Inga sum legði navn til Ingutrøð

Nógv hava hoyrt um Ingutrøð. Vit hava her áhugaverdu søguna um Ingu Onnu Mariu Jacobsen, f. Dam, sum legði navn til trøðna

Foreldur Ingu vóru Johan Henrik Dam (1805-1884), av Oyrareingjum, og Johanna Fredrikka, f. Reinert (1815-1868), úr Kaldbak. Tey giftust í 1838 og tóku í fýratiárunum við sum uppsitarar á Fúta­garðinum í Hoyvík. Í 1868 gevast tey sum uppsitarar. Eftir at Johanna er deyð, flytur Johan Henrik við húski oman til Havnar. Johan Henrik arbeiddi síðan eitt skifti í Kirkjubø.

Inga varð fødd í Hoyvík 27. august 1851 og var um 17 ára gomul, tá ið flutt varð oman til Havnar.

Í Havnini hittir Inga Jens Paula Jacobsen (1854-1883), ið var ættaður av Húsum í Havn. Foreldur hansara vóru Anna Christina Jacobsdatter (1815-1882), úr Kaldbak, og Jógvan Jacobsen (1804-1874), son­ur bóndans á Húsagarði. Tað rann saman millum Ingu og Jens Paula, og tey giftust í Havnar kirkju í 1876.

Á Húsagarði stóðu í øldir bóndahúsini sum ein mið­depil við hinum húsunum rundanum. Har búðu mong av ættarfólki bóndans – eitt nú foreldur Jens Paula, Anna Christina og Jógvan. Eftir at Inga og Jens Pauli vóru gift, búsettust tey í øðrum endanum av hesum húsum, og bróðir Jens Paula, Jákup og kona hansara Anna, búsettust í hinum endanum. Jákup og Anna vóru foreldur Jørgin á Áarvegnum. Húsini eru tey, sum standa oman á handilsbygninginum, har Marstein-brøðurnir handlaðu, og har handilin 17 á Áarvegnum var.

Jógvan, verfaðir Ingu, var timburmaður, traðar­maður og útróðrarmaður. Trøðna fekk hann frá pápa sínum burtur av eystara húsagarðsfesti. Trøðin var, har bilstøðin Auto og húsini í Lucas Debesargøtu og Tungugøtu eru. Minnið um henda Jógvan er varðveitt í Grindavísuni, har Pløyen kvøður um “Gamle Jógvan den Havnemand”.

 

Vanlukkan í Nólsoyarfirði

Inga og Jens Pauli fingu tvær døtur, Johonnu Christinu (1877-1954) og Christinu (1881-1981). Ikki untist Ingu og Jens Paula drúgt hjúnalag.

Tann 12. oktober í 1883 fóru Jens Pauli, Sámal í Dali og Mouritsi Rubeksen til útróðrar. Sámal og Jens Pauli komu ikki aftur. Dimmalætting skrivar so­­leiðis um hendingina:

Forulykket Baad

I Gaar Middag er en Firemandsfarer fra Thors­havn forulykket i Nolsø­fjorden, ved at en stor Sø fyldte Baaden under Sejl­adsen hjemad fra Fisk­eri, skjønt Sejlet i Tide var blev­et strøget. Uagtet det lykk­edes de tre Mænd, der ud­­gjorde Baadens Besætn­ing, tre Gange at komme op paa Kjølen, blev dog kun en Mand reddet af en fra Thorshavn tililende Baad.

De forulykkede vare Jens Pauli Jacobsen, der efter­lader sig Enke og to smaa Børn, og Samuel Olsen Dahl. Den reddede var Mourits Rubeksen, der med Livsfare gjorde alt, hvad han formaaede, for at redde sine Kammerater.”

Jens Pauli gjørdist sostatt 29 ára gamal. Sámal í Dali, ið var 16 ára gamal, var bróð­ir Niels Flemming Olsen – Niels í Dali. Mourits Rubeksen, ið var 14 ár um hetta mundið, var pápi Rubek, Hendrik, Christian Martin og Jens Petur – Pedda Post, allir kendir havnarmenn.

Jákup á Lava, ið var jek­ari ella politistur á skans­anum, sá tilburðin av Skans­anum, mannaði Politist­in og fekk bjargað Mouritsi.

Bróðir Jens Paula, Jákup, ið lá sjúkur, doyði tríggjar dagar seinni – stutt eftir at hava fingið deyðsboðini av Jens Paula, og sostatt sótu tvær einkjur undir lonini.

Jákup Lindenskov sigur frá, at hann sum smádrongur mangan var inni á Meiar­ínum, har pápi hansara, Edvard Lindenskov, arbeiddi. Hetta var í fjøru­tiárunum. Eldri havna­menn plagdu at stytta sær stundir í fýrrúminum. Ein teirra, sum kom inn ein yrkadag, Jákup var har, var Mourits Rubeksen. “Mourits er í pussinum í dag,” heldur Edvard fyri. “Ja,” svarar Mourits, “henda dag haldi eg til minnis um, tá ið eg einsamallur sat eftir á kjøli og varð bjargaður.”

Mourits vitjaði Ingu hvønn 12. oktober, so leingi Inga livdi. Mourits var føddur í 1869 og andaðist í 1946.

 

Lat seg ikki taka av fótum

Inga var sterk kvinna og lat seg ikki taka av fótum, eftir at Jens Pauli var farin. Hon fekk góða hjálp frá vinum og skyldfólkum og fór at seyma fyri fólk og handlar. Har­afturat bað beiggi henn­ara, Jens Dam, skipari og segl­­makari, hana um at hjálpa sær at seyma segl. Jens er fyrr umrøddur í hesi røð.

Jens Pauli og Inga fingu sunnara part av trøðni hjá Jógvani, verfaðir Ingu, til ognar, men seldu hana til gamla Müller, stutt áðrenn Jens Pauli sjólætst. Nú kom hetta Ingu illa við, men skyldmaður Jens Paula, Júst bóndi á Húsum, heitti á gamla Müller um at selja Ingu trøðna aftur, nú hon var vorðin einkja. Hann eftirlíkaði, og trøðin gjørdist gott íkast hjá Ingu og døtrum hennara. Hetta er enn ein váttan um, at H. C. Müller, umrøddur í seinasta parti av hesi røð, var ein merkismaður.

Í 1907 bygdi Inga sær hús uppi á trøðni og flutti av Húsum. Farið var í grannahúsini at biðja far­væl, áðrenn hon og døturnar báðar fluttu so ovarlaga í býin at búgva!

Tíðliga í 1890-árunum fingu Inga og døtur hennara tilknýti til samkomuna, sum savnaðist í Sloans sali.

Eldra dóttir Jens Paula og Ingu, Hanna, giftist Arthur Brend, ið kom úr Onglandi til Føroya í 1899. Yngra dóttirin, Christina, giftist Jens av Reyni. Hjúnini tvinni vórðu vígd í Ting­húsinum sama dag, tann 16. apríl 1912. Hanna og Brend vóru barnleys. Tey vórðu seinni fráskild, og Brend giftist aftur og fekk eftir­komarar. Christina og Jens fingu tríggjar synir: Jens Paula, Sigird og Ingálv.

Inga seldi trøðna – Ingu­trøð kallað – til kommununa til útstykkingar o.u. 1922. Christina og Jens av Reyni bygdu sær hús á trøðni júst oman fyri, har bilstøðin Auto nú er. Seinastu ár síni búði Inga hjá teimum. Har andaðist hon tann 16. november 1944, 93 ára gomul. Tá hevði hon verið einkja í 61 ár.

Inga er grivin millum D. J. Danielsen, Missioner Dan­ielsen, og vermammu hansara Katrinu Nicholson. Grøvin hevur uttan iva verið ætlað Linu, konu Dánjals, men av tí at Lina varð grivin í Leith í 1937, var tøka grøvin latin Ingu, ið var skyldkona Missioner Danielsen. Mamma hans­ara, Sigga á Kamarinum, og Inga vóru systkinabørn.

 

Keldur:

Dimmalætting, 20. oktober 1883

N. J. Arge – Bankabókin 1983,

Árni av Reyni.

 

 

 

Komandi partur

Í komandi parti verður enn ein frásøgn um Michael Michelsen, danska læraran við realskúlin. Tá hava vit mynd av hansara grøv, sum hon sá út í 1911