av simplum loggiki, so er tað onkursvegna ein greiður tendensur í oljuleiting, sum ger, at tú rættiliga skjótt rakar við næst størsta partin av einum felti - drotningina. Vitanin, sum tú fært til vega við hesum, ger, at tú hampuliga skjótt finnur kongin, og síðani verða fleiri lordar funnir nærhendis. Og tá alt kongshúskið er funnið, gest talan ikki um nevniverdar nøgdir, sum verða funnar eftir hetta. Verður hetta sammett við Saudi Arabia, so funnu tey kongin longu í 1940, tá Abqaiq-feltið varð funnið. Og framleiðslan í hesum toppaði altso longu í 1972!
Timmons metir sjálvur, at metingarnar um oljufelt, sum vórðu gjørdar áðrenn 1979, tá OPEC tengdi framleiðslu og goymslur saman, helst eru væl meira veruleikanærar, enn verandi metingarnar. Er hetta rætt, so eru samlaðu oljugoymslurnar í Saudi Arabia einar 70 mia tunnur, og av hesum eru tær 55 longu framleiddar.
Sama mynstrið er eisini galdandi fyri onnur OPEC-lond. Kuwait, Iraq og Arabisku emiratarnir søgdu seg brádliga hava goymslur á 90 mia tunnur, heldur enn 30, soleiðis at tey eisini kundu fylgja við í eini kvota-skipan, og tí eru greiðar ábendingar á, at talan seinastu fjórðings øldina hevur verið um yvirframleiðslu í ovurmát.

Sum gomul fólk
Og aldurin á feltunum er eisini ein trupulleiki, vísir Simmons á, og sammetur hetta við fólk, tá tey eldast. Flestu av feltunum í Saudi Arabia eru um 50 ára aldur, og sum rithøvundurin sigur, so kunnu hesi metast við menniskju, um vit skulu kanna eftir, hvussu hesi eru um 20 ár.
Tekur tú tey fólk, sum eru 50 ár í dag, hvussu hava tey tað so sum 20 ár? Nøkur eru deyð, men fyri tey flestu er galdandi, at ymisk smærri brek gera um seg. Gerandisdegurin verður ikki eins lættur, og yvir høvur er talan um minni lívsgóðsku, sæð úr einum fysiskum sjónarhorni. Og júst soleiðis er eisini við oljufeltunum. Eftir meira enn 50 ár, har milliardir av tunnum eru pumpað upp, eru feltini farin at slítast. Tað er nú dýrari at fáa oljuna úr undirgrundini, og góðskan er heldur ikki tann sama, og tí er prosessin at raffandera rávøruna eisini dýrari.

Skilaleys framleiðsla í heila øld
Grundað á omanfyristandandi, so ivast amerikanski serfrøðingurin ikki í, at verandi kreppan í oljuídnaðinum við methøgum prísum bert er byrjanin í so máta.
- Tað er eingin sum helst møguleiki fyri, at Saudi Arabia uttan víðari kann leggja fleiri milliónur tunnur afturat dagsframleiðslu teirra. Tí ivist eg ikki í, at eftirspurningurin eftir olju framhaldandi fer at vera væl størri enn útboðíð, og tað trýstir prísin uppeftir.
- Og er olja altso rættiliga bílig. Við einum prísi á 65$ fyri tunnuna, er prísurin einans 10 cents fyri eina sodavatnsfløsku av olju. Og tað er altso munandi minni, enn fólk rinda fyri vatn nógva staðni í heiminum!
- Og søguliga hava oljuprísirnir verið so nógv lægri. Í veruleikanum er ídnaðarheimurin bygdur á eina trúgv, at ein "normalur" oljuprísur liggur um einar 15-20$ fyri tunnuna, og tað er ein prísur, sum snøgt sagt hevur gjørt tað ógjørligt at halda gongd í eini skilagóðari framleiðslu. Prísin rinda vit nú, tí tann oljan, sum er eftir, er dýr at fáa upp. Hon er skitin og runut, og er tí dýr at framleiða. Og tí koma vit at rinda ovurhonds stóra upphædd fyri hana, staðfestir Matthew R. Simmons.
Og tá tosar hann altso ikki um prísir, sum liggja um 75-80$ fyri tunnuna.
- Nei, nei, nei. Oljuprísirnir kunnu lættliga bæði fimm- og tíggjufaldast. Og fyri mær at síggja, tykist heimurin enn ikki at reagera. Men tað verður kanska, sum tá Hitler hersetti Póland. Brádliga hevði hann bara gjørt tað, staðfestir hann at enda.