Ringkøbing misti sigurin móti dystarenda

Rakul Wardum og liðfelagarnir eru tó framvegis millum átta tey fremstu liðini

Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing spældu í kvøld dyst á heimavølli í bestu donsku hondbóltsdeildini. Á vitjan var Sønderjyske.

 

Tá ein minuttur var eftir at leika var Ringkøbing á odda 28-26. Men Sønderjyske megnaði seinastu sekundini at skjóta tvey mál uttan, at Ringkøbing megnaði at svara aftur, og so máttu Rakul og liðfelagarnir taka til takkar við javnleiki 28-28.

 

Rakul bjargaði fýra av 16 málroyndum, meðan kappingarneytin, Stephanie Christensen bert bjargaði einari av 11 málroyndum.

 

Ringkøbing er nummar sjey í deildini við sjey stigum. 

 

Seinasti dysturin hjá Ringkøbing undan HM-endaspælinum í Niðurlondum og Týsklandi verður spældur leygardagin 15. november klokkan 14. Tá spælir Ringkøbing dyst á útivølli móti Bjerringbro.