Eitt av børnunum hjá Jón Effersøe, tí fyrsta Effersøe í Føroyum og konu hansara Susanna Olesdatter, var Elisabeth Gurið Vestina f. 16. juni 1819 í Vestmanna og deyð í Havn 26. juli 1887.
Hon giftist í 1843 í Vestmanna kirkju við havnarmanninum Johannes Joensen (16.4 1887 -31.12 1902.)
Tey bæði fingu átta børn. Øll uttan tað seinasta er føtt í Vestmanna, har tey hava búð til tey fluttu til Havnar umleið 1857. Næstelstur av teimum var John Jacobus Joensen. Tað er hansara gravsteinur, sum hesin partur snýr seg um.
John var føddur 9. apríl 1846 og doyði longu 1. juli 1900, 54 ára gamal. Hann stendur fyri at hava verið skipari, men tað einasta, sum er vitað um hann er, at hann eina ferð fekk eitt loyvi frá kommuni í Keypmannahavn at sigla sum skipari har.
John giftist í 1884 heima við hús Onnu Helenu Claudinu (1851-1931), sum var av Holmættini í Kvívík.
Tey fingu børnini:
Johannes Olaus, keypmaður (1885-1955)
Eliesar Gunnar Holm f. 1887
Christen Holm f. 1889
Maren Elisabeth Vestina Holm. (1892-1946). Hon giftist við Peter Ferdinand Christiansen, prentara, f. 18. oktober 1895. Hann doyði 18.5. 1923, bert 28 ára gamal.
Eftir at maðurin var deyður fekk Vestina ein son, og varð hann uppkallaður eftir deyða pápanum. Sonurin er kendur sum politikari og roknskaparmaðurin á Dimmalætting, sum dugdi væl at leggja til síðis. Peter F. er eisini ein kelda til hesa grein.
Johannes á Hospitalinum
Pápi John var kallaður Johannes á Hospitalinum. Hann var annars beiggi Hans P. Joensen, keypmann, sum var pápi Hans Joensen, eitt sera kent handilsnavn í Havn.
Johannes spældu sum smádrongur við V.U. Hammershaimb, soleiðis sum Hammershaimb greiðir frá í sínum endurminningum:
»Mine barnedage henlevedes i Thorshavn, og der fandt jeg til min glæde og oplivelse godt kammeratskab med flere sønner af embedsmænd og flere færøske drenge, hvoriblandt jeg særlig nævner Johannes Joensen under Klett, den senere mangeårige hospitalforstander i Thorshavn, (som fik min gamle lundapisa ved min afrejse fra Thorshavn.) En særlig anledning til, at disse mine legekammerater ofte søgte Nystue var den, at en gammel kone Birthe på Klett i Thorshavn daglig kom til os og sad og strikkede i nordre stue. Hun var så utrættelig i at fortælle søgur, og hun fortalte godt, så August Manicus sagde til sin moder: »Hvorfor har vi ikke en sådan Bebbe her, som de har i Nystue?« Vi legekammarater kom ofte sammen, snart hos den ene, snart hos den anden, dog mest hos handelsforvalter Mørck, hvor der var stor lejlighed og plads til at tumle og rør sig både inde og ude i pakhuse og gårdpladsen.«
Hospitalsstjóri
Elin Súsanna Jacobsen greiðir frá í bókini »Slóðir í heilsuverkssøguni:«
Í oktober 1874 varð Johannes Joensen úr Havn settur sum hospitalforstandari. Hann var fyrrverandi krambakallur og tann av 10 umsøkjarum, ið hevði bestu venjing í at skriva og rokna. Tað var nevnt sum ein fyrimunur, at kona hansara segði seg duga at gera »danskan mat«. Eftir 25 ár sum fyristøðumaður fór hann í 1899 frá við eftirløn kr. 200 um árið. Hann var tá 80 ára gamal.
Hóast kona fyristøðumannsins ikki var nevnd sum starvsfólk, varð roknað við hennara luti í fyristøðuna, og hon kann sigast at vera ein forleypari til økonomu-starvið á sjúkrahúsum, sum eisini var konufólkastarv.
Tað sæst til dømis av, at tað eisini hevur verið tikið við í meting av umsøkjarum til starvið sum fyristøðumaður, at konan hevði hóskandi eginleikar ella førleika.
Johannes Joensen var 72 ár í 1890. Konan doyði í 1887. Sær til hjálpar hevði hann eina ógifta dóttur og eina arbeiðskonu, báðar í 40-unum. Harumframt búði inni hjá honum ein 39 ára gamal sonur, Thomas Gudmund Petræus, og ein 84 ára gomul systir, Ellen Cathrina. Tey høvdu tvey rúm til støddar um 12 og 9 fermetrar og eitt lítið kamar var á loftinum til arbeiðskonur.
Í Føringatíðindi 4. januar 1900 fær Johannes hesa tøkk:
Seinasta 1. oktober var tað 25 ár síðani hospitalsforstandarin Johs. Joensen tók við sínum starvi á hospitalinum í Havn, og frá sama degi hevði hann biðið um avskeð frá hospitalinum. At starvið sum hospitalforstandari hevur nógv at týða, vita í alt fall øll tey, sum hava varað av fólki, sum hava ligið sjúk.
At Joensen hevur verið ein maður, sum hevur gjørt tað gleðileysa lívið hjá sjúkum fólki toliligt, ja so heimligt og nær sagt so behagiligt sum møguligt, vita øll tey, sum kenna nakað til tað.
Tað hevur tí undrað okkum stórliga, at vit ikki í einum einasta av okkara bløðum hava sætt eitt orð um hann, nú hann er fráfarin, hvørki frá hansara nógvu vinum millum patientarnar ella frá blaðstýrilsum. Tað fyrra kemur kanska av, at fólk yvirhøvur ikki hevur so lætt við at skriva blaðgreinir, men tað seinna fata vit ikki uttan so, at Joensen ikki skuldi hoyrt til teir »avtoriseraðu« vælsinnaðu.
Í hvussu er vilja vit, sum kenna Joensen, og sum kenna, at hann í alt fall hevur verið vælsinnaður ímóti teimum sjúku á hospitalinum, siga honum hjartans tøkk fyri hansara starv, sum oftast hevur verið óbehagiligt fyri hann sjálvan, men sum hann hevur latið teimum sjúku koma til góðar.
Nú á døgum verður »jubileum« hildið fyri mangt og hvat, so tað mátti sømt Førjafólki at víst Joensen heiður fyri sítt langa, trúgva og menniskjakerliga starv.
Fleiri Norðstreymoyingar
Systirin tikin av sjórænarum
Ein systir John var Jacobina Christina Maria f. 1858. Hon giftist í 1879 við danska skiparanum Vilhelm Hansen úr Skive.
Hon fór at sigla saman við manninum, og í 1886 verður skipið tikið við Sumatra av sjórænarum. Hann verður dripin, og hon verður tikin gísli. Tað var neyðugt at savna pening inn í Danmark fyri at keypa hana leysa aftur. Hon var aftur í Føroyum og ferðaðist, og tá hevði hon eitt stórt arr á arminum, sum stavaði frá sjórænarunum.
Ein sonur John og Claudinu var Johannes Olaus Joensen (1885-1955.) Hann var í nógv ár leiðari í handlinum hjá Hans Joensen.
Annars var hann eisini tingmaður 1924-1936 fyri sambandsflokkin, og hann var borgarstjóri 1928-1932.
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt frá Siggulinu og Carl Bærentsen










