Sunnudagin verður Poul Jacobsen í Svínoy 90 ár. Poul er ein av hesum gomlu føroyingunm, sum hevur roynt nakað nógv av hvørjum gjøgnum sítt langa lív. Hann hevur siglt sum flestu aðrir, og hann hevur verið raskur sum fáur.
Sum ein av teimum, sum er komin nógv til Svínoyar, hevur tað altíð verið hugaligt at koma á tal við Poul. Altíð er hann fryntligur og altíð veit hann okkurt.
Heimferðin við Fuglberg
Poul var við í eini nógv nógv umtalari hending á sjónum og var hetta ferðin hjá Fuglberg, tá teir á fyrsta sinni komu til Føroya.
Í 1946 keyptu Poul Mejer Justinussen, Poul Jacobsen úr Svínoy og Símun Michael Zachariasen, úr Tórshavn, ættaður av Kirkju, línubátin "Fuglberg”, sum var bygdur í Danmark.
Poul Jacobsen er tann einasti av manningini, sum er eftir á lívi av teimum, sum í 1946 fór niður til Danmarkar eftir Fuglberg. Umframt teir tríggir eigararnir var Thorvald Thomsen úr Gøtu við sum motorpassari.
FF-blaðið var í 2004 so heppið at fáa frásøgn hjá Póli um hesa ferðina, og hon kann saktans endurtakast, nú Poul er 90 ár. Poul greiddi frá:
Vit fóru niður til Danmarkar í november mánaði við einum báti, sum æt "Lingostrom". Hetta var ein bátur, sum sigldi til Føroyar eftir sild.
Ferðin niður gekk væl, og arbeitt var so við at rigga Fuglberg til. Tað gekk næstan ein mánaður at gera bátin siglingarkláran.
Vit fóru úr Keypmannahavn nýggjársaftan eftir at hava verið til døgurða í Føroyingafelagnum. Vit fóru avstað fríggjakvøld og at byrja við gekk væl. Ættin var landsynningur, men tað var stormur. Um eg minnist rætt, so var ferðin góðar 9 míl.
Eitt øgiligt brot
Triðja dagin eftir, at vit fóru úr Danmark, vóru vit komnir norður um Hetland. Knappliga steðgaði motorurin, og tað var ógvuliga ringur sjógvur. Vit fingu motorin aftur í gongd, men tá høvdu vit fingið ein sjógv, sum breyt hurðina í stýrhúsinum.
Vit royndu at andøva, men sjógvurin bara versnaði. Lensipumpan var ikki heilt í ordan, so Thorvald og eg fóru niður í maskinrúmi at arbeiða uppá hana.
Símun Michael var farin fram í lugarið, Poul, skiparin, var einsamallur í stýrhúsinum.
Vit vóru akkurát komnir niður í maskinrúmið, tá ið vit fingu tann stóra sjógvin. Vit høvdu ikki latið lúkuna aftur niður til maskinrúmi, men til alt Harrans held fór hon sjálv aftur.
Hvussu langt báturin fór, tá ið sjógvurin breyt, sóu vit sjálvandi ikki. Men hann fór so runt. Hann kom næstan beinan vegin upp á rættkjøl aftur.
Thorvald og eg komu sitandi niður á motorin, sum enn gekk, men skjótt stegðaði hann. Alt, sum var í maskinrúminum, var endað í einum staði.
Eingin av okkum fekk nakran stórvegis skaða. Thorvald fekk eina lítla skeinu oman fyri eygað.
Poul Justinussen, sum var í stýrhúsinum segði, at hann var sum kílaður fastur í einum rúti. Báðar hurðarnar vóru burtur og allir rútarnir vóru brotnaðir.
Símun Michael var sum sagt einsamallur í lugarinum. Kappin fór oman av, so lugarið fyltist skjótt við sjógv.
Tá vóru vit allir ungir menn í bestu árum, so vit fóru beinanvegin at bøta um skaðan. Vit høvdu mist tað mesta av amboðunum og tílíkum, so vit máttu hjálpast við tí, sum var við hondina. Vit høvdu havt mesanin uppi. Hon hevði skrætt seg leysan og hekk og flagsaði uppi í mastrini. Vit funnu ein knív. So fór eg upp í mastrina og fekk skorið mesanina leysa og fekk hana niður. Hon bleiv so skorin sundur og bleiv brúkt til at tetta holið í kappanum. Formasturin var brotin, antennan til radio var burtur, og bjargingarbáturin var brotin. Tá ið vit høvdu tett sum frægast á dekkinum, var farið undir at fáa sjógvin úr maskinrúminum.
Máttu oysa við stivlunum
Eingin spann var at finna. Tvær hondpumpur vóru, men fingu vit tær ikki at taka. Tað vísti seg seinni, at tær vóru fullar av kolstøvi. So var onki annað at gera enn at lata seg úr stivlunum og nýta teir at oysa við.
Sjógvurin var tá komin upp á hálvan motorin. Tá ið vit høvdu tømt maskinrúmið og surrað alt sum frægast, var farið at kanna eftir, hvussu stóð til við provianti og vatni.
Tað vísti seg, at sjógvur var komin at øllum proviantinum, og nógv var farið fyri einki. Breyðini vóru øll vát av sjógvi. Eisini vóru øll rørini frá vatntangunum farin og ikki var komandi niður á dekslini. Tað var ov nógvur sjógvur í bátinum.
Vit høvdu ongan hita, so vit fingu tí ikki turka okkum klæðini. Vit høvdu heldur eingi neyðljós, so næturnar vóru langar. Vit royndu at rigga okkum lampur til, men av tí at vit høvdu bara ráolju, luktaði ikki so væl.
Provianturin oyðilagdur
Tað gingu 3 samdøgur at fáa motorin í gongd aftur. Men hann bleiv skjótt í ólagi aftur. Provianturin var farin at ganga undan hjá okkum, so vit tosaðu um, hvussu vit kundu koma fram í lastina. Ikki bar til at fara niður í lastina orsakað av veðrinum.
Tað var so, at í Keypmannahavn høvdu vit tikið proviant við til silvurbrúdleypið hjá Símun Poulsen á "Polo". Hann var mammubeiggi til okkum Pólarnar.
Vit brutu eitt hol í skottið millum maskinrúmið og lastina, og komu vit inn í lastina, men allur provianturin, sum har var, var oyðilagdur. Nakrir ølkassar stóðu eisini í lastini. Tað merkiliga var, at næstan allar fløskurnar, sum vóru heilar, vóru næstan tómar, tó at kapslarnir vóru á.
Vit gjørdu so eisini eitt hol fram í lugarið. Vit ætlaðu at fáa hita í kabússuna, men rørið úr kabússuni var burtur, alt sum tað var.
Thorvald og Poul arbeiddu upp á radio. So við eitt hoyrdu teir "Pride", sum var á veg út av Havnini. Sama dag fingu vit samband við "Skálaberg", sum Dávur í Gerðum var skipari á. Hann fekk givið boð til Havnar og Klaksvíkar.
»Thorshavn« fór beinan vegin avstað at hjálpa, men orsakað av illveðri vendu teir við aftur.
Norðbúgvin«, sum Svenning Johannesen førdi fór síðani út at leita, og hann fann okkum ca. 160 fjórðingar í ein landnyrðing úr Kallinum. Báturin varð so sleipaður á Klaksvík, og komu vit at keiini sunnukvøldið kl. 23."
Poul endar frásøgnina við at siga, at tað var ringt at vera svangur og kaldur í fleiri dagar, men tað ringasta var onki vatn at fáa.
Húsið hevur dugnað Svínoynna
Poul var giftur við Nikolinu av Húsum, sum er deyð fyri nøkrum árum síðani. Tey fingu trý børn. Sigast kann at teirra partur hevur ikki ligið eftir at menna Svínoynna. Poul hevur búð har úti til fyri kortum. Eyðun hevur sum bygdaráðslimur og formaður barst fyri oynna, og dóttir Oddvør hevur handil har úti, hóast tunna fólkagrundarlagið. Ein onnur dóttir er Eilen.
Her skal verða ynskt Poul hjartaliga tillukku við degnum, sum verður hildin nú leygardagin, ja, hvar aðra staðni enn í Svínoy.
ó